Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 31 - 13. februar 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Í dag, týsdagin 13. februar, verður Uni Næs prestur í Fuglafirði 50 ár. Tey fyrstu níggju árini búði Uni í Vági, har pápin, Johannes Andreas Næs, var lærari. Pápin er ættaður úr Hvalba, og mamman, Brynhild fødd Stenberg, er úr Sumba. Tá ið Johannes Andreas Næs í 1966 gjørdist skúlaráðgevi, flutti familjan til Havnar. Børnini hjá Brynhild og Jóhannesi eru Unna (1949), Martin (1953), Uni (1957) og Julianna (1958). Unna og Uni búgva í Fuglafirði, Martin í Havn og Julianna í Leirvík. Uni leyk nýmálsligt stud­ents­ prógv í Hoydølum í 1977. Tá ið hann hevði verið vikarur í Eystur­ skúlanum í eitt ár, fór hann undir gud­frøðislestur í Århus. Eftir at hava lisið í tvey semestur, flutti Uni aftur til Havnar, har hann á Fróðskaparsetrinum helt fram við lestrinum. Í 1978 vóru floksfelagarnir úr Hoy­dølum, Jógvan Fríðriks­son, Heri Joensen og Ólav­ur Ras­mus­ sen farnir at lesa gudfrøði. Umf­ ramt hesar lósu Armgarð Arge og Anders E. Nielsen, sum var adventistaprestur, gudfrøði á Setrinum fram til 1981. Tá fór Uni aftur til Århus, har hann leyk teologiskt em­bætisprógv í 1986. Undir lestrinum skrivaði Uni høvuðs­­uppgávu um før­oyska kirkju­søgu við ser­lig­um atliti til felagskirkjuligt sam­starv. Áhugin fyri hesum er fram­vegis stórur, og Uni hevur kring landið hitt nógv­ar ábyrgdarpersónar í kirkj­ um og samkomum. Talan er um virðismikið keldutilfar, sum tað væl kann fara at hoyrast meiri um eina ferð í framtíðini. Á heysti í 1985 tók Uni pastoral­ sem­inarið, og á vári í 1987 tók hann prógv á Danmarks Jour­nal­ isthøjskole í Århus - tað sokallaðu “Ískoytis­útbúgv­ingina” fyri akademikarar. Hetta sama heystið gjørdi Uni fleiri áhugaverdar send­ ing­ar í Útvarpi Føroya, um­framt at hann hevði tímar í religión í Hoydølum og undirvísti í Argja skúla. 31. januar í 1988 varð Uni prest­ vígdur í Vesturkirkjuni, og næsta árið loysti hann Kjartan Mørkøre av sum prest­ur í Suðurstreymoyar vest­ara prestagjaldi. Eftir at Uni var fluttur til Havn­ ar at búgva, kom hann skjótt upp í barna- og ungdómsarbeiði í KFUM, har hann eitt nú var skóti. Talan var tí ikki um ókendan heimavøll, tá ið hann 1989-1992 var KFUM skrivari. 1. mars 1992 gjørdist Uni prestur í Vestmanna við tæn­astuskyldu í Vága presta­gjaldi, og har var hann, inn­til hann 1. apríl í 2000 gjørdist prestur í Fuglafirði. Í Vestmanna var Uni virkin í kirkjuligum høpi, og í Fugla­firði og Leirvík stuðlar prestur uppundir fjøl­broytta arbeiði, sum missiónin stend­ur fyri. Umframt kirkjurnar í Fuglafirði og Leirvík fevnir sóknin um kirkjuna í Elduvík, bønhúsið á Hellunum og skúlan í Funningsfirði, har tað eisini eru gudstænastur. Uni Næs, sum er stillførur, fyri­­kom­andi, arbeiðssamur og mið­vísur, hevur síðani 2002 verið formaður í skúla­stýrinum í Fuglafirði, og harafturat er hann virkin í so mongum øðrum. Eitt nú er hann formaður í Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag og blaðstjóri á Kristiligt Ung­mannablað, sum nú nevnist KRUNG. Familjulívið telur nógv hjá Una. Hann er giftur Emily fødd Johansen og uppvaksin á Gerðarleiti á Strondum. Emily er pædagogur og arbeiðir í Dag­stovninum í Fuglafirði. Børnini eru Fríða (1985), Lív (1988), Bárður (1993) og Vár (1995). Hjá fuglfjarðarpresti renna arbeiði og frítíð ofta út í eitt. Umframt skyldurnar og áhugamálini, sum eru nevnd oman­fyri, so hevur Uni síðani 1997 fyri før­oysku kirkj­una verið observatørur í Det Mellemkirkelige Råd, sum fæst við millumkirkjuligt og økomeniskt arbeiði. Una dámar væl at luttaka í orða­skiftum. Eitt nú dámar honum væl at luttaka í tvør­kirkjuligum dialogi, og av og á luttekur hann í orðaskiftum í føroysku miðlunum, sum hann hevur stóran áhuga fyri og áskoðanir um. Samstarvið millum teir fimm prest­ar­nar í Eysturoy sigst vera stak gott. Teir hitt­ast javnan hvør hjá øðrum, og eina ferð um árið skipa teir fyri kirkjufundi fyri alla Eysturoynna, har eisini onnur ábyrgdarfólk í kirkjuni enn prestarnir taka lut. Í hesum eigur Uni stóran leik­lut. 50 ára føðingardagurin verður hildin leygardagin í prestagarðinum á Mørkini í Fuglafirði kl.10-17. J Uni Næs 50 ár Tungt og svárt er at venja seg við tankan um, at tveir av mínum lærarum ikki eru her meira. At báðir skuldu fara við einari viku millumbili. Skopun misti tveir synir, tað er so satt sum Katrina skrivar. Jógvan Adolf var ein góður lærari, og tað var so spennandi í tímunum hjá honum, tá hann fortaldi um kvæðini og tær gomlu søgurnar. Hann dugdi so væl at gera tað spennandi og nýtti røddina til at leggja dent á tað ymiska, sum gekk fyri seg í søgunum. Altíð rósti hann okkum fyri tað vit dugdu og stuðlaði okkum í tí vit ikki vóru so sterk í. Eg minnist, at vit einaferð høvdu fingið vitjan av lærarum frá øðrum skúlum, tá kom Jógvan Adolf inn í okkara flokk og segði so stoltur við onkran av okkum, »ja reis teg upp og fortel hesum manni, hvussu oyggjar okkara eita« tá gingu vit bara í øðrum flokki. Jógvan Adolf var ein maður við makt í sínum orðum, tá hann segði nakað, lurtaðu øll eftir, og tá hann lovaði okkum nakað, so vistu vit, at vit ikki blivu vónsvikin. Tað er so nógv, sum eg kundi sagt um mín góða lærara t.d. tað vøkru skriftina sum næmingar hansara hava fingið rós fyri tá teir eru farnir víðari í skúla. Sigurd kom nógv í heimið hjá okkum, hann og pápin vóru vinir, og var Sigurd gubbi til tvíburabrøður mínar. Tað var so hugnaligt at sita og hoyra tá pápin og hann vóru í hopla og har­mon­ikan bleiv toga og tamba út. Sigurd var ein friðarligur maður og ein sera góður undirvísari. Eg minn­ist, at hann dugdi so væl at tekna, og á jólum plagdi hann altíð at gera so fínar tekningar á talvuna í skúlanum, og so tímdi hann eisini so væl at syngja saman við okkum og siga frá stuttligum søgum. Tá vit giftust 11. nov. var Sigurð vorðin so ússaligur, at hann ikki orkaði at koma til vígsluna, men tað vóru ráð fyri tí, so vit fóru eftir kirkjuna niðan til teirra og sótu brúðarklødd við song hansara og sungu og prátaðu, tað var ein hugnalig og ógloymandi løta. Kæru tit, sum eftir sita, saknurin er stórur, men Harrin sum aldrin svíkur síni, er við tykkara lið og hjálpir tykkum áfram á lívsins vegi. Ærað verið minnið um kæru lærarar mínar, Jógvan Adolf og Sigurd. Yvonna Drangberg Minnir um lærarar mínar Jógvan Adolf Johannesen og Sigurd Bærentsen Jógvan Adolf Johannesen Sigurd Bærentsen