Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 31 - 13. februar 2007 Nykurin í Mentanarhúsinum Komandi viku verður Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um sangleikin Nykurin, ið 6B í Fuglafjarðar skúla framførir.Umframt framførslu fyri skyldfólki hóskvøldið, verður eisini høvi hjá almenninginum at uppliva leikin. 3 almennat framførslur verða fríggjadagin kl. 20:00, leygardagin kl. 16:00 og kl. 20:00. Atgongumerki fáast við dyrnar 1 tíma áðrenn framførslurnar. Tað er Frits Johannesen, ið hevur skrivað tekstin og løgini. Marjun Djurhuus og Eyð Matras hava leikstjórnað. Tónleikarar eru Rói Eliasen klaver, Jónsvein Poulsen bass og Tórhallur Justinussen gittar. Pallsmíðið hava Eyðstein Cornette og Tórfríður Berjastein staðið fyri. Reytt kort við betri tænastu Nýggja skipanin við reyðum korti ber við sær, at ferðandi nú kunnu fáa leigubil mest sum alt fyri eitt, skuldi óhappið hent Trygging tíðindaskriv Steðgar bilurin upp uttanlanda, bjóðar Tryggingarfelagið Føroyar nú føroyskum bileigarum ókeypis leigubil nærum beinanvegin. Fyrr kom javnan fyri, at uppsteðgaðir føroyskir bileig­ arar bíðaðu fleiri dagar, áðrenn teir fingu annan bil at ferðast víðari við uttanlands. Hetta er nú søga. Nú kanst tú fáa ókeypis leigubil longu tríggjar tímar eftir, at tín bilur er komin á hóskandi verkstað uttanlands. - Nýggju reglurnar hava við sær, at nógv fleiri føroy­ ingar kunnu bjarga sær bilferðina, hóast bilurin steðgar upp. Nú ber til at koma skjótt víðari til frítíðarstaðin ella heim aftur í leigubili, sigur Edvard Heen, varastjóri á Tryggingarfelagnum Føroyum. Fyrr fekst tú ongan ókeypis leigubil, um tín bilur kundi verða umvældur á staðnum, áðrenn tríggir yrka­ dagar vóru farnir. Tók umvælingin júst tríggjar dagar, ja, so ráddi um at brynja seg við toli. Men nú verður nógv lættari at leggja til brots aftur. Sambært nýggju treytu­num kanst tú longu fáa leigubilin, um tín bilur ikki kann verða umvældur í mesta lagi tríggir arbeiðs­ tímar eftir, at hann er komin á verkstað. Reyða kortið gevur tær rætt til ókeypis leigubil í 21 dagar. Hetta er bert galdandi fyri tey, sum hava skrokktryggjað bilin ella annað akfar, sum vigar í mesta lagi 3 tons. Reyða kortið, ið er partur av skrokktryggingini hjá bil­eig­aranum, fevnir millum annað um startihjálp á staðnum, sleip til verkstað, og at bilur og ferðandi verða flutt heim aftur umvegis tilbúgvingarskipanina SOS Inter­national, um hetta er neyðugt. SOS International er skaðafelagsskapur, sum síðani 1961 hevur umsitið tænastu og hjálp vegna flestu norður­ lendsku tryggingarfeløgini. Í dag eiga 22 tryggingarfeløg lut í felagsskapinum. Bíðitíðin verður heilt munandi stytt, nú skipanin við reyðum korti hjá tryggingartakarum er betrað Tað verður Magni Christiansen, sum skal syrgja fyri upphitingini, tá Bellamy Brothers í heyst hava tvær konsertir í Føroyum tónleikur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað verður Føroya helst fremsta country-navn, sum skal fáa áhoyrararnar í rætta lagi, tá Bellamy Brothers í september mánaði koma á Føroya-ferð. Tvær konsertir eru á skránni. Á Tvøroyri verður spælt 14. september, og dagin eftir er høllin á Hálsi í Havn karmur um konsert. Og til báðar framførslurnar verður tað Magni Christian­ sen, sum fer at standa fyri upphitingini av áhoyrarun­ um. Forsølan byrjar 22. Fyriskipararnir eru í løtuni í ferð við at leggja seinastu hond á fyrsta partin av fyri­ reikingunum, og hósdagin í komandi viku byrjar forsøl­ an av atgongumerkjum. - Vit hava setta prísin til 450 krónur fyri atgongu­ merk­ið, og fyri hetta fáa tey vitjandi so konsert við Magna Christiansen, Bella­ my Brothers og so country- dans aftaná. Í Havn verður tað Country-bólkurin, sum fer at standa fyri dansi­tónu­ num, meðan tað enn ikki er heilt endaliga greitt, hvør skal spæla til dansin á Tvør­ oyri, sigur Eyðun Samuel­ sen, Spentir um Suðuroynni Eyðun sigur annars, at teir longu nú hava merkt stóran áhuga fyri konsertunum. - Tað eru heilt nógv, sum hava fregnast um tiltakið, og tí rokna vit við, at stórur partur av atgongu­merkj­un­ um – og vónandi øll – verða seld í forsølu. Ikki minst eru vit spentir uppá, hvussu undirtøkan verður fyri kon­ sertini á Tvøroyri. Bæði fyri at vita, hvat marknað­ urin í Suðuroynni ber, men við nýggja Smyrli kann hetta eisini verða eitt frálíkt høvi hjá norðingum at fara eina lítla útferð, heldur hann. Tað eru Kunningarstov­ urnar í Havn og Klaksvík, sum saman við Staoil-støð­ unum kring landið, ið standa fyri forsøluni. Magni hitar upp fyri Bellamy Landsstýrismaðurin í vinnumálum helt í setunarrøðuni fyri, at offshore-messan í Norðurlandahúsinum er eitt gott høvi hjá pørtunum í olju­ vinnuni at venda bæði spurningum og møguleikum Ráðstevna Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Hóast tað ikki ljóðar av so nógvum, so eru tað týðandi fet fyri okkum, sum verða tikin, nú enn ein boring á føroyskum sjóøki og triðja útbjóðingarumfar í síni heild standa fyri framman. Soleiðis byrjaði Bjarni Djurholm røðu sína, tá hann í morgun setti offshore- mess­una í Norðurlanda­húsi­ num. Talan er um mest sum afturvendandi tiltak, og Bjarni Djurholm tykist ikki vera í iva um nyttuna av ráðstevnuni. - Eg haldi eina árliga ráð­ stevnu av hesum slag vera eitt sera gott hugskot. Hetta gevur teimum, sum virka innan vinnuna, møguleika at tosa um viðkomandi viður­skifti, eins og tað vón­ andi kann geva oljufeløgu­ num íblástur í teirra áskoðan um føroyska økið, segði Bjarni Djurholm. Krevur hart arbeiði Eitt av endamálunum við messuni, sum Vinnuhúsið skipar fyri, er eisini at betra um møguleikarnar hjá før­ oyskum fyritøkum at fáa part í virkseminum kring eina komandi oljuvinnu. Landsstýrismaðurin helt, at hetta eisini var nakað, sum føroyskir undirveitarar hava tikið til sín, og ikki minst, so hava somu veitarar lært, at tað krevur bæði nógv og hart arbeiði at ger­ ast partur av vinnuni. - Eg haldi tað vera av stór­ um týdningi, at myndug­leik­ arnir minna á treytirnar um, at útlendsku feløgini eisini nýta føroyskar undirveitarar. Vit skulu nú áseta treytirnar fyri triðja útbjóðingarumfar, og mín áskoðan er, at vit framvegis seta sum krav, at arbeiðið verður gjørt úr Før­ oyum og við føroyskari arbeiðsmegi, soleiðis at sam­felagsliga gagnið verð­ ur størst møguligt, segði Bjarni Djurholm millum ann­að í setunarrøðu sínari. Neyðug og viðkomandi ráðstevna Off-shore messan fyri 2007 varð í morgun sett í Norðurlandahúsinum Mynd: Jens Kristian Vang