Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 34 • 16. - 18. februar 2007 m at gerast løgreglukvinna í løtuni. Hon gjørdist liðug í 10. flokki síðsta summar og hevur arbeitt okkurt fyrifallandi síðani tá. Hon er avloysari í barna­ garðinum í Miðvági. Hon hevur annars ætlanir um at gerast løgreglukvinna. - Eg vil vera politistur. Eg var í praktikk hjá løgregluni í 10. flokki, og tað helt eg vera sera spenn­ andi. Eg eri eitt sindur rokalig, og tí vænti eg, at tað er akkurát nakað fyri meg. Tú skalt vera 21 ár, áðrenn tú tekur útbúgvingina, so eg fari møguliga í studenta­ skúla áðrenn, sigur Ruth, sum heldur, at kriminaløkið er tað mest spennandi. Ruth fyllir 18 um tríggjar mánaðir, og tá ætlar hon at fáa sær koyrikort beinanvegin. - Eg byrji skjótt at taka koyri­ kortið. Eg gleði meg nógv til at fáa koyrikortið. So kunnu vinirnir koma biltúr við mær, sigur Ruth, sum ikki ætlar sær at koyra ov skjótt, nú hon ætlar sær at vera politistur. - Eg má jú vera ein góð fyri­ mynd, sigur hon smílandi. Stuttligt at vinna móti SÍ Tað eru tvey lið í Vágunum, Dráttur og SÍ, sum hava lið í bestu kvinnudeildini. Ruth heldur, at tað er serliga stuttligt at spæla móti SÍ. - Leikararnir kennast væl uttanfyri vøllin, og tí er tað nakað serligt at spæla móti SÍ. Tað er nakað serligt at vinna móti teimum, sigur hon. Ruth var úttikin til landsliðið í flogbólti í summar. Hon kendi seg tó noydda at geva avboð. - Vil skuldu námsferð til Róm samstundis, og eg valdi heldur at fara á námsferð. Eg vóni tó at vera úttikin til Oyggjaleikirnar í summar, sigur hon. Oyggjaleikirnir er kanska størsta avbjóðingin hjá flog­bólts­ spælarum í Føroyum, og Ruth ynskir at uppliva tað. - Tað hevði verið spennandi at sloppið við. Eg veit frá U-lands­ liðnum, at tað er gott samanhald, tá ið landsliðið fer avstað, sigur Ruth. ”Indianararópið” Eitt sereyðkenni við liðnum hjá Drátti er ”indianararópið”. Tær feira stigini við at rópa eins og indianarar. Ruth hevur sjálv verið við til at fáa hetta ”ritual” inn á liðið. - Einaferð var eitt brailianskt par her. Maðurin spældi fótbólt her vesturi. Konan hugdi eftir einum dysti hjá okkum, og hon gjørdi hatta rópið hvørja ferð, vit fingu stig. Síðani hava vit tikið tað til okkum, sigur Ruth. Ruth er komin rímiliga langt við flogbóltinum, hóast hon er so ung. Hon væntar tó ikki, at hon var komin so langt, um tað ikki var fyri Ninu Alter, sum spældi við Drátti í fjør. - Allar tær útlendsku kvinn­ urnar, sum spæla flogbólt í Før­ oyum, eru góðar. Nina spældi við okkum í fjør, og hon lærdi okkum ótrúliga nógv. Hon hækkaði støðið munandi, sigur Ruth. Ruth metur, at hennara størsta styrki spæligleðin. - Eg fari ikki niður við høvdinum og gevi ongantíð upp, sigur hon. Foreldrini stuðla væl Ruth hevur altíð verið væl stuðlað av foreldrunum, og tað er hon takksom fyri. - Foreldrini stuðla mær í míni avgerð at gerast løgreglukvinna. Tey stuðla mær eisini sera væl í flogbóltinum. Tey eru við til hvønn dyst, og tað er sera deiligt, sigur hon. Annars verða tær í Drátti væl stuðlaðar av viðhaldsfólkunum. - Fólk stuðla væl, tá ið liðið liggur ovarlaga í kappingini. Í ár hevur gingist væl, og vit eru í steypafinaluni, so fólk eru sjálvandi spent. Eg gleði meg í øllum førum til dystin. Eg vænti, at tað verður ein 5 settari, og so vóni eg bara, at tað fellur til okkum, sigur Ruth Thomssen at enda. Ruth um føroyskan mat – Mær dámar væl føroyskan mat. Mær dámar alt burtursæð frá blóðpylsu og seyðarhøvd. Mær dámar serliga væl ræst kjøt og súpan. Annars eri eg ikki serliga kræsin. Ruth um trúgv - Trúgvin á Jesus hevur nógv at týða fyri meg. Trúgvin hevur stóran týdning fyri alla familjuna. Eg lesi og biði hvørt kvøld. Eg biði eisini altíð áðrenn, eg spæli dyst. Eg royni at vera eitt vitni – eisini á vøllinum. Tað er tó ikki altíð lætt, tá ið tú ert heitur. 17 ár Fødd 10.05.1989 Foreldrini er Annika og Albin Thomassen Býr í Miðvági Spælir flogbólt við Drátti Fakta Ruth Thomssen - Eg vil vera politistur. Eg var í praktikk hjá løgregluni í 10. flokki, og tað helt eg vera sera spennandi. Eg eri eitt sindur rokalig, og tí vænti eg, at tað er akkurát nakað fyri meg, sigur 17 ára gamla Ruth Thomssen úr Miðvági Mynd. Jens Kr. Vang