Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 34 - 16. februar 2007 Eftir fimm brunnar á landgrunninum, sum ikki hava gjørt Føroyar til veruliga oljutjóð, varð sett á sætta brunnin – ikki úti á landgrunninum enn – men hesaferð í Norðurlandahúsinum. Teir umleið 100 áhoyrarnir á oljuráðstevnuni Offshore Faroes 07, sum Oljuvinnu­ felagið skipaði fyri, fingu nógv áhugavert at vita, tá eitt nú umboð fyri tey bæði oljufeløgini Statoil og BP greiddu frá. Hóast BP metir sannlíkið fyri at gera eitt fund vera 10%, so eiga vit at minnast til, at felagið her vil vera varið við sínum metingum, nú tað metti so skeivt, tá tað boraði fyrsta brunnin fyri nøkrum árum síðani. Eisini er talan um eitt sera ókent leitiøki, og tá er váðin altíð stórur. Men við útsøgnunum frá Statoil um, at møguleikin fyri at raka við er størri, tess longur niður verður borað, hevur BP avgjørt fingið góðan stuðul. Á ráðsstevnuni beyð Statoil sær at lata BP upplýsingar frá síni boring í fjør, sum so kunnu gagna boringini í summar. Afturfyri skal Statoil so fáa upplýsingar frá hesi boringini, og teir kunnu so aftur gagna Statoil í sínum framtíðar leitivirksemi á landgrunninum. Hóast vit fingu nógv at vita um bæði Brugduna og William, so varð Rosebankfundið bretsku megin mark­ ið tað, ið fekk mestu positivu umrøðuna, tí hetta olju­ fundið kann fáa positiva ávirkan á framtíðar leiting við Føroyar. Í løtuni verða boraðir tríggir brunnar har, sum skulu siga okkum meira um støddina og hvussu tætt upp at markinum fundið gongur. Ein útbygging til oljuframleiðslu á hesi leið fer heilt givið at fáa stóran týdning fyri leitingina og møguliga útbygging okkaru megin í framtíðini. Vit fingu eisini at vita, at tað gongur móti ljósari tíðum, hvat brunnum á Atlantsmótinum viðvíkur. Tað verður munandi lættari at fáa boriskip og –pallar til hesa leiðina komandi árini, og kunnu vit rokna við vaksandi leitivirksemi longu í 2008 og 09. Ráðstevnan setti eisini fokus á leiklutin hjá føroyskum ídnaði og varð útmeldingin hjá landsstýrismanninum í oljumálum púra greið. Keikanturin verður varðveittur, soleiðis at føroyskt vinnulív framhaldandi sleppur at vera við í virkseminum. Vit hoyrdu eisini, hvussu gong­ ur hjá fleiri av teimum fyritøkunum, sum hava ment sítt virksemi sum part av oljutilgongdini. Tað stendur greitt, at hóast ikki dropin av olju er komin upp úr undir­grundini enn, so hevur avleidda virkssemið av leit­ ingini, longu ment mong nýggj arbeiðspláss og skapt munandi inntøkur til samfelagið. Vit kunnu tí í dag staðfesta, at føroyski oljuídnaðurin er við at festa røtur, og tekin eru til, at hesin parturin av vinnulívinum er komin fyri at verða, nú vit eisini vaksa um okkara virk­ semi uttanfyri landoddarnar. Verður eitt fund gjørt í ár ella í 2008, so er greitt, at hesin parturin fer at gerast enn meiri týðandi í samlaða samfelagsmyndini. Sosialurin Ein góð ráðstevna SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tað hevur avgerandi týdning, at kvinnur koma fram at avgerð­ unum í samfelagnum. Tiltakið 8. mars á Hotel Føroyum  er liður í hesum ar­beiði. Tí hevur Javn­­aðar­ flokkurin gjørt av at rinda fyri luttøkuna hjá 18 fólkum úr øllum teimum sjey valdømunum og úr leiðslu floksins Tíðindaskriv Føroya Javnaðarflokkur Javnaðarflokkurin harmast um tað niðrandi viðferð, ið arbeiðið at menna kvinnu­ luttøkuna í politikki hevur fingið í løgtinginum í sein­ astuni. Sum javnaðarfólk eru vit sannførd um, at eitt javnt valdsbýti ímillum kvinn­ur og menn er ein av fortreytunum fyri einum betri samfelag.  Tað var Javnaðar­flokk­ urin, ið tók stig til at skipa nevnina, ið skuldi arbeiða fyri øktum kvinnuleikluti í politikki. Demokratia hevur longu skipað fyri ókeypis tiltøkum til frama fyri hes­ um endamáli. At tað nú verður skipað fyri einum størri tiltaki er uttan iva neyðugt, fyri veruliga at fáa hetta umráðandi mál sett á dagsskrá. Tíverri eru slík tiltøk vorðin kostnaðarmikil at skipa fyri. Men fyri at so nógv sum gjørligt skulu hava møgu­ leika at luttaka, hevur Javn­ aðarflokkurin gjørt av at rinda fyri luttøkuna hjá 9 kvinnum og 9 monnum úr øllum teimum sjey val­dømu­ num og úr leiðsluni í flokki­ num. Orsøkin til, at vit bæði senda kvinnur og menn er, at vit eru av teirri fatan, at málið um javnstøðu ikki verður rokkið, um ikki bæði kynini kenna tað sum eitt felags mál at røkka javn­ støðuni. So var hesin Bill Justinussen aftur úti við rívuni, eftir at Sosialurin hevði eina sera beinrakna oddagrein um samanvavstur av politikki og átrúnaði, sum alsamt meiri hevur verið at sæð til í seinastuni í Føroyum. Bill gjørdi einki minni enn at leggja Sosialin undir at vera farnan í heilagan bardaga móti Miðflokkinum – sikk­ en eitt skotsmál! Hann er skjótur í boksi­ handskarnar, hesin grimd­ar­ hugaði religiónspolitikarin, og fyri góðum mánaði síðani var ikki lukkuligt at standa fyri, tá hann legði eftir Sjúrði Skaale, tí hesin hevði dittað sær at siga nøk­ ur kritisk orð um fram­ferð­ arháttin hjá formanninum í sama Miðflokki, tá málið um broytingina í grein 266b var fyri á løgtingi. Flestu fólk tíma illa í eitt blaðkjak við slíkar religi­ ónsfanatikarar, tí vit vita, at tað er sum ein skrúva uttan enda at kasta seg út í slíkan polemikk – líka mikið hvat tú sigur, hvussu rætt tú hevur, og hvussu dyggiliga teir verða settir skákmát, so rínur einki við teir kortini, tað prellar alt av eins og gummikúlur móti einum betonveggi. Tá tað fyri nakað síðani gjørdist alment, at Dimma­ lætting fær nýggjan blað­ stjóra, tá gjørdi Bill einki mætari enn at koma við ”góðum ráðum” til nýggja blaðstjóran, sum í botn og grund ikki var annað enn ein duld hóttan, um, at skal blaðnum verða lív lagað í framtíðini, so skal redak­ tiónin bera fram offurlamb fyri ásjón Bills. Hetta offur­ lambið er at leggja lok á allan tíðindaflutning, sum ber brá kritikki mótvegis teokratiska og anti-demo­ krat­iska framferðarhátt­ inum hjá Miðflokkinum, teirra veljarum og teirra líkum. Anti-demokratiskt er tað víst, tá hesir løgtingslimir, beint eftir at uppskotið um at banna diskriminering av fólki vegna teirra seksuellu orientering, ikki virdu demo­­kratisku viðgerðina, men ætlaðu sær í óðum verkum at fáa málið út til fólkaatkvøðu, eftir at tað longu var vorðið parla­men­ tariskt samtykt. Fanatisman er eyðsýnd, og hetta hóast eingin homofobikari nýtist at fáa ilt í ein ávísan enda, tí eing­ in noktar teimum at liva tað lív, teir vilja. Tí hesa áheitan á allar fjøl­miðlarnar: Missið ikki fóta­festið hóast óðir religi­ ónsfanatikarar hótta. Tit standa tykkum best við fram­haldandi at lýsa øll samfelagsviðurskifti á ein so óheftan hátt sum gjørligt, eisini um tað gongur religi­ ónsfanatikarum ímóti. Óttist ikki tí Bill hevur talað Reykjavík Sylvintur Gíslason Javnaðarflokkurin vil hava kvinnuna fram Avsannan Av tí at tað eru so nógv, sum halda meg hava skriv­að grein um Paula Ellefsen í Sosialinum herfyri, boði eg frá, at so er ikki. Tað hevði eg iki sæð meg føran fyri. Dánjalstrøð 4, HB-ari, fyrrv. lærari Heðin Samuelsen