Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 31 - 13. februar 2007 tíðindi Eivør og Maria konsert Mikukvøldið 28. februar fara tær báðar føroysku song­ kvinnurnar Eivør Pálsdóttir og Maria Guttesen at hava konsert í tónleikahúsinum hjá Klejtrup Musikefterskole í Hobro í Danmark. Skúlin ger nógv burtur úr konsertini. Kvøldið verður umrøtt sum nakað heilt serstakt, og Eivør og Maria verða umrøddar sum ”Nordatlantens største stem­ mer og sangskrivere”. Konsertin á Klejrup Musikefterskole verður klokkan 19.30. Rentan upp í mars Tann evropeiski miðbankin hækkaði ikki rentuna hesaferð, men samstundis er tað greitt, at rentan fer at hækka í næsta mánað. Sum er er rentan 3,50 prosent, og fer hon upp á 3,75 prosent í mars. Upprunaliga varð roknað við, at rentan fór ikki at hækka fyrr eina ferð seinni í ár, men nú er greitt, at tað verður longu í næsta mánað. Vanliga plaga bankarnir at fylgja broytingunum hjá miðbankanum, so helst fáa vit rentuhækking í næstum. Nú er stóra flaka­ virkið hjá Fiska­virk­ ing í Vági latið upp aftur. Maskinurnar verða royndar í dag fyri at vita, hvussu alt riggar. Væntandi verður talan um eitt arbeiðspláss til 100- 120 fólk Arbeiðspláss Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Dagurin í dag er ein merkis­ dagur í Vági. Fiskavirking hevur leingi arbeitt við at lata stóra flaka­ virkið í Vági upp aftur og í dag skulu maskinurnar royn­ ast á fyrsta sinni av álvara. Sostatt tykist tað sum ein endi er fingin á einum meiri enn 10 ára longum skeiði við turrum gólvi á flaka­virk­ inum í Vági-burtursæð frá tíðini, tá ið Heri Hjelm ar­beiddi nógvan laks á virk­ inum, men tað vardi ikki so leingi. Annars hava vágbingar alla tíðina trákkast eftir, at Fiskavirking fór at fáa virkið ígongd aftur og teir hava sent áheitan eftir áheitan, bæði á Fiskavirking og á politikarar. Og einaferð kom so vítt, at Vágs Býráð enntá hótti við at siga leigusáttmálan til grundstykki upp, so at Fiskavirking varð noytt at taka virkið niður. Serframleiðslur í Vági Men í heyst kundi vit í Sosial­inum fortelja, at Fiska­virking ætlaði at seta fulla ferð á aftur virkið í Vági. Síðani hevur verið arbeitt við at seta útgerð upp á virki­num í Vági og fyri næst­­an trimum tveimum vik­­um síðani varð so spaku­ liga trýst á startknøttin, við ymsum einføldum fram­ leiðslum. John Nielsen, leiðari hjá Fiskavirking í Suðuroy, sigur, at higartil hava eini 40 fólk verið til arbeiðis í Vági, men enn eru ymisk viðurskifti eftir at fáa í rætt­ lag, áðrenn full ferð kann setast á. Seinastu dagarnar hava teir gjørt tillagingar og akku­rát í dag er ætlanin at fara royna allar linjurnar og at fara undir tær fram­leiðsl­ ur, sum, ætlanin er at gera á virkinum. Í morgun segði John Niel­ sen, at tað hevði gingið hampi­­liga væl, tó at ein­­stak­ ir byrjunartrupulleiakr vóru. Og síðani er ætlanin at seta fulla ferð á. Virkisleiðarin sigur, at tað, sum ætlanin er at gera í Vági, er at góðska upsa til ymsar serframleiðslur. Tað kann vera til portiónur í smá­um pakkum. John Nielsen sigur, at hann væntar, at brúk verður fyri 100-120 fólkum á virki­ num í Vági og hann væntar eisini, at talan verður um støðugt arbeiði hvønn dag. Tað kann eisini verða tal­ an um, at tey fara at arbeiða í tveimum vaktum. Ikki merkt tørvin Nú eru tað mong fiskavirki, sum gremja seg um, at tað er so torført at fáa ar­beiðs­ fólk. Hvussu gongur hjá tykk­um at manna virkið í Vági? - Tað er spurningurin. Enn hevur ikki verið torført at fáa arbeiðspláss, men enn hava vit heldur ikki sett fulla ferð á. Hvussu verður við fólki, vita vit ikki, fyrr­ enn virkið skal vera full­ mann­að. Men vit vóna at fáa fólk úr allari oynni. Tá ið Hovstunnilin er liðugur skuldi tað ikki verið nakar trupulleiki, tí tá verður neyvan meiri enn 15 minuttir at koyra av Tvør­ oyri til Vágs og neyvan meir enn hálvur tími at koyra úr Sandvík, sum er longst burtur. Sostatt skuldi frástøðan ikki verið nakar trupulleiki, sigur John Niel­ sen. Hann sigur, at enn hevur ikki verið upp á tal hjá teim­ um at royna at fáa útlend­ ingar hendavegin. Men hvussu verður við tí veit hann ikki, men enn hava vit so ikki merkt tørvin arbeiðs­ megi so enn hevur ongin orsøk verið at royna tann møguleikan. Hvussu verður so við virki­num á Tvøroyri? - Tað er ov tíðliga at siga nakað um enn, men tað er eitt mál, sum vit arbeiða við. Vit hava ætlað at brúka tað til at virka gulllaks í, men tað fer so tíðin at vísa, hvussu tað fer at eydnast. Hví hava tit so flutt fram­ leiðsluna av Tvøroyri, til Vágs? Tað er bara at hyggja at báðum virkjunum, so gong­ ur sjón fyri søgn. Í Vági hava vit 7000 fermetrar á Tvøroyri hava vit ikki meiri enn slakar 3000 fermetrar. Sostatt er virkið í Vági meiri enn tvær ferðir so stórt sum tað á Tvøroyri. Sam­stundis er virkið í Vági í væl betri standi. - Skulu vit hava eitt stórt virkið í Suðuroy at bera seg, eru møguleikarnir nógv betri í Vági, tí virkið er betri í allar mátar, sigur John Nielsen. - Í Vági fáa vit framleitt heilt aðrar og virðismiklari vørur enn vit fáa á Tvøroyri, tí virkið er betri og rúm­ ligari. Tað, sum umræður, er at virka fiskin so nógv sum gjørligt í Føroyum, fyri at skapa so stóra virðisøking her á landi sum gjørligt, heldur enn at flyta fiskin hálvvirkaðan av land­ inum og lata virki uttanlands fáa vinningin av virðis­ øking­ini, leggur hann aftu­ rat. Fáa arbeiðspláss til yvir 100 fólk í Vági Vinnulívið í Suðuroy hevur rættiliga svingað seg upp seinastu árini og nú verður eisini arbeiðið tikið upp aftur á stóra flakavirkinum í Vági, har tey fara at virka upsa til ymsar serframleiðslur