týsdagur 13. februar 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 31 - 13. februar 2007
Stjørna í
Manhattan
Gunnar Mikkelsen
spælir í fríggja
kvøldið og leygar
kvøldið á Manhattan.
Hetta verður eitt høvi
at uppliva Stjerne For
En Aften vinnarin á
palli í Føroyum.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hálvi føroyingurin Gunnar
Mikkelsen gjørdist av
álvara kendur, tá hann
gjørdi Guðruni Sólju
Jacobsen eftir og vann
kappingina Stjerne For en
Aften á Danmarks Radio.
Við egnum tolkingum av
løgunum Why Does It
Always Rain On Me hjá
Travis og The Scientist
hjá Coldplay vann dámligi
ljóshærdi drongurin nógv
hjørtu. Meðan siðbundin
popprokkur, soul og rein
dyrkaður poppur vóru
dominerandi í kappingini,
var Gunnar sum eitt frískt
lot. Hansara fyrsta fløga
The Best Piece Of Advice
Always Comes A Little
Too Late, varð eisini væl
móttikin, ummælini vóru
sum heild góð, og lagið
Haunted Honeymoon var
nógv at hoyra í donskum
miðlum, umframt, at tað
eisini varð spælt nakað í
USA.
Danskir miðlar vóru
skjótir at spáa Gunnari
eina stóra framtíð og
vístu á, at her kundi talan
vera um okkurt annað
enn vanligu døgnflugur
nar, ið Stjerne For En
Aften
hópframleiddi.
Men hvussu er og ikki,
so hevur lítið og einki
verið at hoyrt til Gunnar
seinastu árini, vitjar tú
heimasíðu hansara, sært
tú at seinastu tíðindi eru
løgd út í mai 2005. Men
fyri føroyingar er Gunnar
aktuellur við jøvnum
millumbilum, tá hann
vitjar sum barrsangari,
hetta ger hann m.a. í
komandi vikuskifti.
Hann spælir fríggja
kvøldið og leygarkvøldið
á Manhattan.
Asfalt verður í juni
Í juni í fjør var Asfalt
á fyrsta sinni hildið í
Tórsgøtu í Havn. Nú
er greitt at aftur í ár
fer føroyskur tón
leikur at ljóma í
Tórsgøtu
Asfalt
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
- Vit halda fast í sama kon
septi, sum gongur uppá at
gera føroyskan tónleik sjón
ligan og at fáa nýggjar bólk
ar fram, sigur Bogi Andreas
sen høvðuðsfyriskipari av
tónleikatiltakinum Asfalt,
ið verður hildið á øðrum
sinni í døgunum 4.-9. juni.
Konseptið óbroytt
Í fjør gekk sambært Boga
betur enn væntað og tí verð
ur grundhugsjónin sum so
ikki broytt, men tiltakið
verður víðkað til eisini at
umfata aðra list, umframt at
tað í ár verður frá mánadegi
til leygardag.
Bogi greiðir frá, at nøkur
ivamál vóru, tá tey fóru und
ir tiltakið eitt nú var spurn
ingur, um tað bar til at hava
so nógvar konsertir innan
fyri eitt so stutt tíðarskeið
og um nóg nógvir góðir før
oyskir bólkar vóru, men
báðir
hesir
spurningar
kundu tey eftir tiltakið
svara játtandi.
Tað var eisini sera gleði
ligt at uppliva hvussu væl
fólk tók ímóti tiltakinum,
sigur Bogi, ið hevur fingið
góðar afturmeldingar frá
bæði áskoðarum og frá lut
takarum.
Bogi sigur, at nú tiltakið
verður víðka í dagatali,
verður eisini høvi at taka
aðrar partar av miðbýnum
við í verkætlanina, her
kunnu t.d. vera framførslur
og framsýningar í eitt nú
samkomuhølum og á bóka
savninum.
Einki tal sett á
Í fjør varð skjótt meldað út,
at Asfalt ætlaði at húsa 70
føroyskum
bólkum,
og
hóast endaliga talið gjørdist
64 m.a. orsakað av nøkrum
avboðum og fyri at tíðarætl
anin skuldi ganga upp, so
metir Bogi at hetta málið
var rokkið nøkurlundað.
Hann vil tó ikki leggja seg
fastan á nakað ávíst tal enn.
Men viðgongur, at fleiri
nøvn longu eru komin upp
á pláss, og fleiri onnur hava
víst tiltakinum áhuga.
- Vit fara í næstum at
kunngera fyrstu nøvnini,
sigur Bogi.
Hann vísir á, at enn er
nógv pláss eftir á skránni,
so tí ber til hjá bólkum at
seta seg í samband við
Asfalt.
- Vit vilja gjarna bjóða
okkurt nýtt fram eisini, so
nýggir bólkar eru vælkom
nir at senda okkum demoir
og tílíkt, sigur Bogi
16 skeinkiloyvir
Í mun til øll hini tónleika
tiltøkini og festivalarnar
valdi Asfalt ikki at skeinkja
sterkt inni á økinum í fjør.
Henda politikk ætla tey at
halda fast í.
- Í grannalagnum kring
Asfalt eru 16 skeinkiloyvir,
og vit eru sannførd um, at
tey, ið umsita hesi loyvi,
duga nógv betur at taka sær
av hesum enn vit, so tí fara
vit ikki at leggja okkum út í
kapping við tey.
Spæla fyri spælistað
Umframt at sjónliggera før
oyskan tónleik er Asfalt eitt
stuðulstiltak. Í fjør var
avgjørt at yvirskotið skuldi
fara í ein grunn, ið skuldi
virka føroyskan tónleiki at
frama. Í ár verður enn eitt
stig tikið fyri at tryggja, at
partur av inntøkuni verður
settur av til vælgerandi
endamál innan tónleikin. Í
staðin fyri at teir bólkar, ið
luttaka á Asfalt fáa samsýn
ing fyri sína luttøku, verður
ein ávís upphædd fyri
hvønn bólkin sett á eina
konto, ið skal brúkast før
oyskum tónleiki at frama.
M.a. til áhaldandi arbeiðið
at skapa eitt spælistað í høv
uðsstaðnum. Bogi greiðir
frá, at tá arbeitt verður við
einum tiltakið sum Asfalt,
so verður arbeitt við hjartan
um og ikki orsakað av fíggj
arligum áhugamálum, men
á henda hátt verður peningur
í øllum førum til føroyskan
tónleik.
Somu høvuðsstuðlar
Aftur í ár eru Føroya Banki
og Tórshavnar kommuna
høvuðsstuðlar, bankin skriv
aði í fjør trý ára avtalu við
Asfalt. Fyri kommununa er
Asfalt í trá við áhaldandi
ætlanirnar um at gera Tórs
gøtu til mentanargøtu.
Bogi Andreassen er aftur í ár høvuðsfyriskipari av Asfalt
mynd: Jens Kr. Vang
Juliannu Boys spæla til
føstulávintsdans á Strondum
Leygarkvøldið verður føstulávintsdansur í Bygdahúsinum á
Strondum, har Juliannu Boys saman við øðrum spæla. Juliannu
Boys eru Árni og Marnar, teir eru kendir fyri sínar frálíka góðu
sangir.
Teir hava givið fleiri fløgur út, undir egnum navnið og sum
Black Birds. Tað er Strálan, ið skipar fyri tiltakinum og hetta
verður gjørt fyri at savna pening inn til at byggja Neyst til
bátarnar upp til komandi kappingarár. Felagið eigur tríggjar
bátar Stráluna, Stjørnuna og Strípuna.
Jamm-kvøldini flutt í Kaggan
Havnar Jazzfelag hevur seinastu árini skipað fyri jamm kvøldum, har
føroyskir tónleikarar mikukvøld hittast. Tiltøkini hava verið væl
umtókt, men hava ferðast kring býin. Seinastu tíðina er tað Cleopatra,
ið hevur lagt høli til jammini, men nú tekur Kaggin yvir. Heðin Ziska
Davidsen frá Havnar Jazzfelag sigur, at felagið hevur valt at broytt
mannagongdina eitt sindur. – Ofta vóru tað tey somu fólkini, ið
jammaðu, fyri at skapa eitt sindur av útskifting, hava vit nú valt, at
ein ábyrgdarpersónur tekur sær av tónleikinum í ein mánað, síðan
tekur ein annar yvir, hesin skaffar so bólk hvørt kvøldið og tílíkt,
greiðir Heðin frá. Fyrsta mánaðin hevur hann ábyrgdina.