Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 13. februar 2007 21 tíðindi Næstu árini skulu nógvir tunlar gerast ymsastaðni í landinum. Men vit kunnu vænta hart stríð í Løgtinginum, tá ið avgerðin skal takast um, hvørjir tunlar skulu gerast fyrst og, hvørjir skulu bíða Tunlar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Skulu suðuroyingar bíða ella skulu norðoyingar bíða? Ella vera tað sandoy­ ing­ar, sum verða settir aftur um? Hetta verða nakrir av stóru spurningunum, sum sam­gongan og Løgtingið noyð­ast at taka støðu til tær næstu mánaðirnar. Tey næstu árini er ætlanin at gera nógvar tunlar ymsa­ staðni í landinum. Men tað er í øllum førum greitt, at allir kunnu ikki ger­ast ísenn. Sostatt er neyð­ ugt at raðfesta tunlarnar fyri at gera av, hvørjir tunlar skulu gerast fyrst og, hvørjir skulu bíða. Tað er eitt arbeiði, sum samgongan og Løgtingið skulu undir teir næstu mán­ aðirnar Orðaskiftið hevur verið í løgtinginum um tunlar og tá kom týðiliga til sjóndar, at tinglimir eru alt annað enn samdir um, hvørjir tunl­ ar skulu gerast fyrst Eisini innanhýsis í sam­ gong­uni sær ikki út til at vera semja um, hvussu tunl­ ar­­nir skulu raðfestast. Tí kann væntast, at tunn­ ilsprátið í Løgtinginum tær næstu mánaðirnar verður heilt festligt, serliga tá ið hugs­að verður um, at tað verð­ur Løgtingsval um minni enn eitt ár. Fleiri tunlar á skránni Og tað er ikki smávegis tunl­ar, sum ætlanin er at gera. Suðuroyingar strongja á fyri at fáa nýggjan tunnil til Hvalbiar. Sandoyingar vilja hava tunnil til Dals og norðoy­ ingar vilja bæði hava tunnil úr Klaksvík, norður um Fjall og tunnil til Viðar­eið­ is. Somuleiðis hevur verið tosað um at gera tunnil ímill­um Skálafjørð og Kambs­dal ella Gøtudal. Og so hava røddir eisini verið frammi um at gera tunnil til Tjørnuvíkar, til Fám­jins, ímillum Funning og Gjáar og til Árnafjarðar. Útrokningar gerast Bjarni Djurholm hevur sagt fyri Løgtinginum, at nú skulu kost-nyttu kanningar gerast av tunlunum, sum ætl­anin er at gera. Tað merkir at útrokningar skulu gerast at vita, hvørjum tunlum, vit fáa mest burtur úr eftir kostnaðinum. Tá ið tað er gjørt, skal ein raðfesting gerast fyri at fáa greiði á, hvørjir tunlar skulu gerast fyrst og, hvørjir skulu bíða til seinni. Annars gjørdi Bjarni Djur­holm greitt, at á lang­ tíðarætlanini hjá sam­gong­ uni, hevur tunnilin úr Klaks­ vík, norður um fjall, verið raðfestur frammanfyri ein nýggjan Hvalbiartunnil. Tað merkir, at skal Hval­ biartunnilin framskundast, verður helst neyðugt at bíða við tunlinum í norðoyggjum, tí annars skal íløgukarmurin hjá landinum hækkast mun­ andi. Harafturat vísti Bjarni Djur­holm á, at Løgtingið hev­ur játtað pening til tunn­ il til Dals í tvey ár og hevur samtykt at hann skal gerast. Og skal tann tunnil gerast uttan drál, soleiðis sum Løg­ tingið hevur ynskt, verður helst neyðugt at bíða við øllum hinum tunlunum, til Dalstunnilin er liðugur. Hann staðfesti eisini, at Løgtingið hevur at samtykt at gera tunnil til Dals. - Men áðrenn løgtings­ limir atkvøddu fyri tí, áttu teir kanska at havt hugsað um, hvørjar avleiðingar hetta fór at fáa fyri aðrar tunl­ar, sum teir annars halda vera alneyðugar, segði Bjarni Djurholm. Landsstýrismaðurin legði afturat, at skulu vit leggja ætlanir fyri framtíðina, er tað meiningsleyst at seta fleiri tunlar á fíggjarlógina beinanvegin, tí tað er vón­ leyst at gera allar ísenn. Sjálvur ivaðist hann ikki í, at tá ið kost-nyttu kann­ ingarnar eru lidnar, fer tað at vísa seg, at teir tunlarnir sum fara at geva best úrslit, verður tunnilin norður um Fjall í Klaksvík og Hvalbiar­ tunnilin. Men tað er greitt, at allar súður eru ikki syftar enn. Samgongutingmaðurin, Hendrik Old úr Javnaðar­ flokk­inum vísti á, at á ein­ um fundi um samferðsluna, var hugburðurin mótvegis nýggjum tunli til Hvalbiar var var ógvuliga jaligur. Hann vísti eisini á, at tað var ikki nakað nýtt, at Hval­ biartunnilin var óbrúkiligur og tað er ongin ivi um, at tað er neyðugt at gera nýggj­ an tunnil. Men talan er um nógvan pening og tí er neyð­ ugt at raðfesta tunlarnar. Ein annar samgongu­mað­ ur, Johan Dahl er ikki samd­ ur í at tunnilin Norður um Fjall skal takast framum nýggjan Hvalbiartunnil. - Tað er nógv vinnulív og nógv virksemi í Hvalba, samstundis sum ætlan er at byggja eftirskúla í bygdini. Tí hevur tað avgerðandi at ein nýggjur tunnili verður gjørdur skjótt og tí má sam­ gongan eisini raðfesta hann fremri. Bæði Tórbjørn Jacobsen og Hergeir Nielsen vístu á, at tað skal ein kost-nyttu út­rokning gerast, er tað bara ein lítil løta at koma til ta niðurstøðu, at Hvalbiar­ tunnilin er tann, sum loysir seg best, tí har er so nógv virksemi. Annars mæltu fleiri ting­ limir á Bjarna Djurholm um at leggja málið fyri Løg­ tingið, so at Løgtingið kundi samtykkja eina rað­ fest­ing. Skulu taka avgerð um hvør skal bíða Haldið Sosialin – altíð við tí nýggjasta! Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið borið út 5 ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: Undirskrift: Boks 76 FO-110 Tórshavn Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 Besta keldan til: Vinnulívið Ítrótt Mentan Politik Bilar Merkisdagar Heilsanir Tiltøk ...o.m.a. Send lepan til: tilboð Fáið Sosialin restina av ársfjórðinginum fyri einans kr. 100,-