Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 34 - 16. februar 2007 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Sleppa nú í bónda- læru Nú verður møgu­ leika at lesa innan landbúnað í Før­oy­ um. Ætlandi verða fyrstu næmingarnir tiknir inn í vár Útbúgving Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Nýggja útbúgvingin, sum partvíst fer fram á Fiski­ vinnuskúlanum í Vest­ manna, er ein sokallað yrkis­útbúgving, har skift verður millum læru og skúlagongd. Útbúgvingin tekur tilsamans 3 ár og 2 mánaðir. Útbúgvingin er samskipað við støðisárið á Fiskivinnuskúlanum, men lærlingarnir fáa eisini serliga undirvísing í landbúnaðarlærugreinum og praktiska upplæring hjá einum góðkendum bónda. Útbúgvingarskipanin sær soleiðis út, at fyrsta læruárið byrjar á læruplássi í 12 vikur og síðani 40 vikur samanhangandi í skúla, ið verður samskip­ að við støðisárið á Fiski­vinnuskúlanum. Inn­skriving til fyrra skúla­­skeiðið fer fram sam­stundis við sam­ skip­aðu inn­skriv­ingina til mið­náms­skúlarnar, har freistin er 15. mars. Annað læruárið er verk­ lig upplæring á læru­ pláss­inum, og triðja læru­árið er upplæring á læruplássinum og seinna skúlaskeiðið. Lærlingarnir fáa løn alla lærutíðina, eisini tá tey eru í skúla ella í feriu. Lønin í lærutíð¬ini er tann sama sum hjá handverkslærlingum, og onnur viðurskifti fylgja tí, sum vanligt er fyri lærlingar. Hetta vikuskiftið fara fimm ungir dreingir úr Føroyum at luttaka í einari stórari teldukapping í Danmark, har yvir tveytúsund ung fólk verða við. Vinnarin fær eina hálva millión, og lið koma úr øllum heimshornum at kappast Teldukapping Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Hvønn dag sita fimm ungir harrar og spæla teldu í einar tveir til tríggjar tímar. Hetta gera teir ikki til stuttleikar sum flest onnur ung fólk. Nei, hetta er heilt álvarsamt, tí ein møgulig hálv millión kann verða upp á spæl. Hetta er álvarsom fyrireiking til eina stóra kapping, sum í dag byrjar í Bellasentrinum í Keypmannahavn. – Vit venja heilt nógv, og hava gjørt tað leingi eftir­ hondini. Vit kunnu gott sita og spæla í tveir til tríggjar tímar hvønn dag, og enn longri í vikuskiftinum, sigur Heini Weihe, ið er ein av teldusnillingum, sum skal royna seg í Keypmannahavn í vikuskiftinum. Tá ið telduúrmælingarnir venja telduspæl, so sita teir ikki altíð saman og venja. Heldur sita teir frammanfyri hvør sínari teldu í hvør sín­ um rúmi, og kappast móti eitt nú bretum, øðrum norður­ lendingum, og enntá fólki, sum er upp aftur longur burtur. – Vit venja á sokallaðum lan­um. Á hesum lanum finnast aðrir luttakarar, og teir kunnu koma frá øllum heiminum. Tó venja vit mest saman við bretum, tí best lansambandið úr Føroyum er til Bretlands, sigur Heini Weihe. Líka stórt sum fótbóltur í Asia Hóast tað kann tykjast løgi fyri okkum føroyingar, at telduspøl skulu verða so álvarsom, so er hetta eitt stórt fyribrigdið í heiminum kring okkum. Tað eru fólk, ið liva av at spæla teldu; eitt nú í Aisa er telduspælararnir líka stórir sum fótbóltsstjørnurar eru í tað í Evropa. – Vit hava hetta bert sum eitt frítíðarítriv, men tað eru fólk, ið liva av hesum. Tey fáa fyritøkur at fíggja sítt spæl, og sita so og venja dagin langan. Ì Asia eru teir heilt góðu spælararnir líka stórar stjørnir, sum fót­ bóltspælarnir eru í Evropa, sigur Heini. Tað er Atlantic Airways, ið hevur gjørt tað møguligt hjá Heina og teimum at fara til Danmarkar. Tí við síðurnar av telduspælinum, hava teir allir vanlig starv. – Onkrir av okkum ganga í skúla, meðan aðrir hava heilt vanlig arbeiði, so tað kann verða trupult at fíggja eina so langa ferð, so tað var gott at Atlantic Airways kundi traðka til, sigur Heini Weihe. Álvarsamar fyrireikingar Júst sum tá ið aðrir ítróttar­ menn skulu gera seg klárar til kappingar, so gera flestu teldumenn eisini nógv burturúr. Teir eta sunt, hvíla mest møguligt, og lið hava enntá venjarar, ið syrgja fyri, at lið hvíla og venja so nógv, sum tey skulu. – Vit hava ongan venjara. Men vit royna at taka hetta seriøst. Vit hava eitt nú júst havt venjingarlegu, har vit allir hava vant saman, sigur Heini. Umframt liðið hjá Heina, so verða yvir tveytúsund onn­ ur ung fólk við. Tað skerst ikki burtur, at teir flestu luttakararnir eru menn. – Ja, hetta er nakað, ið næstan bara menn tíma. Teir flestu vit koma at kappast ímóti verða ungir menn mill­ um átjan til tretivu ár. Tey flestu liðini eru frá hinum norðurlondunum, men onkur kemur so langt burtur frá sum Brasilu, sigur Heini. At tað bara er hetta eina liðið úr Føroyum, heldur Heini ikki er so løgi. – Umstøðurnar eru barasta ikki til hetta í Føroyum. Tað finnist ein telducafé í Eysturoynni, men tað eru alt ov fáar til at kveikja áhugan fyri hesum spæli hjá øðrum ungum fólki, sigur Heini. Rímiligan møguleika Hóast hetta er fyrstu ferð, at teldusnillingarnir úr Føroyum fara til eina kapping, so halda teir, at teir hava ein rímuligan møguleika at gera seg galdandi í tí ovara endanum. – Tá ið vit spæla móti mill­ um annað bretum á teimum ymsu lanunum, so klára vit okkum rímuliga væl. Nógv­ir av hesum spælarum eru innanfyri topp tjúgu á heimsstyrkilistanum, so tað skuldi ikki staðið heilt illa til hjá okkum, sigur Heini. Men teir taka tað ikki so tungt, um teir nú fara úr kappingin í fyrsta umfari. – Vit eru á byrjunarstøði, og vit koma at spæla móti góðum og vælroyndum lið­ um. So vit taka tað fyrst sum eitt upplivilsi, sigur Heini. Umframt Heina, eru Bjarni Jacobsen, Pætur í Breck­mann, Rógvi Nielsen og Sunleiv Christiansen við á liðnum, ið teir kallað Teamno1. Spælið, teir spæla, eitur Counterstrike, har tað ræður um at skjóta hini liðini niður. Um fólk hava huga at fylgja við, hvussu tað gongur Teamno1 hetta vikuskiftið, kunnu tey síggja teldukappingina á donsku sjónvarpsrásini, DK4. Hálv millión upp á spæl Tað verða hesir fimm teldusnillingar, ið fara at umboða Føroyar í stórari teldukapping í Danmark hetta vikuskiftið. Frá vinstru eru teir Rógvi Nielsen, Sunleiv Christiansen, Heini Weihe, Pætur Breckmann og Bjarni Jacobsen.