fríggjadagur 16. februar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 • 16. - 18. februar 2007
Vikuskifti
9
stabarn
g Jakarta
skaðilig fyri einstaka barnið, sigur
Bjørghild. Og hon avdúkar, at sum
heilsusystir er tað í báðum førum
kynstrið at hoyra tað ósagda.
Og Jan leggur afturat:
- Uppgávan verður at koma
ammustovusøgum til lívs. Eitt nú
fáa lokalu ljósmøðurnar prosentir
av hvørjum blikki av pulvurmjólk,
sum tær selja møðrunum. Hetta
kann hava óbótaligar avleiðingar
fyri barnið og familjuna, tí vatnið
er ofta dálkað, umframt at
familjan brúkar frammanundan
lítla peningin til nakað, sum kundi
verið ókeypis. Jan skal vera
frágreiðslufólk á ferðini, har hann
skal skriva eina frágreiðing um
støðuna á økinum, umframt eina
niðurstøðu við tilmælum aftaná.
Vatnflóð seinkaði
Ætlanin er, at tey vera burtur í ein
mánað ella so. Arbeiðið úti á
staðnum fer at fevna um at gera
forkanningar og verkætlanar
lýsing, har tey kunna seg um
heilsuverkið í Indonesia og savna
upplýsingar um trupulleikan við
bróstageving. Síðani skulu tey
greina upplýsingarnar, skriva
frágreiðing og leggja úrslitini
fram fyri myndugleikunum.
Av tí at ógvusligt áarføri og
yvirflóð hevur verið í landinum
seinastu vikurnar, er ferðin útsett
í einar tvær vikur. Men nú hava
tey fingið boð um, at farið verður
úr Føroyum næsta fríggjadag.
Bodnar til Mekka
Tey greiða frá, at hugburðurin hjá
nógvum kvinnum er, at pulvur
mjólk er betur enn móðurmjólk.
- Hesin hugburður verður
stuðlaður av multinationalum
fyritøkum, sum selja pulvurmjólk.
Eitt nú verða ljósmøðurnar, sum
selja mjólkina, bodnar ferðir til
Mekka, um tær megna at økja um
søluna av pulvurmjólk, sigur Jan
á Argjaboða.
At mæla kvinnum til at geva
bróst í eitt hálvt ár, hevur verði
siðvenja í Føroyum í nógv ár.
- Tað stuttliga er, at vit hava
mælt til hetta í nógv fleiri ár enn
til dømis danir. Tað er ein myta,
at tað ikki er nóg mikið hjá
barninum bara at fáa bróstamjólk.
Og ongin ivi er um nær barnið
mungar eftir fastari føði, sigur
Bjørghild, sum vónar at hon
sleppur út at hitta mammurnar og
pinkubørnunum í býlingunum.
- Tey eru muslimar. So tað er
eisini áhugavert at fáa innlit í,
hvussu mentanin er viðvíkjandi tí
at geva bróst – um tað er loyvt at
geva alment, um tær hava far
loyvi, og annars, hvat tey vita um
tað, sigur Bjørghild. Og hon endar
samrøðuna við at staðfesta:
- Ein familja í Indonesia, sum
gevur pulvurmjólk, rindar 200
dollarar fyri pulvur í eitt hálvt ár.
Hetta svarar til tvær og eina
hálva mánaðarløn. Vit bjóða
teimum eitt ókeypis alternativ, so
vit áleggja teimum ongar
útreiðslur, heldur tvørturímóti. Tí
alt talar fyri at geva bróst so
leingi, sum til ber.
Indonesia
Vídd 1.000 km2
1.812
Fólkatal mió.
217,6
Partur av fólkinum, í býnum, %
47
Væntaður livialdur, ár
67
HIV-smittað av 15-49 ára gomlum, %
0,1
Barnadeyði, promillu
38
BNI pr. indb. US$
1.140
BNI pr. indb. PPP$
3.485
Atgongd til reint vatn, úti á landinum, %.
69
CO2-útlát pr. Íbúgva, tons
1,4
Kelda: Tøl um heimsins lond frá heimsbankanum, 2006
Fakta
Landsstýrið hevur gjørt av at senda Jan á Argjaboða og
Bjørghild Djurhuus til Indonesia, har tey skulu arbeiða fyri
altjóða hjálparfelagsskapin Mercy Corps í áleið ein mánað
Mynd: Jens Kristian Vang