týsdagur 13. februar 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 31 - 13. februar 2007 ]
Mandaric aftur í Onglandi
Serbiski ríkmaðurin, Milan Mandaric, seldi í fjør
Portsmouth, men nú er hann aftur at síggja í enskum
fótbólti. Eftir øllum at døma er Mandaric nevnliga
maðurin, sum skal bjarga Leicester. Enskir miðlar
skriva, at hann hevur keypt felagið fyri 275 mió kr.,
og ætlandi verður tíðindafundur í dag, har tíðindini
verða váttað.
Owen skjótt klárur
Michael sigur seg skjótt vera til reiðar at spæla
fótbólt aftur, eftir at hann hevur verið úti við skaða,
síðani Ongland í HM-kappingini spældi móti
Svøríki. Ein dystur, har Owen bert fekk fáar minuttir
á vøllinum, áðrenn hann small í svørðin við slitnum
krossbandi. Seinastu vikuna er Owen byrjaður at
renna, og bæði hann og Newcastle-venjarin, Glenn
Roeder, vóna, at spælarin kann verða tøkur, áðrenn
enska kappingin fer í summarfrí.
14 ára gamli Magnus
Andreassen skeyt seg
um vikuskiftið til
silvur í sterkari boga
skjótikapping í
Danmark
Bogaskjóting
Jákup Mørk
Bogaskjótideildin hevði
sent tvey føroysk umboð
til kappingina í Hillerød,
sum eisini virkar sum upp
hiting hjá bestu donsku
skjúttunum undan HM-
kappingini.
Til samans vóru 130 lut
takarar, og skutu vaksin
her yvir 18 metrar, meðan
yngru skjúttarnir skutu
yvir 12 metrar.
Teir báðir føroyingarnir
vóru Magnus Andreasen úr
Ørvi, sum skeyt compound,
og Bogi Andreasen úr Vága
skot, ið skeyt recurve. Har
til tók føroyski Kristian
Niclasen eisini lut í
kappingini. Kristian er
búsitandi í Danmark, og
skeyt hann fyri eitt felag í
Glostrup.
Silvur til Magnus
Bogi Andreasen var mill
um teir 16 skjúttarnir, sum
vunnu seg víðari til finalu
umførini, men her hitti
hann í fyrsta umfarinum
ein sterkan dana, sum við
110-90 sendi Boga úr kapp
ingini.
Betri gekst hjá Magnus.
Í innleiðandi bólkunum
setti hann persónligt met
við 572 stigum, og rakk
hetta til næst besta úrslitið
í bólkinum.
Í 1/4-finaluni gjørdist
talan um tryggan sigur,
men í hálvfinaluni var
greitt, talan var um
sterka mótstøðu. Her hitti
Magnus skjúttin, sum
gjørdist nummar trý í inn
leiðandi bólkinum, men
í besta Robin Hood stíli
varð hesin sendir úr kapp
ingini. Yvir fýra umfør
er hægsta stigatalið, sum
kann vinnast, 120 stig, og
av hesum fekk Magnus
116, soleiðis at hann vann
dystin klárt.
Og fram til fjórða og sein
asta umfarið í finaluni, var
Magnus eisini á odda. Hann
hevði tá skotið 86 stig móti
85 hjá mótstøðumanninum,
men í seinasta umfari vann
danin seg kortini eitt stig
framum.
Men hóast hetta, so var
talan um eitt framúr úrslit
hjá 14 ára gamla Magnus.
Steyp fekk hann eisini heim
við sær – hetta fyri avrikið í
innleiðandi umfarinum.
Kristian
Niclasen,
Glostrup, skeyt innleiðandi
480 stig. Hann bleiv nr. 4 í
sínum bólki, men megnaði
ikki at koma víðari til
finaluumførini.
Magnus vann
silvur í sterkari
kapping
Magnus
Andreassen,
Ørvur, við
steypinum úr
Hillerød11.
februar 2007
Longu nú eru fyri
reikingar farnar
ígongd, so Ongland
kann gerast vertur
fyri HM-endaspælin
um í 2018
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir at Týskland var vertur
fyri HM-endaspælinum í
fjør, noyðist Europa helst
at bíða í 12 ár, áðrenn
størsta fótbóltskappingin av
øllum aftur verður í okkara
heimsparti.
í 2008 verður HM fyri
fyrstu ferð hildið á afrik
anska meginlandinum, tá
Suðurafrika er vertur, og
síðani verður tað í Suður
amerika, at kappingin skal
ganga fyri seg.
Tó at avgerðin um heims
partin ikki verður tikin fyrr
enn um tvey ár, so verður
roknað fyri vist, at Europa
tá aftur stendur fyri tørni,
og tá ætla bretar sær at vera
tilreiðar.
Stuðlaðu Týsklandi
Tá atkvøðast skuldi um
endaspælið í 2006 á sinni,
gjørdi Ongland í evstu løtu
av, at teir vildu stuðla týsku
umsóknini. Hetta varð gjørt,
tí bretar við hesum mettu seg
hava betri kort, um bíðað
varð við umsóknini, og tí eru
ætlanirnar um 2018 eisini í
tráð við løgdu ætlanirnar.
Sæð í bakspeglinum, so
er tað kanska heldur ikki
so býtt, at Ongland bíðaði.
Umbyggingin av Wembley
hevur tikið nógv longri tíð,
enn upprunaliga ætlað, men
nú røkist loksins fyri eini
endaligari loysn, so enski
tjóðvøllurin aftur verður
tøkur at hýsa landsdystum,
FA-Cup finalum og øðrum
stórum tiltøkum.
Ongland vil hýsa HM
Ætlandi skal nýggi Wembley leikvøllurin verða karmur um HM-finaluna í 2018
Wayne Rooney fekk ikki
færri enn 34% av atkvøðun
um, ta 4.000 enskar kvinn
ur herfyri greiddu atkøvðu
um, hvør var tann ljótasta
ítróttarstjørnan í heiminum.
Fáur man vera í iva um, at
Rooney er ein av evnaríkastu
ensku spælarunum í nýggjari
tíð, men eftir øllum at døma
er vakurleikin ikki eins
stórur, sum fótbóltsevnini.
Millum manna verður
Rooney ofta róptur Shrek,
og hetta navnið livdi hann
væl og virðiliga upp til á
atkvøðugreiðslun
Tað er fyritøkan OnePoll,
sum hevur gjørt spurnar
kanningina, og har segði
ein talsmaður, at hóast
Rooney varð mettur sum
tann ljótasta ítróttarstjørnan
yvirhøvur, so kann hann
ugga seg við, at unnustan,
Coleen McLoughlin, telist
millum vakrastu sprundini
í Onglandi.
20 teir fremstu í atkvøðu
greiðsluni vóru annars hesir:
1 Wayne Rooney
(Fótbóltur)
2 Peter Beardsley
(Fótbóltur)
3 Ronaldinho
(Fótbóltur)
4 Peter Crouch (Fótbóltur)
5 Ricky Hatton
(Nevaleikur)
6 Boris Becker
(Tennis)
7 Paul Gascoigne
(Fótbóltur)
8 Luke Chadwick
(Fótbóltur)
9 Prince Naseem
(Nevaleikur)
10 Martin Keown
(Fótbóltur)
11 Dwight Yorke
(Fótbóltur)
12 Ian Rush
(Fótbóltur)
13 Stephen Hendry
(Snooker)
14 Ian Bootham (Cricket)
15 Steve Davis (Snooker)
16 Colin Montgomerie
(Golf)
17 Nigel Mansell
(Formel 1)
18 Roger Federer (Tennis)
19 Andrew Murray (Tennis)
20 Ray Parlour (Fótbóltur)
Rooney er tann ljótasti
Wayne Rooney