týsdagur 13. februar 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 13. februar 2007
23
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
»Tað er lygn, var mín fyrsti tanki, tá eg sat
frammanfyri sjónvarpið og hugdi at lutakastinum«
Christian Høgni Jacobsen, HB
ítróttur
Seinasta hálva árið í
Frem gjørdist alt
annað enn hugaligt,
tá føroyski spælarin
varð púrasat útifryst
ur, og nú ræður fyrst
og fremst um at finna
spæligleðina aftur,
sigur Jónas Þór Næss
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir at hann støðugt hevði
vunnið seg alt longur fram
í røðini, tá bakk-plássini í
Frem skuldu setast, gjørdist
fótbóltsheystið hjá Jónasi
Þór Næss alt annað enn
hugaligt í fjør. Hann og
felagið kundu ikki semjast
um treytirnar fyri nýggjum
sáttmála, og uttan at hava
spælt seg av, varð føroyski
spælarin tí settur púrasta
uttan fyri hópin.
Vil hava gleðina aftur
Slíkur framferðarháttur er
als ikki óvanligur innan
yrkisfótbóltin. Og umframt
at gera tilveruna keðiliga hjá
einum spælara, sum fyrst
og fremst ynskir at spæla
dystir, so tænir hetta eisini
øðrum endamáli. Nevnliga
at spælarin ikki fær sýnt síni
evni fyri einum møguligum
komandi arbeiðsgevara, og á
tann hátt verður tað truplari
hjá hesum at fáa nýggjan
sáttmála.
Hjá Jónasi eydanðist
heldur ikki at fáa nýggjan
arbeiðsgevara, men heldur
enn at fella í fátt, hevur før
oyski spælarin gjørt eina
avtalu við siðvanda aka
demikarafelagnum, AB, har
hann – uttan sáttmála – fer
at spæla fótbólti komandi
hálva árið.
– Fyrst og fremst, so vil
eg sleppa at spæla dystir.
Seinasta heyst var á ongan
hátt stuttligt hjá mær, og
nú vil eg hava spæligleðina
aftur, sigur Jónas.
– Og tað vóni eg skal
bera til í AB. Eg havi júst
verið við felagnum á eini
venjingarlegu í Turkalandi,
har eg spældi við í tveimum
av trimum dystum, so
tað tykist, sum fái eg her
møguleika at vísa, um dugur
er í mær, sigur Jónas.
Gomul rotta
sum venjari
Á ein hátt verður Jónas
hetta hálvárið eisini við til
at skriva ein part av søguni
hjá AB. Talan er nevnliga
um seinasta hálvárið, sum
Christian Andersen er venj
ari hjá felagnum, sum hann í
fleiri umførum hevur tænt.
Aloftast hava úrslitini verið
góð, men nú vil venjarin,
ið summi rópa Mr. AB,
taka tað eitt sindur róligari.
Umframt venjarastarv í AB
var Christian Andersen eitt
stutt skifti venjari hjá eitt
nú Toda Jónsson og Brian
Laudrup í FCK, men har
gjørdist talan ongan tíð um
nakað eydnuríkt giftarmál.
AB hevur seinnu árini
sleikt sárini eftir eitt mis
eydnað
fíggjarævintýr,
har íleggjarar mistu um 50
milliónir í partapeningi,
sum var ætlaður at flyta
felagið millum tey fremstu
í Danmark. Fíggjarliga
grundarlagið er nú um- og
endurskipað, og ætlanin er,
at felagið um eitt ár skal
vera við í kappingini um
sessirnar til SAS-liguna. Í
vetrarsteðginum er felagið
á 10. plássi í næst bestu
donsku deildini við 17
stigum fyri 15 dystir.
Jónas skal finna spæligleðina aftur
Tveir av fremstu FM-
favorittunum bresta
saman longu fyrsta
umfarið, sum
Formula-liðini eru
við í kappingini um
Løgmanssteypið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Spenningurin kom skjótt
í hæddina, tá 3-2 studio í
Sjónvarpinum í gjárkvøldi
var karmur kring lutakastið
til kappingina um Løgmans
steypið.
Eftir at fyrsta umfarið við
ikki-styrkismettu liðunum
var trekt, var túrurin komin
til næsta umfarið, og her
vildi lagnan tað so, at øll
tey “veiku” kortini komu
úr pottinum fyrst. Skála tó
undantikið.
Eftir vóru níggju kúlur
við Formula-liðum, og tí var
meira enn sannlíkt, at onkur
stórdystur stóð á skránni alt
fyri eitt.
Í Gøtu og Runavík
Og talan gjørdist so eisini
um tveir av slagnum. Í Gøtu
verður spenningurin helst
stórur, tá KÍ kemur á vitjan,
og so verður tað at kalla
stórdystur við Løkin, tá HB
kemur á vitjan.
NSÍ er eitt av feløgunum,
sum veruliga tykist hava
riggað til undan komandi
kappingarárinum, og við
heimadysti móti føroyameist
arunum verður talan alt fyri
eitt um stóra styrkisroynd.
Í so máta tykist talan vera
um heldur greiðari favoritt
leiklutir í hinum dystunum,
har Formula-lið taka lut.
B36 og EB/Streymur hava
heimadyst móti hvør sínum
uppflytara, og bæði Skála
og VB/Sumba skulu spæla
móti liðum, ið hava vunnið
seg víðari úr innleiðandi
umførunum.
HB á útivølli móti NSÍ
Umframt dystin við Løkin, er spenningurin
helst eisini stórur um úrslitið í dystinum
millum GÍ og KÍ
Eftir hálvt ár uttan fyri
spælarahópin í Frem, ræður
nú fyrst og fremst um at finna
spæliglæðina aftur, sigur
Jónas Þór Næss
Lutakastið
1. umfar
TB-B68
Undri-MB
FSV 04-NÍF
LÍF-Fram
2. umfar
Skála-FSV 04/NÍF
ÍF-Undri/MB
TB/B68-SÍ
LÍF/Fram-VB/Sumba
B36-AB
GÍ-KÍ
NSÍ-HB
EB/S-B71