týsdagur 13. februar 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 13. februar 2007
19
Høgni Lisberg og
Nordisk Film Bio
grafer A/S samstarv í
mars um ein
konsertferð kring
Danmark.
Konsertferð
Niels Uni Dam
nielsuni@sosilurin.fo
Í seinnu helvt av mars fer
Høgni Lisberg á konsertferð
í
donskum
filmshølum.
Konsertferðin verður í sam
starvi við Nordisk Film
Biografer A/S og talan
verður m.a. um kvøld kon
serterir í Metropol-biograf
unum í Keypmannahavn og
Biocity-biografunum
í
Århus og Odense.
Lars Møller, frá Nordisk
Film Biografer A/S, sigur
um konserferðina:
- Vit hava lagt til merkis,
at filmshølini eru sera væl
egnaði til konsertir. Man
situr ótrúliga væl í setrunum
og hetta er gott høvi, at fáa
tónleikin settan í fokus.
Eisini dámar tónleikarunum
sera væl at spæla í films
hølunum.
Nordisk Film hevur áður
skipað fyri konsertum við
Blue Foundation og Dan
marks Radio Big Band,
men Høgni er tann fyrsti
artisturin, ið fer á eina tílíka
konsertferð.
Sølan av atgongumerkjum
er byrja og fáast á www.
biobooking.dk ella á telefon
70 13 12 11 mellem kl. 9.30
og 21.30. 400 áskoðarar
sleppa inn til hvørja konsert.
Við í atgongumerkinum á
75 kroner er ein øl sum
verður servera ein hálvan
tíma
áðrenn
konsertin
byrjar.
Konsertirnar verða:
27. mars: Metropol í
Keypmannahavn
28. mars: BioCity í Odense
29. mars: Biocity í
Århus
Konsertirnar eru frá
kl. 19-20.15
Atgongumerki fáast á Shell-
støðunum og í Telebúðunum
kring landið
Vikuskiftispass:
695,-
Barnapass (5-12 ár): 200,-
2007
Klaksvík 3., 4. og 5. august
www.summarfestivalur.fo
Summarfestivalurin
Høgni Lisberg á
Biograf tourné
Vilja hava jarnbreyt
Í Norðurnoregi eru kreftir farnar at virka fyri at fáa eina
jarnbreyt ímillum Russland og Norðurnoreg. Russisku
megin markið endar verandi jarnbreyt í marknabýnum
Nikel, men norska vinnulívið fegið hava eina nýggja
breyt ímillum Kirkenes og Murmansk. Vinnulívsfólk
siga, at tað verður neyðugt við betri sambandi til olju
vinnuna. Men russar ivast. Millum annað stúra teir fyri,
at skip fara at velja norðurnorskar havnir heldur enn
Murmansk.
El úr Íslandi
Íslendingar hava nógva orku, og nú siga teir seg vera
hugaðar at leggja eina elleiðing úr Íslandi til Føroya og
víðari til Skotlands. Tá Bjarni Djurholm, landsstýris
maður í vinnumálum, hitti sín íslendska starvsbróður
fyrr í mánaðinum, fekk hann at vita, at íslendingar
arbeiða við hugskotinum. Tað verður kortini ikki beinan
vegin, at íslendingar fara undir ætlanina, tí hon liggur
eini 10 ella kanska 20 ár frammi í tíðini.