fríggjadagur 16. februar 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 • 16. - 18. februar 2007
Vikuskifti
10
Hvar ert tú stødd?
Í Walvis Bay, Namibia
Nær flutti tú til Namibia?
Í August 1992
Hví flutti tú til Namibia?
Eg var júst liðug við Student og
vildi út at síggja eitt sindur av
verðini. Ein vinkona og eg ætlaðu
okkum at fara til Avstralia í
Aupair. Men so bleiv fekk eg
fyrispurning frá einari føroyskari
familju í Namibia. Tey spurdu um
eg ikki vildi koma til teirra í
aupair - fyrst í 3 mánaðir. Seinni
møtti eg so manninum hjá mær,
Conrad, og valdi at vera verandi
her. Vit hava nú verið gift í 10 ár,
og saman eiga vit 7 ára gomlu
Stephanie og 4 ára gomlu Nicole.
Hvussu er við málinum – Var tað
torført at læra lokala málið?
Høvuðsmálið í Namibia er enskt.
Ein stórur partur tosar tó
“afrikaans” fyri tað mesta. Tað
lærdi eg skjótt, og havi eg tosað
tað flótandi nú í nærum 14 ár.
Hvat dámar tær í Namibia?
Mær dámar bara heilt væl.
Namibia er eitt av teimum mest
framkomnu londunum í Afrika.
Her er gott at búgva.
Friðarligt! Vakurt upp á sín máta!
Vit búgva í eini oyðimørk, men
tær nýtist ikki at koyra so heilt
langt, áðrenn náttúran
fullkomiliga broytist.
Er tað nakað tær ikki dámar
við at liva í Namibia?
Nei, tað haldi eg ikki.
Tað einasta, sum er
keðiligt, er at tað
liggur so langt frá
Føroyum.
Hvussu er mentanin í
Namibia? – Líkist hon
tí føroysku?
Landið er rættiliga
stórt og mentanin er
rættiliga fjølbroytt av tí
sama. Her eru nógvir
bólkar av ymiskum fólkið,
ið øll hava sínar egnu
siðvenjur. Her hjá okkum er
mentanin tó ikki nógv øðrvísi,
enn tann sum vit kenna úr Evropa.
Her eru jú nógv fólk, sum eru
ættað haðani.
Hvussu er maturin í Namibia?
Hann er góður. Hóast tey ikki eta
so nógvan fisk her, so eta tey alt
tað vanliga, sum eisini verður etið
í Føroyum. Eitt, sum er eyðkent
her á leið, er barbecue (ella
“braai” sum tey rópa tað). Tað
verdur nógv brúkt her - serliga í
vikuskiftunum. Tað dámar mær
rættiliga væl.
Hvussu er veðrið í Namibia?
Vit búgva úti við sjógvin. Her er
veðrið so passaligt. Hitin liggur
fyri tað mesta um 20º - 25º.
Longri inni í landinum verður tað
nógv heitari – uml. 35º. Her er sól
hvønn dag. Árstíðirnar eru øðrvísi
samanborið við í Føroyum. Vit
hava hásummar á jólum - tað er
veruliga nakað, ið ein má venja
seg við. Fyri tað mesta, eru tey
flestu eru á strondini um jóltíðir!!
Hevur tú ætlanir at flyta
heimaftur til Føroya?
Ja, tað droymi eg um – men nær
tað verður, fer tíðin at vísa!!
útisetin
Lagt til rættis: Rókur Jákupsson Jakobsen (rokur@sosialurin.fo)
Navn: Eyðbritt Skorastein
Wittmann
Foreldur: Sonja & Páll
Skorastein
Fødd: 3. apríl 1972
Føðistaður: Leirvík
Besti matur:
Føroyskur: Turt kjøt og
breyð – Ræst kjøt
Útlendskur: “Fillet-Steak”
við hvítleyksós
Útbúgving/Starv: Arbeiði
sum deildarleiðari hjá DHL
Express
Motto: Carpe Diem!!!
Fakta
Útisetin hesaferð:
Eyðbritt í Namibia
Á myndini síggjast Eyðbritt og maður hennara Conrad, sjey ára gamla Stephanie og fýra ára gamla Nicole.