fríggjadagur 16. februar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 34 - 16. februar 2007
tíðindi
Heiðraðu Enniberg
Reiðaríið hjá Ennibergi hevur fingið eina heiðursplátu, tí
trolarin hevur latið besta frysta flakið til bretska marknaðin.
Mortan Johannesen, reiðari, sum var í Bretlandi og tók ímóti
heiðursgávuni, sigur við Dimmalætting, at reiðaríið er við í
einum felagsskapi hjá fiskekeyparum og reiðarum í Bretlandi,
Noregi, Íslandi og Føroyum, og at hesin felagsskapur skipar
fyri kapping um besta fiskin. Í fjør fekk JFK sama heiður
fyri fyri fisk frá Skálabergi.
Fáa ikki rogn
Hóast prísurin á rognum er óvanliga høgur í ár, fær
rognavirkið Kovin í Sandavági ikki nóg mikið av rognum
frá føroyskum skipum og bátum. Í gjár keypti Kovin seks
tons av toskarognum fyri 22 krónur fyri kilo, og tað er
millum tríggjar og fýra krónur oman fyri prísin fyri einum
ári síðani. Men hóast tann góða prísin fær Kovin ikki nóg
mikið av rognum, tí ov lítið kemur upp á land, og tí noyðist
virkið at innflyta rogn úr øðrum londum.
Miðflokkurin
umhugsar av álv
ara at taka seg úr
arbeiðnum í nevnd
ini, sum skal virka
fyri størri kvinnu
leikluti í politikki
Javnstøða
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hetta liggur so langt frá
okkum, at alt bendir á, at
vit verða ikki við meir.
Jenis av Rana sigur, at
hendir tað, at Miðflokkurin ein
av næstu døgunum tekur seg
úr nevndini, sum skal arbeiða
fyri øktum kvinnuleikluti í
politikki, skal tað ikki undra
nakran.
Tað er Hjørdis Háberg
Petersen, sum umboðar Mið
flokkin í nevndini og ein av
næstu døgunum, verður gjørt
av um hon fer úr Demokratia,
sum nevndin eitur.
Formaðurin í Miðflokkin
um sigur orsøkin til at Mið
flokkurin umhugsar støðu sína
í Demokratia, er tí, at nevndin
er við í einum tiltaki altjóða
kvinnudegnum, har ætlanin er
at velja ársins kvinnu.
Har eru tvey uppskoti
fyri teirra arbeiðið at fáa
kynsligan samleika við í 266
b í revsilógina.
– Tiltakið sum so leggja
vit okkum ikki út í, men vit
vilja undir ongum umstøðum
vera við til at kjósa ársins
“grein 266 b drotning”, sum
tjóðveldismaðurin Tórbjørn
Jacobsen so beinrakið kallaði
tað í tinginum nú ein dagin.
– Eitt er at stuðla einum
slíkum tiltaki. Men tað er
ódámligt, at almennir pengar
verða fluttir Kvinnu til at
fyriskipa ein tiltak, har ein
partur er so langt burtur frá
Miðfloksins politikki sum
yvirhøvur hugsar kann.
Velja ongan aftur
Demokratia nevndin er
vald eftir eini Løgtingslóg,
at hvør flokkur hevur sítt
umboð í nevndini. Tí er tað
ein spurningur um tað ber til
hjá einum einstøkum flokki
at taka seg aftur.
– Vit skulu tosa við okkara
umboð í nevndini, so fáa vit
at síggja. Men nógv talar
fyri, at hon fer at taka seg úr
nevndini.
– Og vit kundu ikki funnið
upp á at valt eitt annað um
boð fyri Miðflokkin, sigur
Jenis av Rana.
Við Útvarpið í gjárkvøldið
segði Hjørdis Háberg Peter
sen, at hon umhugsaði støð
una, tí at velja eina ársins
kvinnu, sum hevur verið við
til at fáa kynsligan samleika
við í grein 266 b, kann Mið
flokkurin undir ongum
umstøðum góðtaka.
Men hon vísti samstundis
á, at Demokratia hevur ikki
verið við til at leggja uppskot
inn til ársins kvinnu.
Eyðgunn
Samuelsen,
forkvinna í Demokratia,
heldur, at tað hevði verið
ótrúliga spell, skuldi tað
hent, at Miðflokkurin tekur
sítt umboð úr nevndini, tí
partapolitikkur og politisk
stríðsmál verða ikki viðgjørd
í nevndini. Hon heldur eisini,
at nevndararbeiðið hevur
gingið væl og tey hava verið
samd um tey tiltøk, tey hava
sett í verk. Tí heldur hon, at
tað hevði verið harmiligt, skal
eitt tiltak, sum nevndin onki
hevur við at gera, seta fót fyri
nevndararbeiðnum.
– Vit hava tosað um
støðuna og vit halda
framvegis, at tað
er rætt at vera við í
tiltakinum á kvinnu
degnum, sigur Eyð
gunn Samu elsen, for
kvinna í Demo kratia
Kvinnudagur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit hava tosað um málið,
men vit halda ikki, at tað
er nøkur orsøk til at broyta
støðu.
Eyðgunn Samuelsen er
forkvinna í felagnum Demo
kratia, sum fer at skipa fyri 8.
mars tiltaki á Hotel Føroyum
á altjóða kvinnudegnum 9.
mars, saman við Kvinnu.
Tiltakið kostar Demokratia
góðar 40.000 krónur.
Politikarar úr ymsum
herðashornum hava hvass
liga átalað, at peningur frá
eini almennari nevnd verður
brúktur til tiltakið.
Atfinningarnar eru ser
liga, at atgongumerkini
kosta 1000 krónur. Men enn
verri er tað, at á tiltakinum
skal ársins kvinna veljast.
Fimm uppskot eru til ársins
kvinnu og grundgevingarnar
fyri tvey av uppskotunum,
er at tey hava talað fyri, at
grein 266 b í revsilógini
varð broytt, so at hon eisini
skuldi umfata kynsligan
samleika.
Standa við sítt
Men atfinningarnar fáa ikki
Demokratia til at bakka.
Nevndin hevði fund í gjár,
har málið var til umrøðu.
Eyðgunn Samuelsen legg
ur dent á, at hetta er ein
fundur, sum er avtalaður
langt síðani og hann hevði
sostatt onki við politisku
atfinningarnar at gera.
Hinvegin er tað eyðsæð,
at málið varð umrøtt, nú
tað hevur fylt so nógv í
almenna kjakinum seinastu
dagarnar.
Men Eyðgunn Samuelsen
staðfestir samstundis, at onki
er broytt.
– Demokratia er framvegis
við í tiltakinum, sigur hon.
Men hon leggur dent á, at
nevndin hevur onki at gera
við tann partin av tiltakinum,
sum hevur við ársins kvinnu
at gera.
– Hetta er ikki okkara borð.
Hendan partin av tiltakinum
vistu vit onki um, tí hetta er
eitt tiltak, sum blaðið Kvinna
sjálvt skipar fyri. Vit eru ikki
við at velja ársins kvinnu og
tá ið vit gjørdu av at vera við,
vistu vit onki um, hvør var
í uppskoti.
– At velja ársins kvinnu
er ikki okkara uppgáva og
tað hava vit onki við at gera,
sigur hon.
Hon sigur, at einasta orsøk
til, at Demokratia er við í
tiltakinum, er, at tær, sum
halda fyrilestrar eru kvinnur,
sum veruliga hava flutt
mørk og at tað tí kann vera
ómetaliga kveikjandi fyri
framhaldandi arbeiðið hjá
Demokratia at hoyra, hvat tey
hava gjørt í øðrum londum
fyri at eggja konufólki at
halda seg framat.
Men ásannar kortini, at tað
er óheppið, at Demokratia
verður nevnt í sambandi
við ársins kvinnu, serliga tá
ið eitt hitt størsta politiska
stríðsmálið í longri tíð, er
drigið upp í valið.
Men hon heldur fast um,
at tann partin av tiltakinum
hevur Demokratia onki við
at gera.
Standa fast við sítt
– Vit halda framvegis, at tað er rætt at stuðla kapasitetum sum
hesum at koma til Føroya at greiða frá, men vit eru ikki við til
at velja ársins kvinnu, sigur Eyðgunn Samuelsen
Hótta við at rýma
Tað er nógv sum bendir á, at
umboðið hjá Miðflokkinum í
demokratia fer at taka seg úr og
vit kundu ikki funnið upp á at
valt ein nýggjan nevndarlim,
sigur Jenis av Rana