týsdagur 13. februar 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 31 - 13. februar 2007
tíðindi
Tónleikur, kunning
og hugleiðingar verða
skánni, tá Ættleið
ingarfelagið skipar
fyri tiltakið í Miðla
húsinum miku
kvøldið klokkan
19.30.
Tiltøk
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Anja Andreasen, forkvinna
í Ættleiðingarfelagnum, sig
ur við Portalin, at tey gleða
seg til at síggja nógv fólk,
bæði limir og onnur, til til
takið í Miðlahúsinum miku
kvøldið klokkan 19.30.
Á skránni verður tónleika
bólkurin Trífljóð, við teim
um trimum tvørfloytuspæl
arunum Anju Andreasen,
Jonnu Sjúrðaberg, Olgu
Skorastein, sum fer at spæla
hugnatónleik.
Síðani fer Marjun Lóma
klett, hjálparprestur í Suður
streymoy, at hugleiða um at
vera ættleidd. Marjun kom
úr Korea sum barn, og er í
dag fyrst í tríatiárunum.
Til endans fer Karen
Heinesen, adoptionskonsu
lentur hjá Ríkisumboðnum,
at greiða frá sínum leikluti í
ættleiðingargongdini. Kar
en vitjar og innstillar familj
ur, sum søkja um at ætt
leiða.
Ættleiðingarfelagið varð
sett á stovn á vári í 2004, og
hetta
er
fyrsta
tiltakið
felagið skipar í ár. Í løtuni
eru eini 60 familjur í felag
num, sum er ætlað øllum,
ið hava við ættleiðing at
gera. Tiltakið er alment og
ókeypis.
Marknaðarrák
Seinastu 8 mánaðirnar er vísitalið
yvir 500 tey størstu virkini í USA
hækkað 18,5%, svarandi til umleið
14,5% í okkara gjaldoyra. Nógv
bendir á at ein rætting niðureftir er
fyri framman. Støðugt fleiri tekin
eru um hetta. Hækkingin í markn
aðinum hevur mist ferðina. Lutfals
liga nógv verður handlað, men kurs
irnar hava onga kós í løtuni og
standa á einum vegamóti. Eyguni
verða tí vend móti gongdini komandi
dagarnar. Hóast eina lækking í parta
brøvum, meta vit ikki at broytingar
eru í teimum grundleggjandi viður
skiftunum. Vit síggja tí eina komandi
lækking sum ein keypsmøguleika.
Yen heldur á at vikna
Japanski yen er viknaður javnt og
samt mótvegis bæði evru og dollara
seinasta árið. Mótvegis donsku krón
uni er yen viknaður 12% seinasta
árið. Orsøkin er í stóran mun, at
íleggjarar læna í yen og leggja í til
dømis brasilska real í staðin. Hetta
tí at rentan í Japan er sera lág
(0,25%), og hon er høg í til dømis
Brasil (13%). Farna vikuskifti var
G7-fundur, og heldur ikki hann fekk
yen at styrkna. Luttakararnir løgdu
tó dent á, at búskapurin í Japan er í
betring, og at gjaldoyramarknaðurin
heldur átti at verðið stýrdur av
búskapunum enn tílíkum spekulativ
um handlum. Saman við yen vikna
onnur gjaldoyru í Fjareystri eisini.
Lánsbrævarentur støðugar
Lánsbrævarentur vóru aftur støðugar
hesa farnu vikuna. 10-ára rentan er
4,11%. 1-árs rentan liggur enn
umleið 4,25%. Hon er sostatt ikki
ávirkað av, at ECB gav ábendingar
um, at stutta rentan verður sett upp í
næsta mánað. Hetta var longu inn
roknað í lánsbrævarentuna.
Hesa vikuna
Hesa vikuna verður USA í andgletti.
Haðani kemur ein rúgva av áhuga
verdur lyklatølum, til dømis ídnaðar
framleiðsla og vinnuálit. Eisini eru
roknskaparkunngerðir frá norður
lendskum virkjum á skránni.
Ein lækking fyri framman
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
Vika 7, 2007
Ættleiðingarfelagið
í Miðlahúsinum