Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 34 - 16. februar 2007 tíðindi Prát Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Tað er ein partur av demo­ kratinum í einum felag at hava val, og hevur sitandi formaður ikki gjørt tað nóg gott, er tað sjálvsagt at velja ein nýggjan. FF hevur tað fram um onnur feløg, at limirnir við uratkvøðu velja formann og stjórnarlimir. Men hóast hetta, noyðist eg at undrast yvir gongdina hesa ferð. Tað sigur Óli Jacobsen, sum nú er fyrrverandi for­ maður í Føroya Fiski­manna­ felag. Í fyrsta lagi hevur hann hug at vísa á, at árið 2006 hevur verið eitt tað besta árið hjá fiskimonnum yvir­ høvur, og at teirra umstøður neyvan nakrantíð hava ver­ ið betri. - Men sum í politikki eru tó altíð øki, sum bøtast kann um, og har FF eisini hevði førleikan til tess. Uppstillingin Óli vísir á, at hann hevði tvey mótvalevni til formans­ valið hesaferð, Dan R. Peter­­sen og Jan Højgaard, og hesa síðuna í málinum lýsir hann soleiðis: - Annar var í fyrsta lagi uppstillaður av manningum á partrolarum, sum avgjørt vóru á ovasta endanum av hesum flota, bæði tá ið ræður um skip og inntøkur. Hetta var eisini galdandi fyri arbeiðsumstøðurnar við kryvjimaskinum, sum vit hava barst fyri og ísgerð umborð, sum vit eisini hava stimbrað og sum lættir sera nógv um arbeiðið hjá mann­ ingini. Hitt valevnið, sigur Óli, var fyrst og fremst stillað upp av manningum á ís­fiskalínuskipum. - Eingin bólkur av fiski­ monnum hevur fingið so stór­an ágóða av virksemi­ num hjá FF sum júst hesir. Sáttmálin er munandi bøtt­ ur, eitt nú við hægri mann­ ingarparti í míni tíð, eins og tann økta inntøkutrygdin er komin hesum bólki mest til góðar vegna ofta lágar inntøkur. Óli vísir á, at virksemi hjá FF at fáa kapping um fiskaprísin, er mest komið teirra fiskasløgum sum toski, hýsu, brosmu og longu, til góðar. - Vit hava barst fyri at varð­veita teirra fiskidagar, ikki minst í 2006 við hjálp frá einum tí fremsta út­­ lendska fiskivinnu­ser­frøð­ inginum, sum serliga mælti frá at minka um fiski­daga­ talið hjá línuflotanum. Aftrat hesum hevur FF stuðlað undir bøttum ar­beiðsumstøðum hjá línu­ flotanum, sum nú gera tað møguligt hjá manningini at ganga tveyskiftisvakt, sum áður bert var ein dreymur. Umframt hetta eru fyri­ munirnir í skattingin, sum Óli nertur við seinni í sam­ røðuni. Rekingin til valið - Munurin millum tann, sum situr í einum sessi, sum er uppá val og avbjóð­ ararnar, er, at tann, sum sit­ ur, hevur sín egna førleika at vísa til, meðan hinir hava frítt slag. Hini bæði mót­ valevnini hava bert víst ein førleika, og tað er “at reka” atkvøður, sum er eitt heilt nýtt fyribrigdi við valum í FF. Óli er avgjørdur, tá hann sigur, at valdi formaðurin, Jan Højgaard, førdi seg fram við sjónarmiðum, sum greitt vístu, at hann yvir­ høvur einki kendi til tey mál, har hann lovaði fiski­ monnum “gull og grønar skógir”. - Hetta váttaði hann eisini á sínum fyrsta degi sum for­ maður, tá hann í miðlunum segði seg yvirhøvur ikki at hava sett seg inn í tey mál, har hann annars førdi seg fram sum serfrøðingur und­ an valinum. Taka vit hansara høvuðs­ mál, sum var tryggingar­ viðurskifti, vísir Óli á, at hesi viðurskifti segði hann seg nú einki at vita um – og enn minni hevði hann nak­ að ítøkiligt uppskot á øki­ num. Fyrrverandi formaðurin ásannar, at hann einki ser­ stakt gjørdi sjálvur, meðan valið stóð upp á. - Eg visti, at fiskimenn, um teir vildu, vistu, hvat eg stóð fyri. “Um alt hevði ongan týdning - ja, so gerst ikki við”: Fiskimannafelagsvalið var ” Vit hava sjálvsagt roynt at havt part­ arnar so høgar sum gjørligt, men samstundis hevur verið umráðandi, at veiðan bar til, tí annars vóru eingi arbeiðspláss til fiskimenn… ” Daglønin við nýggjaru nóta­skip­unum hevur í miðal verið 5 arbeiðara­daglønir á 900 krónur. Nú frætti eg, at tað vóru fiskimenn, sum ynsktu nýggjan formann, tí teir ikki fingu seks daglønir um dagin.. – Tað er einki yvir at dylja, at for­mans­ valið í Føroya Fiski­mannafelag var eitt dyggiligt misálit á meg sum formann og samstundis ein undirkenning av mín­um lívsverki í felagnum. Hetta mis­álit var ikki minni dyggiligt av tí, at eg fekk minstu undirtøkuna av trimum uppstillaðum – ella bert 30% av atkvøðunum. Hetta var eitt rættiligt vón­brot, sigur Óli Jacobsen, ið sum for­ maður tænti fiski­monnum í samfull 36 ár. Sosialurin hev­ur skift orð við fyrrverandi for­mann­in í Føroya Fiski­ mannafelag