týsdagur 13. februar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Nr. 31 - 13. februar 2007
Hósdagin letur nýggja
dagtilhaldið hjá
teimum eldru í Sunda
kommunu upp.
Borgarstjórin Heðin
Zachariassen fer at
siga nøkur orð,
Jógvan Fríðriksson
kemur at halda
fyrilestur og
tónleikur verður
eisini á skránni. – Vit
skulu skapa
karmarnar, og so
mugu vit fylla teir í
felag, sigur Brynjálv
Borðoy, fyrireikari
MENTAN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Oyri: Seinastu dagarnar
hava nøkur sjálvboðin fólk
brúkt úti í gamla dag
stovninum á Oyri, har tey
hava gjørt klárt til, at niðara
hæddin kann lata upp sum
dagtilhald fyri tey eldru í
kommununi.
– Vit ynskja at vita, um
áhugi er fyri einum slíkum
dagtilhaldi. Um so er, verð
ur tað upp til kommununa
at reka tað víðari, sigur
Brynjálv Borðoy, ein av
stigtakarunum til dagtilhald
ið.
Brynjálv Borðoy sigur, at
tey ynskja at skapa nakrar
karmar fyri tey eldru í
kommununi, og so mugu
tey í felag royna at fylla
teir. Uttan at vita tað við
fullari vissu, so heldur
Brynjálv Borðoy seg hava
ábendingar um, at tørvur er
á einum slíkum dagtilhald
ið.
Hann sigur seg vóna, at
fólk fara at taka væl í móti
nýggja tilboðnum, og tí
hava tey eisini roynt at gjørt
eitt sindur burtur úr, tá
dagtilhaldið
letur
upp
alment hósdagin.
Tá kemur borgarstjórin í
Sunda kommunu, Heðin
Zachariassen, at siga nøkur
orð. Jógvan Fríðriksson,
prestur, fer somuleiðis at
bera nøkur orð fram. Har
næst hava tey eisini fingið
Sóljuband at spæla. Hetta
er ein tónleikabólkur úr dag
tilhaldinum í Klaksvík við
fýra eldri fókum, og tey
fara at spæla nakrar tónar
til móttøkuna hósdagin kl.
14.
Skipa fyri telduskeið
Hóast
dagtilhaldið
ikki
letur upp fyrr enn hósdagin,
hava stigtakararnir verið í
gongd í eina tíð. Millum
annað hava tey fingið eitt
telduskeið upp á pláss.
– Hetta verður eitt heilt
einfalt telduskeið, har møgu
leiki er at læra at tendra og
sløkkja
eina
teldu,
og
kanska eisini læra at lesa
teldupost, sigur Brynálv
Boroy, sum dømi um eitt
tiltak, tey fara at skipa fyri í
gamla barnagarðinum á
Oyri.
Norskur málmur
á Fjarðafestivalin
Norski progressivi málmsrokkbólkurin Extol er næsta
navnið, ið verður kunngjørt á skránni fyri Fjarðafestivalin
2007. Extol hevur verið til síðan 1994 og verður sambært
festivalinum mettur sum ein slóðbrótari innan kristnan
rokk. Við sínum progressiva harða tungmálmsrokki hava
teir sligið sítt navn fast í tungmálmumhvørvinum. Til ber
at vitja Extol á heimasíðu teirra www.extolweb.com
Norrøna
vendi aftur
Norrøna
mátti
venda
aftur til Hanstholm leyg
ardagin, tí eitt av ferða
fólkunum kendi seg ikki
væl.
Nakað eftir at Norrøna
var farin úr Hanstholm
leygardagin, fekk mann
ingin boð um, at eitt av
ferðafólkunum kendi seg
ikki væl. Skiparin metti,
at ferðafólkið var so mik
ið illa fyri, at viðkomandi
átti at koma á sjúkrahús
sum skjótast. Tí bleiv
avgjørt at venda aftur til
Hanstholm við sjúkling
inum.
Hetta
gjørdi,
at
Norrøna
kom
nakað
seinni enn ætlað til Berg
en, men skipið var kortini
ikki seinkað til Føroya.
Hinvegin fekk Norrøna
ikki lagt at í Havn, tí
vindurin var ov nógvur,
og Norrøna fór tí til
Klaksvíkar.
Oddagreinin 12. februar
við yvirskriftini ”Átrúnaður
og politikkur” ger sama
mistak, sum flestu onnur, ið
hava viðgjørt Miðflokkin
seinastu mánaðirnar. Roynt
verður at samanbera okkara
land, sum helst er heimsins
friðarligasta, við Irak, Norð
urírland og Balkan-lond.
Tað er ivaleyst nyttuleyst
hjá mær at greiða Sosiali
num og øllum hinum frá
muninum millum Irak og
Føroyar. Er oddagreinsskriv
arin á Sosialinum ikki vit
andi um, at munur er á Irak
og Føroyum, Guð viti, hvat
hann so veit. Eftirhondini
er støðuga júkanin um, at
statsvaldið fyrr í tíðini tving
aði fólk til ávísa trúgv, sum
førdi kúgan og trælkan við
sær, og at hetta vil Miðflok
sins politikkur aftur føra til,
vorðin troyttandi og ikki
sørt propagandakend. Fyri
at siga tað stutt, so er Mið
floksins stevna júst tann
øvuta av hesi ræðumynd,
sum nøkur tíðindafólk trútta
niður í føroyingar.
Miðfloksins aðalmál er
júst at varðveita og útbyggja
øll tey gagnligu framstig,
sum kristni grundvøllurin
gevur landi okkara. Tað er
við blóði, sveitta og tárum
at gleðiboðskapurin hevur
vunnið fram í okkara parti
av heiminum og hevur lyft
samfeløg okkara frá armóð
og trældómi til fremstu væl
ferðarsamfeløg í heiminum.
Arbeiðararættindi, heilsu
tænastur, almenn forsorg,
javnrættindi,
mannarætt
indi, ídnaðarmenning og
annað mangt eru alt úrslit
av hesum sama boðskapi,
og vil Miðflokkurin av øll
um alvi stríðast fyri at halda
hesum rættindum og hesi
menning uppi og útbyggja
tey. At kalla rákið í Føroyum
fyri nýtt er sera primitivt, tí
kristnir demokratiskir flokk
ar hava seinastu 50 árini ver
ið ógvuliga sjónligir í flestu
europeisku londunum. Og
teirra mál hava verið tey
somu sum Miðfloksins. Eg
veit onki um, at Týskland,
Italia, Holland og norður
lond hava kunnað saman
borist við Irak og Norður
írland. Men tíverri hevur
annað rák tikið seg upp í
okkara grannalondum, sum
nú er ein verulig hóttan
móti positivu samfelags
gongdini. Hetta rák setir
sjálvsøkni, persónliga menn
ing og ómoral í hásæti við
tí úrsliti, at kendu og óskriv
aðu felags virðini spakuliga
verða gloymd. Hvør einstak
ur avger síni egnu virði og
setir síni egnu moralsku og
etisku mørk. Tað, sum er
skeivt fyri ein kann vera
rætt fyri annan. Í fyrstu
syftu tykist hesin hugsunnar
háttur lokkandi - tí hava so
mong tikið undir við honum
-, men við tíðini verður
hann eitt haft um beinini á
samfelagnum og endar í
ráða- og støðuloysi. Politikk
ur snýr seg ikki bert um at
taka pening inn og luta
hann rættvíst útaftur. Poli
tikkur snýr seg um rættindi,
um trygd og um børnini. At
avgera, hvør tunnil skal
byggjast fyrst, er barnamatur
í mun til at taka avgerðir
um, hvørji menniskjalig
virði og mørk eiga at galda
í einum samfelag. Tað er
avbjóðingin,
men
fáir
politikkarar hætta sær undir
hana.
Oddagreinin í Sosialinum
er primitiv, tí hon prógvar
vantandi innlit og fram
skygni. Eg fari at biðja
oddagreinsskrivaran um at
leita sær upplýsingar um
ein av mongum politikkar
um í heimsflokki, sum júst
orsakað av síni kristnu
trúgv og við henni sum
grundvølli og vegvísara
aktivt ávirkaði bretskan
politikk fyri stórt hundrað
árum síðani, nevniliga Willi
am Wilberforce. Tað er
alment kent og viðurkent,
at hann framum aðrar var
høvuðsorsøkin til, at træla
haldið og trælahandilin í
Onglandi fekk ein enda tíð
liga í seinastu øld. Og ávirk
an hansara rakk so sanniliga
eisini til Ameriku við sama
úrsliti. Hann er bert ein av
mongum, sum tíbetur ikki
lurtaði eftir teimum, sum
siga, at kristindómur og
politikkur ikki hoyra saman.
Tað var í øllum førum gott
fyri kúgaðu fjøldina av
svørtum trælum, sum at
enda vórðu loystir úr fjøtr
um.
Oddagreinin endar við at
spyrja, hvønn rætt ávísir
politikkarar og flokkar hava
til at taka sær patent upp á
kristindómin. Nú kenni eg
ikki til hetta patent, men
um so er, burdi tað verið tik
ið frá hesum politikkarum
og flokkum beinanvegin, tí
Kristus er givin øllum menn
iskjum til frelsu, og her er
einkarrættur ógjørligur.
Kuriosum: Í Norður-Ír
landi hevur ES í direktivi
positivt staðfest, at arbeiðs
gevarar hava loyvi at dis
kriminera vegna trúgv, tá
fólk verða sett í størv, orsak
að av serligu støðuni mill
um protestantar og katolikk
ar.
Bill
Justinussen
Sosialurin í heilagum bardaga
Dagtilhald á Oyri letur upp
Tey eldru fara at halda til í neðra í gamla barnagarðinum, meðan ovara hæddin er ætlað
teimum ungu