Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 13. februar 2007 15 Tað verða ikki fiskavirkini og fiskiloyvini, sum einsa­ møll fáa yngra ættarliðið út á økini eftir loknað útbúg­ ving. Seinastu tíðina hevur nógv tíð verið brúkt í kjaki­ num um Føroyar skulu ger­ ast eitt valdømi, tí so verður arbeitt landspolitiskt og ikki sum nú, at “økini uttan fyri høvuðsstaðin bara krevja”, som tíðum verður tikið til. Tað skal verða meiri friður á økinum. Nú skal fiskivinnulóg­gáv­ an broytast, soleiðis, at eing­ in skal eiga meira enn 20% av einum vinnuubólki ella fiskidøgum, tí vinnan tykist ganga ov væl og vit hava í so sterkar fyritøkur. Hóast hesa hugsan, so eru ikki meiri enn stívliga 10 ár ging­in síðani, landskassin og pri­vatir persónar í felag mistu upp ímóti einari milli­ ard krónur í eini vandafullari vinnu. So eg ivist stórliga, um henda lógarbroytingin er klók. Eg meini ikki! Hetta eru bert tvey dømi um, at tað sum í høvuðs­heit­ um virkar ynskist broytt. Fæst valla at virka betri Valskipanin virkar væl sum er, og vit skulu minnast til, at í eini valskipan er ikki millimeturrættvísi tað snýr seg um, men eitt yvirorðnað “rættvísi” sum ger, at fleiri dimensjónir verða tiknar við. Tað haldi eg teir ser­ kønu eru samdir um. Fiskivinnulóggávan virk­ ar væl, hon fæst valla at virka betur, hon kann virka øðrvísið men ikki sum heild betur, uttan at øvundin kanska verður meiri mettað hjá ávísum pørtum. Eftir nýggju lógarbroytingunum eru øll tekin til, at tað fer at virka verri, umsitingin gerst tyngri m.a. tí eftirlitið verð­ ur styrkt, alt gerst tyngri hjá vinnuni, harvið fiskimann­ inum og dynamikkurin øk­ist avgjørt ikki. Tí kann spurn­ingurin setast, um ikki verður nøgdsemi fyrrenn vit hava ein lutvísan politi­ stat. Politikarin uttanfyri mið­ staðarøkið skal vita, at alt hetta er við fyri at sáa meiri split í, fyri at fáa tað sum gongur at steðgað upp, at økja miðsavningina við størri umsiting. Privatvirki og umsitingar eiga at fylgjast Ein høvuðsstaðarpolitikari hugsar ikki landspolitiskt og politikarar uttanfyri mið­ staðarøkið hava enn ómeta­ liga sjáldan, kunnað verið samdur um nakað veruligt. Tað hevur alt ov leingi verið sannleikin, at bara eitt øki fær eitt flakavirki ella nøkur fiskiloyvi, so verður framburður langt inn í fram­ tíðina. Hetta er hvørvusjón. Vit mugu semjast um, at økini úti um í landinum, gerast sterkari, størri og leggj­ast meiri saman. Tað kann hvørki politikari í høv­ uðs­staðnum ella uttan fyri høvuðsstaðin verða ósamd­ ur um, og tað má gerast nú. Síðani verða spakuliga um­sit­ingarligar eindir bygd­ ar upp, tí sum sagt, at tað verður svangligt hjá yngra ættarliðinum at koma aftur til økið eftir lokna útbúgv­ ing, um ikki umsitingarligu eindirnar fylgja við út á øk­ini. Tað er nú tíð uppá, at vit bæði politikarar umboðandi høvuðsstaðin og uttanfyri fara at hugsa landspolitiskt og taka veruleikan í álvara. (Fjórða grein av í fimm um sama evnið) www.keldu.com keldu@post.olivant.fo Mikudagin 7. februar við­ ger Sosialurin í oddagrein “Búskaparskipan Land­ sins”. Í oddagreinini verður skipanin nevnd ótíðarhósk­ andi og óbrúkilig, og Sosial­ urin spyr, um Bárður Niel­ sen, landsstýrismaður er leidd­ur í KT-óføri. Eisini verð­ur spurnartekin sett við kostnaðin av skipanini. Ein kann undrast á, hvat grundarlag Sosialurin hevur fyri at skriva eina tílíka grein. Blaðið hevur í hvussu so er ikki spurt seg fyri hjá teimum, ið hava ábyrgd av Búskaparskipan Landsins - Fíggjarmálaráðnum og Før­ oya Gjaldstovu. Verunleikin er tó ein heilt annar, enn róð verður upp­ undir í Sosialinum, men áðrenn komið verður inn á sjálva skipanina, skal eg tó greiða eitt sindur frá for­søg­ uni til búskaparskipanina. Støðan í fyrru helvt av níti­árunum var hon, at vit landsbúskaparliga vistu ikki, hvar vit vóru og hvar vit vóru á veg. Táverandi lands­stýrismaðurin í fíggjar­ málum, Jóannes Eidesgaard gjørdi tí av, at skil skuldi fáast á búskaparstýringini í Føroyum, og avgjørt var tí at fara undir at menna eina felags búskaparskipan fyri alla landsumsitingina. Land okkara er ikki størri enn ein minni kommuna í granna­ londunum, og tí var mett, at tað gav onga meining, at vit í Føroyum skuldu hava fleiri búskaparskipanir, og fyri at tryggja okkum bílig­ astu loysnina, varð skipanin sett í útboð. Allir landsstýrismenninir í fíggjarmálum síðani Jó­annes Eidesgaard, Anfinn Kallsberg, Karsten Hansen og nú Bárður Nielsen hava raðfest Búskaparskipan Land­sins høgt, soleiðis at skipanin alsamt kann stuðla upppundir tann fíggjarstýr­ ingartørv, landið hevur. Aftur til støðuna í dag. Búskaparskipan Landsins er regluliga uppstigað síðan hon varð sett í verk mið­ skeiðis í nítiárunum, og er í dag mest framkomna KT- skip­an innan ta almenna í Føroyum. Talan er um eina sameinda loysn, ið er fult alnet-grundað. Partsloysnir eru skipaðar í einum portali, atkomuligur á alnetinum. Data og dátur til leiðslu­ kunn­ing eru skipaðar í ein­ um dátuvøruhúsi. Harafturat er ein sera framkomin leiðslu­kunning ment. Neyð­ ugur peningur er eisini nýtt­ ur til KT-trygd, soleiðis at miða verður eftir at lúka tey høgu KT-trygdarkrøvini. Nevn­ast kann eisini, at sera stórur áhugi er fyri skipanini uttanlands. Boð eru javnan eftir fólki frá gjaldstovuni, um at koma uttanlands at halda fyrilestur og greiða frá skipanini. Viðvíkjandi kostnaðinum av skipanini er at siga, at báðar høvuðsskipanirnar eru bodnar út. Eisini eru aðrar partsskipanir bodnar út. Hetta eigur at tryggja bí­lig­asta kostnað. Lagt kann verða afturat, at føroyska fyritøkan Sam- teld, er ein av høvuðsveit­ar­ unum, tá ið umræður Bú­skaparskipan Landsins. Ta einu høvuðsskipanina “Fe­lags Lønarskipan”, hev­ ur Sam-teld ment alla sum hon er. Trupulleikin er bert, at hóast tað í Føroyum er ment ein sera framkomin búskap­ arskipan, verður arbeitt hart fyri at sleppa uttanum hesa skipan, og úrslitið verður, at gjøgnumskygni í sam­ felagnum ikki verður tað, sum tað kundi. Politiska skip­anin fær ikki tað upp­ lýsing hon annars átti at fing­ið. Fíggjarstýringin verð­ur ikki so góð sum hon átti, og samanlagt verður tað dýrari fyri samfelagi at hava fleiri búskaparskipanir, heldur enn eina. Einki er at ivast í, at tað á hillunum hjá KT-handils­ monn­unum standa fíggjar­ stýringsskipanir, ið hvør í sínum lagi eru vælegnaðar til einstakar almennar stovn­ ar, men umráðandi er, at eis­ ini stovnsleiðarar hugsa yvir­skipað, og ikki “sub­ optimera”. Teir eiga jú ikki sínar stovnar, men eru part­ ur av einari heild. Samanumtikið má sigast, at Búskaparskipan Landsins er eitt av allar størstu fram­ brotum hjá føroyskari fyri­ siting. Argir, tann 12. februar 2007 Sosialurin niðurger Búskaparskipan Landsins Hugsar landspolitikarin landspolitiskt Petur Alberg Lamhauge løgtingsmaður í Norðoyggjum Jógvan við Keldu Virknir hondbóltsspælarar siga mær, at hasi trý ótespi­ ligu orðini framvegis verða brúkt millum hondbólts­ fólk. Eitt er, at teir gomlu gubb­ arnir og tær gomlu gumm­ urnar brúka tey av gomlum óvana, men vónandi verða børnini ikki lærd at siga tey í tí Harrans ári 2007? Orsøkin til, at orðini verða søgd á donskum, kann ikki vera, at tað er trup­ult at siga tey á føroysk­ um, tí tey føroysku orðini eru bæði stutt og snøgg! NØL=DRÁL, MAS=TROK, SKRITT=FET Gott í tykkum, brúkið nú tey føroysku orðini! E.S. Til lukku, steypsvinnararnir! Við handbóltskvøðu Á Borg á Argjum um valentinusarmundið 2007 Tvey orð sum hóska væl til alt tað, sum Tjóð­veldis­ flokkurin stendur fyri polit­iskt, eru symbolisma og retorikkur. Besta dømi í so máta er aktuelli spurn­ ingurin um føroyska sendi­ stovu í Reykjavík. Poul Michelsen, løgtingsmaður, spurdi, og so sjálvandi hin spyrjiglaði Høgni Hoy­ dal honum á baki, hví vit skulu vera so ússalig at seta sendistovu á stovn við før­oyskum borðflaggi í kjallaranum á donsku sendistovuni í íslendska høvuðsstaðnum, meðan danska ríkisvápnið og Danne­brog veitraðu í ís­ lendska lotinum uttan­fyri, sum jú er kravt sambært Wienarkon­ventiónini um ambasaduvirksemi land­ anna millum. Løgmaður, Jóanes Eides­ gaard, vísir á í bløðunum, at vit fysiskt flyta í egin hølir í Reykjavík, við okk­ ara egna flaggi, Merkinum, í húnar hátt og veðramerki føroyinga á sjónligum staði. Men hetta er ikki í lagi hesaferð, sambært Høgna Hoydal - hóast júst sami Høgni helt, at tað var í fínasta lagi at seta før­ oyska sendistovu á stovn í London, meðan hann og hansara sonevnda full­veld­ is­samgonga sat í Tinga­ nesi, og júst á donsku sendi­stovuni í bretska høv­ uðsstaðnum við bæði týði­ ligum Dannebrog og ríkis­ vápni sum skjaldramerki. Nú fer hetta so ikki at henda í Reykjavík. Føroy­ ingar fáa egin hølir við flaggi og veðrasegli har, men nú verður mótmælt harð­liga – enntá frá teim­ um, sum onki høvdu at vísa á á uttanríkispolitiska økinum eftir 6 ár í Tinga­ nesi. Ikki verður eitt orð grett um handilsliga og vinnu­liga frambrotið við stóru fyrimununum, sum tað inniber, við føroyskari umboðan í íslendska høv­ uðsstaðnum. Nú Íslands­ sáttmálin er farin at virka, og londini bæði eru vorðin eitt marknaðar- og hand­ ilsøki, er slík umboðan sera vælkomin fyri tey, sum vilja royna seg á fyrsta sinni á hesum stóra og óroynda marknaði fyri okkara vinnufyritøkur – slík diplomatumboðan er næstan ein fyritreyt fyri føroyskari kapping á nøku­ lunda jøvnum føti á ís­lendska marknaðinum, men tað sum hevur við ger­andis­dag og knoss hjá okk­ara vinnufyritøkum at gera, leggur Tjóðveldis­ flokkurin ikki petti lag í, teimum so líkt! Heldur varð­veita retoriska og sym­ bolska øsingartaktikkin í einum bíligum politiskum spæli her heima, um eitt “alt ella onki” í Reykjavík. Og harmiligast av øllum: fjølmiðlarnir fylgja í somu sporum, sum Høgni Hoy­ dal, og jabba allir meiri ella minni um flaggspurn­ ingin, meðan avgjørdu fyri­munirnir fyri føroyskt vinnulív við føroyskum um­boðum í Reykjavík valla verða lýstir við ein­ um orði – hoyrdi ikki henda spurning viðgjørdan í heila tikið, tá talan var um Londonambassad­una fyri fáum árum síðani! Tað bar væl til í London á donsku sendistovuni, men í Reykjavík, nei, har er tað tjóðskaparligt aftur­ stig, ússaligt o.s.fr. at vera í egnum hølum undir Merk­­inum – og fyri at gera undirbrotligheitina full­­komna í hesum máli, so siga “nationalsym­bol­ istarnir” hjá okkum, at í Íslandi, har eru serligar mentunarligar og søguligar orsøkir til at vísa, hvør man er! Also, ein praksis á uttanríkispolitiska øki­ num í London, annar í Reykja­vík – minnir mest um holbergskt skemt! Onkur fór enntá so langt í tjóðskapaligum herð­ind­ um í løgtinginum, sum at krevja republikkina setta á stovn her og nú, so flagg­ møguleikarnir í Íslandi blivu optimalir! Men ikki eitt gleðiligt orð um fyri­ munirnar av at hava før­ oysk umboðsfólk við diplo­matstatusi í Íslandi, t.v.s. við atgongd og møgu­ leikum at virka og ávirka til frama fyri føroyingar í íslendska høvuðsstaðnum, nú so nógv nýtt skal royn­ ast á fyrsta sinni í felags­ marknaði okkara føroyinga og íslendinga millum, nú Hoyvíkssáttmálin skal standa sína roynd, sum undirskrivaður varð av Jó­anesi Eidesgaard, løg­ manni og Davidi Oddson, forsætisráðharra. Vónandi fer Hoyvíks­ sátt­málin at slóða fyri einum blomstrandi felags­ marknaði báðum londum at frama. Men uttan okk­ ara egnu umboðsfólk við diplomatstatusi í Reykja­ vík, var kappingin tapt í forhond. Súru ber tjóðvedismanna byggja onki land. Johan Samuelsen Nationalsymbolisma NØL, MAS, SKRITT DRÁL, TROK, FET Sikkin eitt sprok! Eyðun á Borg viðmerkingar