fríggjadagur 16. februar 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 16. februar 2007
11
Uttan mun til nógvu
royndirnar hjá Høgni
Hoydal at fáa málið um
Sendistovu Føroya í
Reykjavík at venda nega
tivt, so skal tað ikki eydn
ast honum. Hann má
gjarna leggja mín persón
undir bæði líkt og ólíkt í
samband við hetta mál,
og hann má gjarna fremja
fleiri karaktermorð á meg
á vegnum, men søgan um
sendistovuna í Íslandi
verður verandi ein góð
søga. At siga og halda nak
að annað er beinleiðis
óseriøst
Boðskapurin um, at lands
stýrið nú fer at seta før
oyskan sendimann í Reykja
vík verður væl móttikin
allastaðni. Hóast tað, so
hevur Høgni Hoydal
ótroyttiliga roynt at sáa iva
um alt málið, men serliga
um mín leiklut í málinum.
Men tað fer nú ikki at eydn
ast honum, tí øll, sum bert
hava fylgt eitt sindur við
gongdini í málinum vita, at
í hesum málinum stóðu vit
fyri einaferð skyld øksl
móti øksl. 32 atkvøddu fyri
hvørki meira ella minni.
Hvat segði Løgtingið?
Tá málið fór í Fíggjar
nevndina í samband við, at
fíggjarlógaruppskotið fyri
2007 var til viðgerðar, legði
eg ein tekst við, sum var
soljóðandi:
”Í sambandi við, at Hoy
víkssáttmálin er komin í
gildi, eru vit nú komin til,
at tað er av stórum týdningi,
at føroysk sendistova verður
sett á stovn í Íslandi, sum
kann hjálpa føroyska vinnu
lívinum og føroysku
almennu skipanini á stað
num. Tískil hevur Lands
stýrið avgjørt at seta eitt
sendiumboð við somu tign,
sum okkara sendimenn í
Brússel og London, í
Íslandi. Sendiumboðið verð
ur partur av donsku attaché
skipanini og fær innivist á
donsku sendistovuni í
Reykjavík.”
Í hesum teksti skal lesarin
leggja til merkis tvær orð
ingar. Onnur er, at sendi
umboðið skal hava somu
tign sum okkara sendimenn
í Brússels og í London. Hin
er, at sendiumboðið fær
innivist á donsku sendi
stovuni í Reykjavík.
Henda tekst tók meirilutin
í fíggjarnevndini orðarætt
til sín. Tað væntaði eg sjálv
andi, tí vit eru jú í sam
gongu. Men eisini minni
lutin (Páll á Reynatúgvu,
Karsten Hansen og Kári P.
Højgaard) tók orðarætt
hesar orðingar við í teirra
parti av álitinum. Og tað
var eg sjálvandi rættiliga
væl nøgdur við.
Tá ið henda orðing sum
partur av uppskotinum um
at játta pening til sendi
stovuna kom til atkvøðu
greiðslu, atkvøddi eitt samt
ting fyri uppskotinum. Og í
hesum samda tingi sat
eisini Høgni Hoydal, sum
sostatt hevur tikið undir við
orðingini um somu tign og
orðingini um innivist á
donsku sendistovuni.
Hvat merkir tign/hvat
merkir innivist?
Sendiumboðið skal hava
somu tign sum sendimenn
inir í London og Brússels.
Tað merkir, at sendiumboðið
fær diplomatstatus við teim
um rættindum, sum tað
gevur. Hetta hevur týdning,
skal full nytta fáast av hesi
íløgu.
Men fyri at fáa hesa tign
ella diplomatstatus mugu
vit formliga vera knýtt at
donsku sendistovuni, tí við
ríkisrættarligu støðu okk
ara, er tað danska uttanríkis
tænastan, sum borgar fyri
hesari tign. Øll slík viður
skifti eru skipað sambært
sonevnda Wiener-sáttmál
anum, ið einans fevnir um
sjálvstøðug lond.
So skulu vit liva upp til
samtyktina hjá einmælta
Løgtinginum, mugu vit í
eitt formligt samstarv danir.
Hetta verður eisini gjørt.
Viðvíkjandi innivistinum,
so vildi Høgni Hoydal eis
ini, at føroyska sendistovan
skuldi hava innivist á
donsku sendistovuni. Og
Høgni Hoydal var jú ikki
vanur við annað. Í hansara
tíð sum varaløgmaður setti
landsstýrið sendistovuna í
London á stovn, sum bók
staviliga fór og framvegis
er undir veingjabreiðinum
hjá donsku sendistovuni.
Tær eru undir somu lon.
Tað er eisini galdandi sendi
stovuna í Brússels.
Men við Fámjinsskjali
num fingu vit møguleika at
húsast í øðrum hølum enn
verandi danska sendistovan.
Og henda møguleika ætli
eg at nýta, hóast eg kanska
á ein hátt gangi ímóti orð
ingini um innivist á donsku
sendistovuni. Eg vænti tó
ikki, at samgongan revsar
meg fyri tað. Skuldi undrað
meg, um ikki Høgni Hoydal
hóast alt stuðlar mær í tí.
At vit fara fyri okkum
sjálvi merkir tó ikki, at vit
ikki framvegis eru formliga
knýtt at donsku sendistov
una. Sambært Wienersátt
málanum og sambært Fám
jinsskjalinum, so skal
danska flaggið og skjald
rarmerkið geva til kennar,
at tað formliga er danska
ríkið. Men tað gera vit eis
ini í London og í Brússels.
Men samstundis so flagga
vit sjálvandi við Merkinum,
og føroyski veðrurin kemur
at hanga á húsavegginum.
Latið okkum nú heldur
gleðast um enn eitt týdn
ingarmikið uttanríkispolit
iskt stig, heldur enn at niður
gera eitthvørt framtak.
Framtíðar bygging
í Føroyum
Næstan dagliga hoyra og síggja vit í føroysku miðlunum,
at stórar ætlanir eru um at byggja hús og íbúðir í Før
oyum. Ikki bert í høvuðsstaðnum eru stórar ætlanir um
bygging, men um alt landið.
Nógv verður bygt, alt frá sethúsum til íbúðarhús, og í
seinastu viku frættist um lutaíbúðir sum skuldu byggjast
í Leirvík. Byggiharrar og kommunur brynja seg veru
liga til framtíðarbygging í Føroyum,
Í dag síggja vit byrjandi møguleikar at velja, hvussu
vit ynskja at búgva. Vilja vit búgva í vanligum sethúsum,
sum higartil hevur verið siðvenja, ella ynskja vit at
búgva í egnari íbúð ella møguliga í eini lutaíbúð. Tað
fjølbroytni sum er á byggiøkinum í løtuni, kunnu vit
bert fegnast um, og vónandi síggja vit meiri til tað í
komandi tíð.
Føroyar eru landafrøðiliga ikki serliga væl egnaðar til
rørslutarnað fólk, og tað kunnu vit onki gera við, men
ein annar trupulleiki er, at tað tíverri ikki er so vanligt
at hugsa fram í tíðina m.a. viðvíkjandi atkomuviður
skiftunum, tá bústaðir hava verið umhugsaðir og bygdir,
við tí úrsliti, at tað í dag eru nógvir bygningar, bæði hjá
privatfólki og almennir bygningar, ið ikki eru atkomandi
hjá rørslutarnaðum. Orsøkin byggir helst á, at vit sum
útgangsstøði hava ringt við at ímynda okkum, at tað
skal gerast neyðugt í okkara føri at hava hesi viðurskiftini
í huga.
Men veruleikin er tann, at umframt, at eitt ávíst tal av
børnum verða fødd rørslutarnaði, gerast onnur rørslu
tarnað á ungum árum, orsakað sjúku ella skaða, og
orsakað tann støðugt hækkandi livialdurin, er bólkurin
við gomlum rørslutarnaðum skjótt vaksandi, m.a. vita
vit, at bólkurin, ið verður seinheilaskaddur vegna apo
pleksi er sera stórur, umleið 100 árliga, so tilsamans er
bólkurin við rørslutarnaðum fólkum rættiliga stórur. So
møguleikin fyri at onkur í familjuni ella í vinaskaranum
gerst rørslutarnaður, er als ikki so lítil, sum ein trýr.
Í MBF halda vit tí, at tað er sera týdningarmikið at
byggiharrar, arkitektar og kommunur, sum standa fyri
hesi bygging, taka atlit til fysiska atkomu í framtíðini.
Uttan at skula skerja frælsið hjá fólki at fáa tað húsið
sum tey ynskja, kundi man hugsað fyribyrging inn í
byggingina.
Vælvitandi, at tá man er ungur og frískur verður
oftani ikki hugsað um trappur og atkomu sum heild,
men tað forðar tó ikki fyri, at taka atlit til tað í fram
tíðini
Um bústaðurin skal verða egnaður til rørslutarnað,
mugu ávísar treytir verða fylgdar, tá umræður byggi
standardir. Ein sannroynd er, at um hugsað verður um
hesi viðurskiftir frá byrjan av, er meirkostnaðurin lítil
og ongin, men um neyðugt verður seinri at gera broyt
ingar, kann tað lættliga gerast kostnaðarmikið. Vit vita,
at HTM á hvørjum ári, fíggjar rættiliga stórar upphæddir
til umbygging av sethúsum. Hugsað eigur tí at verða
um nøkur heilt grundleggjandi ting, sum til dømis, at
allar innhurðar verða 80 cm breiðar, at ongar gáttir eru
inni og at wc/baðirúm er so rúmsátt at koyristólur slepp
ur inn. Somuleiðis at trappurúm eru so mikið rúmlig, at
møguleiki fyri trappulyftu eru til staðar, um brúk verður
fyri tí seinni.
MBF heldur eisini, at tá kommunurnar eru byggiharrar
og við til at fíggja íbúðarbygging, áttu tær at sett sum
treyt, at byggingin er atkomulig fyri rørslutarnað. Hetta
kundi verið ein trygd fyri, at øll fólk høvdu møguleika
at keypa ella leiga eina íbúð, sum kommunan hevur
staðið fyri at byggja, tí byggiætlanin varð væl hugsað
ígjøgnum áðrenn bygt varð.
Hans Andrias Sølvará held
ur fram at ákæra jødarnar
fyri søgufalsan og at gera
skriftirnar til eina lygisøgu.
Nú Nýggja Testamentið.
Gamla Testamentið hevur
hann í tveimum greinum
viðgjørt á ein sera óhugna
ligan og óseriøsan hátt.
Prógvini, hann hevur frá
einum fornfrøðingi og ein
um søgufrøðingi, eru t.d. at
teir halda seg kunna vita,
nær ymiskt bleiv bygt innan
fyri 100 til 200 ár fyri 3 til
4000 árum síðani.
Nú er so tørnið komið til
Nýggja Testamentið. Tað
verður petta sundur, og teir
sum skrivað hava gjørdir til
søgufalsarar. Prógvini her
eru at “Septuaginta”,
grikska týðingin av tí hebra
iska Gamla testamentinum,
samsvarar ikki við tann
upprunaliga tekstin. So
hevur hann nøkur dømi.
Tvey, sum hann serliga
viðgerð, eru Esaias 7,14 og
Zacharias 9,9. Esaias skal
ikki hava skrivað moyggj,
men ung kvinna. Tað við
víkjandi Zachariasi er, at
har sum hebraiska bíblian
sigur - eitt dýr, sigur Septua
ginta - tvey dýr, og Matteus
tekur upp eftir Septuaginta,
sum er skeivt eftir Hans
Andriasar meining. Hatta
tími eg ikki at gera við
merkingar til. Hitt dømið,
tað hjá Esaiasi, er at siga
til, at um tað er rætt, at tað
skuldi staðið ung kvinna
har, so broytir tað ikki veru
leikan, at tá ið Kristus varð
føddur í Betlehem, uml.
700 ár seinri, varð hann
føddur av moyggj. Hetta
fortelur Matteus fyri okk
um, og hann sigur frá, ikki
bara út frá profetinum, men
at ein eingil opinberaði seg
fyri Jósefi og segði honum,
at tað, sum var gitið í
Mariu, var av Heilaga Anda
num. Men hetta nyttar ikki
at diskutera við Hans
Andrias og hansara líkar
um. Teir hanga seg í
útgrevstrar og í orð um eitt
ella tvey fyl, meðan teir
ikki smæðast við at gera
Matteus, Lukas og hinar til
søgufalsarar, ja Lukas, sum
byrjar sítt evangelium við
at vísa á hvussu stóran
ómak, hann hevði gjørt sær,
fyri at tað skuldi vera álít
andi, sum hann sigur frá.
Les tey fyrstu versini í
Lukas evangeliinum sjálv
ur, tú, sum lesur hetta. Gev
tær tíð til tað!
At ósemja er millum
jødar og kristin, er ikki nak
að nýtt. Størsti parturin av
jødum hava ongantíð
góðtikið at Jesus, føddur í
Nazaret fyri 2000 árum
síðani, er Messias, sonur
Guds, tí trúgva tey ikki á
Nýggja Testamenti. Tað
gera harímóti tey kristnu, t.
v.s. øll verulig kristin trúgva
á Jesus sum son Guds.
Hetta er grundarlagið. Eing
in kann kalla seg kristnan,
uttan hann trýr at Jesus er
sonur Guds. Tá ið Pætur
ápostul segði hesa játting,
segði Jesus: ”Hold og blóð
hevur ikki opinberað tær
hetta, men Faðir mín, sum í
himli er.” Matt. 16,17. Og
Paulus ápostul sigur hetta:
“Eingin kann siga, Jesus er
Harri, uttan í Heilaga Anda
num.” 1. Korintbr. 12,3.
Øll tey, sum av sonnum
játta hetta, verið tey jødar
ella heidningar, eru fødd av
nýggjum, fyri at brúka orð
ini hjá Jesusi sjálvum í Jóh.
Evangelii 3. kapitli. Vit
mugu tí eisini ansa eftir, tá
ið vit, sum Hans Andr. her,
tosa um kristin, hvat eru
tað fyri kristin vit tosa um.
Tað eru tíverri so mong,
sum bera kristinnavnið,
sum vit noyast at seta spurn
artekin við, um tey eru
verulig kristin.
Ein lítil viðmerking til
seinast.
Eg helt meg lesa ímillum
reglurnar í fyrru greinunum,
at Hans Andrias ikki hevur
lisið bíbliuna heilt væl, tað
átti at verið fyrsta fyri
treytin, tá ið ein fer undir at
leypa á skriftirnar. Eg haldi
meg síggja tað sama nú.
Hvussu hann kemur til, at
Paulus einki kendi uttan
“Septuaginta” er mær ein
spurningur, sum Hans Andr.
átti at greitt eitt sindur
nærri frá.
Sendistovan í Reykjavík er stig rætta vegin
løgmaður
Jóannes
Eidesgaard
Richard
Danielsen
formaður í MBF
Leila
Solmunde
Hans Andrias pettar Nýggja Testamenti sundur
viðmerkingar