fríggjadagur 16. februar 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 • 16. - 18. februar 2007
Vikuskifti
skemt
Lagt til rættis: Jákup Mørk
Í rangastrúpan
Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta
komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er
eisini við teimum útsagnunum, sum vit
hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar
útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit
prenta hesar, vilja vit við hesum senda
eina áheitan til lesarar okkara um at siga
frá, um líknandi skeivleikar ella bara
løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu
miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu
sendast okkum við bæði bræv- og
telduposti.
Formula-fastir?
»Spælararnir eru annars næstan allir frá
Formuladeildini, sum dagliga spæla fastir hjá
feløgunum«
Lisið í Dimmalætting
Burtur við hjálondunum!
»Portugal fær fosturtøku«
Yvirskrift á portal.fo
Orðaspæl
Kríggini hitna
Tá amerikumonn gjørdust troyttir av Kalda
krígnum, fóru teir heldur í Flógva-kríggið
Dupultlív
Man orsøkin, til at so nógv fólk velja at liva
eitt dupult-lív, vera, at lívið ikki er so
»einkult«?
Bandupptakari
Pinnamatar fram um fólkaskúlin
Kann ein palétknívur nýtast sum bandupptakari? Tað sær ikki út til at vera nakar trupulleiki
at taka eitt band upp við hesum palétknívinum ella “steikivendaranum”, sum sjálvandi
einsini kann nýtast til at venda bandinum við. Palétknívurin kann eisini vera hentur sum
flugusmekkari.
mg
Týsdagin í farnu viku var aðalorðaskifti um fólkaskúlan. Myndin er tikin seinnapartin, eftir
at Kringvarpið hevur bjóðað til móttøku. Á myndini hevur John Johannesen orðið. Framman
fyri honum situr Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður og líður á. Á aftasta bonki situr Heðin
Zakariassen, men hann sæst ikki á myndini.