Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 34 - 16. februar 2007 tíðindi Stutt fyri klokkan níggju í morgun var ein trailari blástur av vegnum við brúnna um Streymin FERÐSLA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Við Streymin: Trailarin var á veg suðureftir. Hann var júst komin tvørtur um brúnna, tá ein hvirla brádliga tók stóra bilin og koppaði hann niðan av vegnum. Førarin var einsamallur í bilinum, og hevði ikki fing­ið nakran sjónligan skaða. Kortini fór hann við sjúkrabilinum á lands­sjúkra­ húsið til nærri kanningar. Nógvur vindur var í Sunda­ lagnum í fríggja­morgunin, og av og á vóru hvirlurnar harðar. Og tað var ein av hesum hørðu hvirlum, sum tók í stóra trailaran og blásti hann av vegnum. Stóri bilurin kom at liggja soleiðis, at hann lá hálvur út av vegnum, og hálvur tvørtur fyri vegin norður til Víkar. Trailari blástur av vegnum Mistu løn Herfyri fóru arbeiðsfólk á teimum norsku laksavirkjunum í Kili í verkfall við kravi um betri arbeiðsumstøður og meiri løn, men í gjár gjørdu tey av at gevast við tiltakinum, eftir at leiðslan hevði lovað at tingast við tey. Men sambært norskum fjølmiðlum fingu arbeiðsfólkini ikki nógv burturúr. Arbeiðstíðin er stytt og broytt, og tað hevur við sær, at fólk fáa minni løn nú, enn tey fingu undan arbeiðssteðginum. Sáttmálasamráðingar verða aftur í juni. Gull í Grønlandi Seinastu tíðina hevur felagið NunaMinerals A/S leitað eftir gulli í Grønlandi, og felagið hevur nú gjørt av at seta ferð á leitingina í Paamiut. Stjórin, Ole Christensen, sigur við Ritzau, at tey eru væl nøgd við tað, sum higartil er komið burturúr, men at ætlanin er at víðka leitingina í ár, og at nú verður leitað eftir einum egnaðum staði at bora í. Vánirnar fyri at finna gull tykjast vera bestar við Akulianq-nesið í Kvanefjørðinum, skrivar Ritzau. Nú kunnu føroyskir ungdómar millum 13 og 18 ár aftur at tekna seg til Ung í Føroyum. Í ár verða tvær listastevnur, onnur í Runavík og hin í Vági. Fimm kend listafólk skipa verksmiðjurnar, sum fevna um dans, tónleik, sjónleik og myndlist Ung í Føroyum Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Øll millum 13 og 18 ár kunnu nú tekna seg til tær báðar listastevnurnar, sum verða í vár. Heitið á stevnunum er: Ung í Føroyum Eystur, sum verður í Runavík 23. og 24. mars, og hin, Ung í Føroyum Suður, sum verður í Vági 30. mars til 1. apríl. Sambært Hedvig Westerlund-Kapnas, sum skipar stevnurnar, fara fimm kend listafólk at standa fyri verksmiðjunum: dansur, tónleikur, sjónleikur og myndlist. Fimm verksmiðjur  Dansurin verður við Jamie Boylan, ið dansaði í føroysku operuni “Í Óðamansgarði”. Dánjal á Neystabø kemur at hava tónleikin undir hendi. Hann er útbúgvin klaver­leikari, og vit kenna hann frá bólkunum Tangz og Ævin­týraferðini. Kristina Hansen, ið er ein av okkara fremstu yrkissjónleikarum, stendur fyri sjónleikinum. Á Ung í Føroyum Suður verður Aggi Ásgeirsdóttir verk­smiðjuleiðari innan myndlist. Aggi er ein spenn­ andi eksperi­menterandi lista­ kvinna við útbúgving frá Det Fynske Kunstakademi. Á Ung í Føroyum Eystur hevur Oggi Lamhauge myndlist. Oggi er ein av okkara kendu grafikarum, hevur egið verkstað og gallerí í Søldar­firði, har hann eisini undirvísir. Sýna fram Á stevnuni verður høvi hjá teimum ungu at sýna fram egin listaverk, antin á palli ella á framsýning, um­framt at taka lut á listaverk­smiðj­ unum. Báðar stevnurnar enda við opnum verksmiðjum, har áhugaði kunnu koma og eygleiða, hvussu arbeitt hevur verið. Á Ung í Føroyum Suður verður skipað fyri gisting tvær nætur, meðan Ung í Føroyum Eystur er uttan gisting. Tað eru kommunurnar í Vági, Runa­vík, Hovi, Pork­eri og Tvøroyri, sum skipa fyri saman við Norður­ landa­­húsið. Tekning fer fram á heimasíðuni www. ungi­foroyum.info innan 9. mars. Tvær Ung í Føroyum stevnur í vár Klokkan beint fyri níggju í morgun tók ein hvirla ein trailara av vegnum við brúnna um Streymin