fríggjadagur 16. februar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 16. februar 2007
9
tíðindi
eitt stórt vónbrot fyri meg
”
Skattalættin hevur seinastu 9 árini
givið sjófólki meira enn eina hálva
miljard krónur. Hetta svarar til, at
skattalættin hevur givið hvørjum
manni upp til stívliga 300.000
krónur hesi árini…
”
Longu fyrsta dagin skapti nýggi formað
urin iva um støðuna hjá Føroya Fiski
mannafelag í skattaspurninginum. Tað er
ein gloypibiti hjá teimum mongu, sum
vilja beina fyri hesi skipan hjá fiski
monnum…
Hann heldur, at tað er
einki fakfelag sum so dyggi
liga hevur kunnað sínar
limir, sum FF hevur gjørt,
tí aðru hvørja viku hava
fiskimenn fingið FF-blaðið
umborð við eitt nú kunning
um sjónarmiðini og virk
semi hjá felagnum á mong
um økjum.
- Aftrat hesum fingu fiski
menn eina ferð árliga eina
drúgva ársfrágreiðing. Alt
hetta finst eisini á alneti
num, men um alt hetta ong
an týdning hevði - ja, so
gerst ikki við, sigur Óli og
leggur aftrat, at nú sleppa
fiskimenn so undan hesi
kunning, tí nú kemur heldur
einki regluligt fiskimanna
blað út.
Hálva miljardin
– ongan týdning?
- Fiskimenn merkja á hvørji
avrokning og útgjalding
tann skattalætta, sum FF og
eg sjálvur í fremstu røð
havi verið við til at útvega
teimum sum løgtingsmaður
og samgongulimur í 1997.
Hesin skattalætti hevur
seinastu 9 árini givið fiski-
og sjómonnum meira enn
eina hálva miljard krónur.
Skattalættin hevur givið
hvørjum manni upp til
meira enn 300.000 krónur
hesa tíð og kemur - alt ann
að líka - framhaldandi at
geva upp til 35.000 krónur.
Óli vísir á, at henda skip
an samstundis hevur verið
samfelagsins viðurkenning
av okkara siglandi fólki.
Hann heldur, at hóast for
mella eftirlønarskipanin
kanska ikki enn er nóg góð,
eru hetta upphæddir, sum
geva fiskimonnum munandi
betri møguleikar enn aðrir
bólkar at tryggja seg sjálv
an, eitt nú við pensjón. Ikki
minst, tá ið vit vita, at ein
bøtt pensjónsskipan undir
øllum umstøðum skal vera
fíggjað av tí einstaka.
- Tað er eisini alment
kent, at eg sjálvur og FF
hava barst manniliga fyri at
varðveita hesa skipan móti
teimum ógvusligu álopum,
sum henni hevur verið fyri.
Soleiðis kann eg enn eina
ferð nevna TV2-málið í
2004 sum vísti, hvørjar
kreftir fiskimenn eru uppi
ímóti, sigur Óli Jacobsen.
Ivi um skipanina
Fyrrverandi formaðurin í
FF sigur, at longu fyrsta
dagin skapti nýggi felags
formaðurin við sínum mót
stríðandi útsagnum iva um
støðuna hjá felagnum í hes
um spurningi.
- Hetta gjørdi hann í
fyrsta lagi við at “niðurtóna”
týdningin av skattaskipanini
- og í øðrum lagi við at
siga, at hon er ein forðing
fyri øðrum batum fyri fiski
menn á mongum økjum.
Hetta er eitt sjónarmið, sum
er grundað á fullkomiligan
ókunnleika til veruligu við
urskiftini, og tað er óneyð
ugt at siga, at hetta er ein
gloypibiti hjá teimum
mongu, sum vilja beina fyri
hesi skipan hjá fiskimonn
um. Ikki minst nú visjóns
bólkur hjá løgmanni aftur
hevur lagt fram uppskot um
avtøku av skattaskipanini
hjá sjófólki.
Almenningurin fekk
soleiðis longu fyrsta dagin
í fjølmiðlunum eina - eftir
øllum at døma - rætta fatan
av førleikunum hjá nývalda
formanninum, og tað er
ikki meira at siga um tað,
heldur Óli fyri.
Høvuðsgrundarlagið und
ir virkseminum hjá FF er
sáttmálin, sum er grundaður
á ein ásettan prosentpart til
manningina.
- Vit hava sjálvsagt roynt
at hava hendan partin so
høgan sum gjørligt. Men
samstundis er umráðandi,
at veiðan ber til, tí annars
verða eingi arbeiðspláss til
fiskimenn. Aftrat hesum
hava vit eisini lagt okkum
eftir at gera sáttmálar, sum
kunnu geva mest møguligt
til manningina, hóast talan
kann vera um lægri prosent
part.
Óli vísir á, at hetta serliga
hevur eydnast fyri nótaflot
an, har daglønin við teimum
nýggjaru skipunum í miðal
er 5 arbeiðaradaglønir á
900 krónur, sum aftur er
nógv tann størsta inntøkan
í fiskiflotanum og kanska í
samfelagnum yvirhøvur.
- Nú frætti eg, at tað vóru
fiskimenn, sum vildu hava
nýggjan formann, tí teir
ikki fáa seks daglønir hjá
arbeiðarum um dagin, sigur
ein undrandi fyrrverandi
felagsformaður.
Tøkk fyri tíðina
– Hetta er ikki fyrstu ferð í
søguni, at tú við eitt val
ikki fær viðurkenning fyri
tað, sum er gjørt – og
hvussu nógv tað enn er. Tó
eri eg takksamur fyri, at
vanlig skilafólk í hópatali,
bæði kend og ókend, fram
vegis hava víst mær sín
fulla stuðul og álit.
Í samrøðuni nýtir Óli
høvi at takka hesum fólkum
fyri stuðul og álit.
– Eg vil eisini einaferð
nýta høvið takka fiskimonn
um fyri ta tíð, eg havi
arbeitt fyri tykkum – og
heilt serliga vil eg nýta høvi
at takka teimum, sum hildu
út til endan og sum tóku
støðu út frá veruligu roynd
unum, teir hava havt av FF
í míni tíð, sigur Óli Jacob
sen, fyrrverandi fiskimanna
felagsformaður, í samrøð
uni.
Hann eigur nógv sporini úteftir bryggjuni og inn á
skrivstovuna á Bryggjubakka, har hann legði lív og
sál í virksemið sítt fyri fiskimenn. Nú er hesin 36 ára
langi túrur lokin, og nýggjur maður er á brúnni. Í hesi
samrøðu takkar Óli Jacobsen fiskimonnum fyri hesi
mongu ár – og eina serliga tøkk veitir hann teimum, sum
hildu út heilt til endan
Mynd: Jens Kristian Vang