Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 34 • 16. - 18. februar 2007 Yvirskot er eitt hugtak, ið fáum er unt. Jan á Argjaboða og Bjørghild Djurhuus hava persónligt yvir­ skot, og landskassin peningaligt. Hetta kemur nú nýføðingum og familjum teirra í Indonesiska høvuðsstaðnum Jakarta til góðar. Yvirskriftin fangaði Vilt tú gera mun? Soleiðis ljóðaði yvirskriftin á lýsingini frá Løg­ mansskrivstovuna, sum onkur kanska hevði hug at smílast av, tá tey lósu undirevnið: Fólk søkjast til bróstgevingarverkætlan í Indonesia. Men tíbetur vóru nógv, sum bitu á lýsingina. Harímillum tey bæði Bjørghild og Jan. - Yvirskriftin talaði til mín. Eg havi áður verið við í líknandi verkætlanum, eitt nú í Nepal, Mosambique og India gjøgnum Danida, sigur 46 ára gamli Jan á Argjaboða, sum er útbúgvin el- verkfrøðingur, og starvast sum leiðari á tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum. Mong kenna helst 53 ára gomlu heilsusystrina Bjørghild Djurhuus úr Havn. - Eg eri á einum vegamóti í lívinum. Kvøldið fyri eg sá lýsing­ ina, segði eg við mannin, at eg hevði hug at royna nakað nýtt - kanska at farið til Afrika. Børnini eru vaksin, men eg havi nógva orku og yvirskot av geva av, sigur Bjørghild, sum hevur arbeitt við børnum og heilsu í mong ár, innan nógv ymisk øki. Bæði sum heilsu­ systur, ættleiðing og ungum mammum. Broyta hugburð Sambært altjóða hjálpar­ felagsskapinum, Mercy Corps, sum stendur fyri verkætlanini, er endamálið at økja um talið á kvinnum, sum geva nýføddu børnum sínum móðurmjólk. Harumframt skal tiltakið skapa eitt umhvørvi í Indonesia, sum stuðlar bróstageving og broytir hugburðin um móðurmjólk sum heild. Eisini er endamálið at økja um vitanina um fyrimunirnar við at geva móðurmjólk. Hendan verkætlanin, sum Landsstýrið hevur avgjørt at stuðla, verður rópt “Healthy Start” A Model to Improve Breastfeeding in Indonesia. Hoyra tað ósagda - Tað er serliga spennandi, tí vit eru fyrst við einari tílíkari verk­ ætlan. Slumbýlingarnir í Norður­ jakarta verða royndarøki, og um tað eydnast, er ætlanin at skip­ anin skal nýtast í øllum landinum, greiðir Jan frá. Spurd, hvussu tey vænta, at tey fara at reagera uppá ovurhonds stóra fátækradømi og vánaligu livilíkindini hjá barnafamiljunum, sigur Bjørghild soleiðis: - Hóast vit koma at arbeiða í ringastu fátækrabýlingunum í Jakarta, eri eg ikki bangin. Havnin er eisini ein stórbýur og her eru eisini børn, sum ikki trívast. So hóast vanrøktin er ikki so sjónlig her, so er hon eins Ein mamma og eitt brós er tað sama í Sumba og Menningarhjálp Rigmor Dam blaðkvinna Hóast bróstamjólk bæði er ókeypis, rein og sunn, selja ljósmøðurnar pulvurmjólk til mammurnar, so tær ikki leggja barnið til. Í hesum døgum sendir landsstýrið tveir føroyingar til Indonesia at greiða frá um fyrimunir við bróstageving Fær barnið einans móðurmjólk, er tað við til at minka um møguleikan fyri at barnið fær diaré. Nógv børn doyggja av sjúkum, sum stava frá skitnum vatni