týsdagur 13. februar 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 31 - 13. februar 2007 ]
Drogba er
vandamesti
áleyparin
Við tveimum frísparks
málum í dystinum móti
Middlesbrough
skety
Didier Drogba hjá Chel
sea seg ovast á enska
máltindin. Og hartil
kom Drogba við hesum
eisini á ovasta sessin á
europiska
máltindi
num.
Oddaessurin á hesum
listanum hoyrdi undan
vikuskiftinum
til
Alfonso Alves úr Heer
enveen. Hann hevur
higar til í ár skotið 22
mál, men sambært um
rokningarfaktorinum,
sum verður nýttur, telja
mál í bestu hollendsku
deildini 1,5 stig, og hev
ur Alves soleiðis 33
stig á listanum.
Mál í Premier League
telja hinvegin 2 stig, og
tí er Drogba nú á 34
stigum.
Neville
roknar
við gulli
Gary Neville er sann
førdur um, at hann og
liðfelagarnir í Man
chester United í ár
kunnu vinna Premier
League gull fyri fyrstu
ferð í fýra ár.
- fólk tosa um trýstið
á toppinum, men í løt
uni hava vit tað bara
stuttligt og spæla góðan
fótbólt. Sjálvur haldi
eg, at liðið nú er til reið
ar at vinna. Seinastu trý
árini hava vit ikki spælt
so væl, sum vit eru
førir fyri, men í ár hava
avrikini verið munandi
meira
støðug,
sigur
Neville.
Nú 11 dystir eru eftir
at spæla, er Manchester
United framvegis seks
stig framman fyri Chel
sea á øðrum plássi.
Framskundaður
Kyndils-dystur
Kvinnuliðini hjá Kyndli og StÍF í Sunset-
kappingini skuldu sambært skipanini spæla í
Havn tann 24. februar, men tann dysturin er
nú framskundaður. Ístaðin skal dysturin
spælast tann 21. februar klokkan 20.
Sniðgev tínar skógvar
Frá fríggjadegnum og eina viku fram verður møguleiki
at sniðgeva sínar egnu fótbólts- ella renniskógvar hjá
Thomas Dam Ítrótti í Havn. Undir heitinum Mi_Adidas
hevur týski ítróttarrisin seinnu árini givið keyparunum
møguleika at fáa skógvarnar júst so, sum ynskiligt er.
Bæði við formgeving, liti og við egnum navni ella
nummari á. Frá Thomas Dam siga tey, at best er, um
viðskiftafólk bíleggja sær tíð, so sleppast kann undan
ov nógvari bíðitíð.
- Tað er lygn. Hetta
var fyrsti tankin
Christian Høgni
Jacobsen hjá HB
gjørdi sær, tá ið felag
hansara var drigið at
møta barndóms
felagnum, NSÍ, í aðru
rundu í kappingini
um Løgmanssteypið
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Christian Høgni Jacobsen
hjá HB er ein av fremstu
føroysku fótbóltsleikarum
her á landi. Hann hevur
roynt eydnuna í útlandinum
fyrr, og í Føroyum hevur
hann m.a. roynt at verið
toppskjútti í fleiri umførum.
Hann hevur tó bert umboðað
eitt felag her á landi, nevni
liga barndómsfelagið úr
Runavík, NSÍ.
Eftir lokið kappingarár í
fjør valdi Cristian Høgni tó
at royna aðrar leiðir. Hann
skrivaði undir sáttmála við
meistaraliðið, HB, har hann
nú skal royna seg í komandi
kappingarári. Vit hava tikið
eitt
prát
við
Christian
Høgna, nú nýggja felag
hansara skal møta barn
dómsfelagnum, NSÍ, við
Løkin í aðru rundu í kapp
ingini um Løgmanssteypið.
Trívist væl í HB
Nú hevur Christian Høgni
vant við besta HB-liðnum í
eina tíð, og hann sigur sær
dáma stak væl í nýggja
felagnum.
- Ja, eg má siga, at mær
hevur dámt heilt væl. Leik
ararnir hava tikið væl ímóti,
og eg haldi, at eg hóski væl
til liðið og leikararnar her.
Nú er liðið væl út í febru
ar mánað, og flestu liðini í
Formula-deildini eru byrjað
at spæla vinardystir. Eisini
HB hevur verið í dysti, men
úrslitini hava verið so sum
so. Christian Høgni er tó
hampiliga væl nøgdur við
spælið hjá liðnum, tí har
eru fleiri nýggir leikarar,
sum skulu spælast inn í hóp
in.
- Vit hava fleiri nýggjar
leikarar á liðnum. Har eru
eg sjálvur, Milan Kuljic og
Marcin Dawid, so tað tekur
eitt sindur av tíð at spæla
liðið saman. Vit hava tó
spælt tveir vinardystir, og í
tí fyrra skuldu vit so inn til
Runavíkar at spæla ímóti
NSÍ. Eg haldi, at spælið hjá
okkum var ikki so heilt gal
ið í dystinum, men sum
fleiri helst vita, so taptu vit
heili 4-1. Tá man tapir so
nógv, so eru sjálvandi nøkur
ting, sum skulu gerast
betri.
-
Í
seinna
dystinum
spældu vit ímóti GÍ, og tá
var nógv betri. Her vunnu
vit 2-0, og tá haldi eg, at vit
spældu ein fínan dyst. Enn
eru tó nøkur ting, sum skulu
uppá pláss, men vit spældu
væl betri enn ímóti NSÍ.
Skal møta NSÍ
Fyrr í gjárkvøldið var so
lutakast í Sjónvarp Føroya,
har drigið var lut um, hvørji
lið skuldu hittast í kapping
ini um Løgmanssteypið.
Hetta bar við sær, at Christ
ian Høgni og hansara lið
felagar skulu ein túr inn til
Runavíkar, at spæla ímóti
barndómsfelagnum
hjá
Christian Høgna, NSÍ.
Christian Høgni helt hetta
vera sera tilfeldugt, men
hann gleðir seg tó til uppgáv
una.
- Tað er lygn, var mín
fyrsti tanki, tá eg sat framm
an fyri sjónvarpið og hugdi
at lutakastinum. Hatta er
ótrúliga tilvildarligt, men
soleiðis er fótbóltur nú eina
ferð, so hetta má eg bara
taka við. Seinast vit spældu
í Runavík gekk ikki so galið
hjá mær, sjálvt um vit taptu
stórt. Munurin er bara, at
fyrr var eg gulur, nú eri eg
reyður.
- Eitt er tó sikkurt. Skulu
vit vinna dystin í Runavík,
so skulu vit spæla betri, enn
vit gjørdu, tá vit møttu teim
um í vinardystinum. Vit
skulu ikki gera so nógv per
sónlig mistøk, men hetta
verður uttan iva betri tá.
Væntar eina
harða kapping
At enda spurdu vit Christian
Høgna, hvørjar vónir hann
hevur til komandi kappingar
ár.
- Eg havi góðar vónir. Eg
vænti eina harða kapping, tí
har eru nógv góð lið í For
mula-deildini. Flestu liðini
hava í minsta lagi 11 góðar
leikarar,
so
vit
mugu
arbeiða hart í hvørjum
dysti.
- Vit hava eitt gott lið,
men har eru fleiri onnur lið,
sum heilt víst eisini ætla
sær at spæla við í oddinum.
B36 hevur eitt gott lið, og
teir eru altíð í oddinum.
NSÍ hevur eisini brynjað
seg væl út í teirra royndum
at røkka heiðursmerkjum,
og so er tað EB/Streymur.
Teir kláraðu tað væl í fjør,
og eg vænti, at teir enn eina
ferð fara at spæla við í odd
inum, tí teir hava eisini eitt
sera gott lið.
Christian Høgni ljóðaði
spentur á málinum til kom
andi kappingarár, men hann
vildi tó ikki geva eitt enda
ligt boð, hvar HB fór at
vera,
tá
landskappingin
kemur til sín enda í oktober
mánaða.
Christian Høgni
á útivølli við Løkin
Christian Høgni Jacobsen fer á vitjan hjá barndómsfelagnum við Løkin í hansara fyrsta dysti av
týdningi fyri nýggja felag sítt, HB