fríggjadagur 16. februar 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 16. februar 2007
tíðindi
Í komandi viku verða
serstakir torradagar í
fiskivinnuhøvuðsstaði
okkara, Klaksvík
Fiskivinna
Snorri Brend
Klaksvík: Við fyrilestrum,
framsýningum og øðrum
tiltøkum er endamálið enn
einaferð at fokus á torran,
sum er tann tíðin tá fiskur
kemur inn á grunnarnar at
gýta.
Ætlanin er at nýta alla
komandi vikuna at skipa
fyri ymiskum tiltøkum í
Klaksvík, m.a. fyrilestrum
um torra, torrafisk og torra
hald.
Ætlanin er somuleiðis at
skipa fyri kjakfundum mill
um framstandandi polit
ikarar um fiskivinnuna í
dag, og fáa serfrøðingar frá
Fiskirannsóknarstovuni at
greiða frá fiskivinnuni, sæð
frá teirra eygum.
Eisini verður skipað fyri
meira løttum undirhaldi í
býnum við tónleiki og
skemti. Virkishúsið, Bóka
savnið, Leikalund og
Atlantis skipa fyri serligum
tiltøkum. Tiltøk verða eisini
í KFUM&K, Snørisvirkin
um, Klingruni, Svimjihøll
ini og Húsarhaldsskúlanum,
Christianskirkjuni og
umborð á Draganum, eins
og Handilsfelagið skipar
soleiðis fyri at handlarnir í
býnum hava serlig tilboð á
skránni.
Annars verður allur
býurin merktur av hesum
fyrstu torradøgunum.
Torratíðin á landi er van
liga friðarlig og tom eftir
jólahalguna, varð hildið at
tað hevði verið áhugavert at
gjørt nakað serligt burturúr
hesum tíðarskeiði, so sum
tað var gjørt fyrr og so sum
teir enn gera nógv burturúr
í Íslandi.
Torri stavar annars frá
gomlu tíðarrokningini.
Hetta var navnið á mánað
inum, sum byrjaði fyrstu
tendring eftir jól og vardi
fram til næstu tendring.
Fyrstu tiltøkini byrja
longu mánamorgunin kl.
10, tá ein framsýning við
myndum og fiskireiðskapi
letur upp í Leikalund.
- Turt og sólarglottar
verða um vikuskiftið,
sigur veðurmaðurin,
Petur Skeel Jacobsen
Veður
Snorri Brend
Tað verður av tí frægara
veðrinum hetta vikuskiftið,
lovar kendi veðurmaðurin.
– Vindurin verður lítil og
eingin, staðfestir Petur.
Í morgin verður sama
veðrið, tó verður nakað
kaldari út á kvøldið. Men
ongum nýtist kortini at
óttast fyri hvítum avfalli.
Sunnudagin verður aftur
lýggjari, samstundis sum
hann veksur vindin nakað.
Tað verður framvegis turt.
Mánadagin øtlar hann
vindin nakað av landsynn
ingi, men tað verður fram
vegis turt.
Týsdagin og mikudag
verður hann sunnan og
útsynningur í ættini, og
kanska verður okkurt ælið.
Hitin fer hesar dagarnar at
liggja millum 6 og 10 stig.
Spennandi torradagar
í Klaksvík
Torradagar verða hildnir á fyrsta sinni í Klaksvík
Hampiligt veður
– Hampiligt veður um vikuskiftið, lovar Petur Skeel