týsdagur 13. februar 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 13. februar 2007
17
Maria Petursdóttir, fødd Hentze, ættað úr Hovi,
búsitandi í Hafnafirði í Íslandi, andaðist fríggja
dagin 9. februar 77 ára gomul. Jarðarferðin verður
úr Hafnafjarðar kirkju hósdagin 15. februar
klokkan 11. Tey, sum vilja minnast Mariu kunnu
lata eina gávu til Hovs kirkju, konta í Suðuroyar
Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
17. desember fer at vera ein dagur,
sum vit ongantíð fara at gloyma.
Sunnumorgunin vóru vit uppringd,
tíðliga á morgni, tí babba var vorð
in sjúkur. Fóru til Havnar á Lands
sjúkrahúsið við honum, men eingin
av okkum hugsaði, at tað stóð so illa
til, at hann lítla løtu seinni var deyður,
bert 59 ára gamal.
Tað var sum um beinini fullkomuliga
vóru skrykt undan okkum, ein djúp
óskiljandi sorg. Babba var jú ungur
og púra frískur, alt var so óveruligt og
so tað, at eingin lækni kundi hjálpa
honum. Hetta var beint undan jólum,
og vit høvdu beint áðrenn avgjørt, at
í ár skuldu vit øll systkini við familju
halda jól heima hjá mammu og babba,
tað var jú altíð so hugnaligt. Ístaðin
blivu hetta eini jól við stórari og
tungari sorg.
Góði babba, tú og mamma skuldu
halda 35 ára brúdleypsdag, og høvdu
tit tosað um hendan dagin, sum var
2. jóladag. Tað var so hugnaligt at
koma til tykkum tann dagin, men so
skuldi ikki verða, og vit standa eftir
spyrjandi, hví?
Góða babba, tú vart eitt so deiligt
menniskja, og eru vit so eydnusom at
kunna vera ein partur av lívi tínum.
Ein so róligur maður sum altíð var
til at heita á, at hjálpa við øllum. Tú
og mamma vóru so ung tá tit komu
saman, altíð góð, tit vóru sum ein
greipa. Har mamma var, var eisini
babba.
Babba var sjómaður, tá vit vóru
smá og minnast vit væl, tá hann kom
aftur við Kapilssund og hevði verið
leingi burturi, hvussu spennandi tað
var, tí altíð hevði hann okkurt heim
við til okkara.
Vit lærdu nógv gott av tær, bæði tá
tú var eftir fugli, og eisini tá tú vart í
haganum. Minnini eru nógv.
Ofta sat tú og sang og kvæði saman
við okkum, tað vóru ikki fáir sangir í
Føroya fólks og sálmabókini sum tú
dugdi og lærdi okkum.
Mamma sigur ofta, at tað var næstan
hvønn dag tú segði, hevur tú snakka
við Heidi í dag? Er Poula í Havn?
Hevur tú sæð Mikkjal? At vita hvussu
góður tú vart við okum, gevur okkum
eina styrki til at liva víðari.
Kann minnast hvussu tú plagdi at
ringja til Havnar og siga »Hey, tað er
babba, eg eri í haganum, siti uppi á
oynni og fái mær drekkamunn, so eg
ringdi bara fyri at vita, hvat tú gert.
Havi kikara við, so eg síggi húsini
hjá tykkum«.
Átta abbabørn fingu stóra gleða av
tær, og føldu vit at tú ynskti at gleða
tey, eins og tú gjørdi við okkum, tá vit
vóru smá, tað eru vit glað fyri, og at
tey hava fingið nógv og góð minnir
saman við tær.
Ofta hugnaði tú tær saman við
svigarsynunum, tað dámdi tær og
teimum væl, bæði heima, í haga
og annars við tí tú vart upptikin av.
Tit høvdu seyð í fjósinum, sum tú
segði, so høvdu vit okkurt at gera um
veturin.
Tá tú nú vart vorðin umsjónarmaður
í Nólsoy, hevði mamma fingið ein
mann, sum altíð var heima til døgurða,
og sum eisini bara kom inn og spurdi
um ein kaffimunnur var klárur, so
mamma, vit skilja væl, at tú følir eitt
stórt tómrúm.
At tú vart ein maður, sum øll hildu
av, tað sóu vit tá tú fór av kapellinum,
ein stóran fólkaskarða, eisini í kirkju
garðinum.
Mamma tú skalt vita, at vit altíð eru
har. Tað er ómetaliga hart.
Vit eru uppvaksin við at trúgva á
Jesuspápa og vita at hann er har, tað
er ein troyst, og at tú ert heima hjá
honum, er gott at vita sær.
Hervið vilja vit lýsa frið yvir pápa
okkara.
Takk fyri nógv góð minnir.
Heidi, Poula og Mikkjal
Minningarorð um pápa okkara
Kristin Holm, Nólsoy
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá
okkara høgt elskaði sonur og bróðir
Jón Magni Hentze
so brádliga varð tikin frá okkum.
Takk fyri vøkur orð frá Sverra Steinholm í
kapellinum á Landssjúkrahúsinum og takk til
tykkum øll, sum vóru har.
Stóra tøkk til Jónsvein Bech fyri vøkru og fjálgandi
orðini í Tvøroyrar kirkju og tøkk til vinirnar hjá
Magna, sum bóru hann.
Hjartans tøkk fyri stóru hjálpina við
jarðarferðina og ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur.
Tøkk til øll, sum ringdu og vitjaðu við
troystandi orðum.
Takk til kirkjutænarar, sangarar og gravara.
Guds friður veri við Magna.
Jonhild, Jens Thorolf og Petur
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum við
fjarritum, blómum, vitjan og upp
ringingum mintust okkum á krúndiamant
brúdleypsdegnum 30. januar 2007.
Ein serlig heilsan til tykkum á Mørkini
í Streymnesi og børnini við familjum,
takk fyri at tit gjørdu okkum dagin so
hugnaligan.
Blíðar heilsanir
Jona og Esmar Dahl, Oyri
Dagurin
14. februar. Valentinus. Fleiri halgimenni bera hetta
navnið. Í angulsaksiskum londum, serliga í Amerika,
senda gentur og dreingir hvør øðrum gávur ella skrivligar
ástarkvøður, valentines, á hesum degi. Navnið er latín og
merkir raskur ella kraftarmikil. Jens Kristian Svabo doyði
hendan dagin í 1824, 78 ára gamal.
Í dag, týsdagin 13. februar 2007, fyllir
Øssur Berghamar, leiðari av Kristna
stovu í Keypmannahavn 65 ár.
Øssur er havnarmaður, men hann
hevur búð í Keypmannahavn síðan 1973.
Hann er útbúgvin skrivstovumaður og
hevur t.d. arbeitt í Sjóvinnubankanum,
á skrivstovuni á Landssjúkrahúsinum
og á eini bilasølu í Havn.
Í 1970 giftist hann við Susan, ið er
fødd og uppvaksin í Hounslow uttan
fyri London.
Í 1973 fluttu tey til Keypmannahavnar,
har tey byrjaðu eitt evangeliskt úti
setaverk millum føroyingar. Hetta
var byrjanin til tað, ið vit kenna sum
Kristnastova, har nógvir føroyingar
koma.
Foreldrini hjá Øssuri vóru: Tinna,
f. Hansen, av Toftum, og Sigurd Berg
hamar úr Havn. Øssur eigur tríggjar
systrar: Gunnvør, sum er eldri enn
Øssur, og Rúna og Erla, sum eru yngri
enn hann. Tær búgva allar í Havn.
Susan og Øssur eiga tveir synir,
Andrew og Kristin Filip, sum báðir
búgva í Danmark.
Barnabørnini eru seks í tali.
Øssur Berghamar 65 ár
Lesið
- so eru tit við