Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 Petur Juul Jacobsen í Klaksvík er útróðrarmaður burtur av. Seinastu tvey árini hevur hann verið við útróðrarbátinum Nevinum Reyða, sum viðareiðismaðurin, Hendrik Sørensen, eigur. Longu í 1994 fór Petur Juul við útróðrarbátinum, Søkanum, og í nøkur ár hevur hann eisini arbeitt í fiskavirkisvinnuni á landi. Nevið Reyða er glastrevjabátur av slagnum Viksund. – Vit vóru úti í nátt. Veiðan var 2400 pund á 22 stampum. Vit vóru eystanfyri, og 2/3 av veiðini var toskur og umleið 1/3 hýsa. Í nátt høvdu vit faktisk bara gággu til agn. Petur Juul sigur, at útróðurin hjá teimum hevur ikki vignast so væl higartil í ár, men hann hevur heft seg við, at meira toskur hevur verið uppi í veiðini seinastu tíðina. – Hetta er ein lutfalsliga lítil bátur, og vit noyðast at velja okkum tær góðu løturnar. Útróðrarmaðurin heldur fyri, at higartil í ár hevur viðrað illa, og dagarnir hava tískil heldur ikki verið so nógvir. – Vit hava ligið um 100 pund á línuna, onkuntíð heldur meira og onkuntíð heldur minni. Petur Juul sigur, at teir egna høgguslokk, gággu og sauri. Gágguna veiða teir sjálvir, tá ið uppiløgur er. – Er útróður fylgjandi dagar, gongur gággan skjótt undan. Tí blanda vit agnið, soleiðis at vit bæði egna gággu, høgguslokk og nakað av sauri. Hann sigur, at teir hava sett umriknu línuna gjøgnum trakt í umleið eitt ár, og hetta vísir seg at rigga væl. – Vit eru tveir mans umborð og ein í landi, sum skipar fyri umrekingini. Maðurin í landi hevur einar tveir mans aftrat sær. Petur Juul heldur ikki, at sauri riggar so væl til egningartraktina, tí agnið er lutfalsliga bleytt. – Eg haldi, at húkurin hevur lyndi til at skræða seg í gjøgnum agnið, sum tískil ikki hongur so væl á húkinum. Men bæði høgguslokkur og gágga rigga væl til traktina. Í skúrinum verður línan umrikin upp á stokkar, og tað hevur gingið væl at fingið línuna klára til hvønn túrin. Tað er heldur skjótari at gera línuna upp á stokkar enn at egna hana. – Vit seta vanliga millum 28 og 30 línur hvørja ferð, og tað er hóskandi tal, tá ið hampilig líkindi eru, sigur útróðrarmaðurin. Hann vísir á, at teir fyri tað mesta royna sunnanfyri og norðanfyri. – Vit fara ikki í Vágahavið, har teir stóru bátarnir javnan eru, tá ið líkindini passa soleiðis. Petur Juul sigur, at seinastu tíðina hevur hann ligið við eysturætt, sum er vánalig ætt hjá bátum av hesi støddini. – Nei, vit hava ongantíð verið vestanfyri, síðan eg kom umborð, og tí liggur útróðurin hjá okkum lamin, um hann liggur við áhaldandi eysturætt við ov frískum vindi, leggur hann aftrat. Útróðrarmaðurin dylur ikki fyri, at hóast teir royna at passa sær løturnar væl - við veðri og streymi, kann onkur túrur av og á vera eitt sindur buldrasligur, sum hann tekur til. Nevið Reyða roynir bara við línu, eins og flestu útróðrarbátar í Klaksvík gera. – Nei, vit hava ongantíð verið við snellu, síðan eg kom umborð, heldur ikki um várarnar. Flestu bátar her norðuri royna við línu, og tað gera vit eisini, sigur Petur Juul. Tá ið vit ringdu til útróðrar­ mannin seinnapartin í gjár, vaktu vit hann, men tað tók hann ikki illa upp. Hann var bæði blíður og týður. – Nei, tað ger einki, tí í kvøld er ikki farandi útaftur kortini, sigur Petur Juul Jacobsen. Klumman Eirikur Lindenskov blaðstjóri eirikur@sosialurin.fo Nærkast Gudi við klandri og spjaðing Tey tosa um ein nýggjan ás í føroyskum politikki, tey sum tosa um undirtøkuna hjá Mið­ flokkinum, sum tykist vaks­ andi. Karsten Hansen treivst ikki longur millum tey sjey ógudi­ ligu í Tjóðveldis­flokkinum við Finni og Annitu á odda. Ikki tí, tað gjørdi hann, áðrenn hann var fólkavaldur, men nú hann loksins slapp inn um tinggátt, nú tók samvitskan valdið. Tað var onkur sum segði, at tingfólk hava eitt aðalenda­ mál: At verða afturvald. Hyggja vit eftir søguni hjá teimum kristiligu flokkunum í Føroyum, so er hon í veru­ leikanum nóg so mótsigandi. Tað byrjaði í flokkinum hjá Kjartan Mohr – eftir at hann var deyður, og Adolf hevði tikið yvir. Tá var eisini talan um útbrótara úr Tjóðveldis­ flokkinum. So hvørt flokkurin vaks, minkaði burtur av, tí menn kundu ikki vera í stovu saman. Men ongantíð hava teir, sum spjaldra seg ”kristiligar” verið so stórir, sum tá klandrið stóð upp á tað mesta: Tá høvdu vit tveir gudligar flokkar við fýra tingmonnum! Eitt stríð millum tveir odda­ fiskar í Javnaðarflokkinum á Tvøroyri er kanska upprunin til núdagsins kristiliga flokk, Miðflokkin. Eitt stríð í Kristi­ liga Fólkaflokkinum tvífaldaði flokkin, meðan eitt stríð í Tjóð­ veldisflokkinum ætlast at nøra enn meira um hendan flokk. Tess meiri ósemja er í ting­ inum – og ikki minst innan­ hýsis í hinum ”ókristiligu” flokkunum, tess betur fyri Miðflokkin. Karsten, Bill og Jenis sita nú og vóna, at Steinbjørn verður sannførdur um, at Rani og Jórun eru minst líka so ógudilig og ótespilig sum Finnur, Annita og Høgni – og so verður Miðflokkurin enn størri. Meira klandur, meira stríð - meira vald til Miðflokkin. Eg spyri meg sjálvan: - Gud viti, hvat Gud sigur...? umborð Heldur meiri av toski Nr. 34 • 16. - 18. februar 2007 Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo Tá ið vit ringdu til útróðrarmannin, Petur Juul Jacob­ sen, seinnapartin í gjár, vaktu vit hann. Teir høvdu verið á útróðri náttina fyri. – Nei, tað ger einki, tí í kvøld er ikki farandi útaftur kortini, sigur Petur Juul Jacobsen Landingarformaðurin, Pól Fuglø og útróðrarmaðurin, Petur Juul Jacobsen, sum júst er stigin í land av útróðrarbátinum Nevinum Reyða Mynd: Vilmund Jacobsen