fríggjadagur 16. februar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 • 16. - 18. februar 2007
Vikuskifti
Í vikuskiftinum verða steypa
finalurnar í flogbólti spældar. Hjá
kvinnunum verða tað Dráttur og
KÍF, sum hittast.
Ruth Thomssen er yngsti leikari
hjá Drátti. Hon er einans 17 ár.
Hetta er seinna árið, hon spælir í
meistaradeildini.
Ruth hevur leikt við ungdóms
landsliðum, bæði U17 og U19, og
hon klárar seg væl í meistara
deildini. Tað er lítil ivi um, at hon
kann gerast gerast heilt góð, um
hon heldur fram at spæla
flogbólt.
Ruth gleðir seg eisini sera nógv
til steypafinaluna leygardagin.
- Steypafinalan er tann størsti
dysturin á árinum. Tað er ein
dreymur at sleppa at spæla
steypafinalu, sigur hon.
Hon metir, at KÍF er eitt torført
mótstøðulið.
- Tað er torført at siga, hvør
vinnur. Eg vænti, at tað verður ein
sera javnur og strævin dystur. KÍF
eru sera væl koyrandi fyri tíðina,
so vit mugu spæla upp til okkara
besta, sigur Ruth.
Spælir flogbólt og
fótbólt
Ruth hevur sjálv altíð havt áhuga
fyri ítrótti. Hetta hóast at eingin
annar í familjuni spælir nakað
serligt ítrótt.
- Eg byrjaði at spæla flogbólt
sum 10 ára gomul. Eg havi altíð
tímað væl allan ítrótt. Eg spæli
eisini fótbólt, tá ið tað liggur fyri.
Eg byrjaði eisini at spæla hond
bólt sum lítil, men eg gavst skjótt
við tí.
Ítrótturin tekur sostatt nógva
tíð hjá Ruth. Um veturin spælir
hon flogbólt, og um summarið
spælir hon fótbólt. Umframt
hetta, brúkar hon eisini stóran
part av sínari frítíð í kristiligum
arbeiði.
- Eg eri nógv í missiónhúsinum í
Miðvági. Har er nógv virksemi, og
eg syngi ofta fyri til ungdóms
møtir. Eg plagi at fylgjast við
vinunum á møti, og vit eru á ung
dómsmøti í Sørvági fríggjakvøld, í
Miðvági leygarkvøld og í Sanda
vági sunnukvøld, sigur Ruth.
Vil vera løgreglu
kvinna
Ruth hevur ikki nakað fast arbeiði
Ruth Thomassen:
Flogbóltsspælari droymir u
Ruth Thomassen úr Miðvági
spælir flogbólt við Drátti.
Hon gleðir seg til steypa
finaluna í vikuskiftinum,
sum er størsta ítróttarliga
avbjóðingin hjá henni
higartil. Ruth sær seg sjálva
sum eitt sindur rokaliga, tí
at hon hevur altíð dámt at
gera ítrótt, og so ætlar hon
sær at vera løgreglukvinna
Ruth um móta
- Eg royni at fylgja við. Eg havi
stóran áhuga fyri móta, men tað
kostar nógv at fylgja við mótanum.
Men eg geri mítt besta
Ruth um kvinnur
í politikki
- Eg eri als ikki áhugað í politikki. Tað
tykist, sum at politiskt arbeiði er meira fyri
mannfólk. Men eg haldi kortini, at tað er
gott, at okkurt konufólk er á Tingi. Men
politikkur og eg hoyra ikki saman.
Ítróttarprofilurin
Heini S.
Kristiansen
heinik@sosialurin.fo