Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. februar 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 14. februar 2001 5 gult cyan magenta svart 4 Nr. 31 - 14. februar 2001 gult cyan magenta svart – Verkætlanararbeiði kann tykjast sum ein stórur biti hjá nógv- um, men eg ivist ikki í, at næmingar verða meiri tilvitaðir um tað, teir gera. Teir fara at duga betur at seta sær mál, og tað speglast aftur seinni í lívinum, sigur Jenny Lydersen, undir- vísingarleiðari í fólkaskúladeildini í Mentamálastýrinum FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Føroyski fólkaskúlin menn- ist alla tíðina, og støðugt størri krøv verða sett bæði lærarum og næmingum. Sum nakað nýtt er fólka- skúlin farin undir verk- ætlanararbeiði, har næm- ingar í framhaldsdeildini skriva verkætlanaruppgáv- ur. Hetta er í tráð við nýggju fólkaskúlalógina, sum varð samtykt í 1997 og sum kom í gildi árið eftir. Í fjør heyst varð kunn- gerð gjørd, sum lýsir og setir nærri treytir til arbeiðið. Endamálið við verkætl- anarbeiðnum er at venja næmingar at arbeiða við tvørgreinaligum evnum og spurdómum, ið er eyðkenni fyri verkætlanararbeiði. Umframt er ásett, at næm- ingar í 9. og 10. flokki skulu gera verkætlanarupp- gávu sum eftirmeting av tí verkætlanararbeiði, sum er gjørt øll árini. – Í fólkaskúlalógini er samtykt eitt nýtt arbeiðslag í øllum flokkum og fyri allar lærugreinir, sigur Jenny Lydersen, undirvís- ingarleiðari í fólkaskúla- deildini í Mentamálastýr- inum. Uppgávan, sum næming- arnir í 9. og 10. flokki skulu gera, skal metast við skriv- ligum ummæli og verða talmett, um næmingarnir ynskja tað. – At næmingar gera verk- ætlanir krevur, at teir hugsa øðrvísi, síggja samanhang- ir, arbeiða sjálvstøðugt og gera sær egnar royndir. Í eini verkætlanin skalt tú loysa nakrar spurningar og fara djúpri inn í eitt ávíst evni. Og tað eru ymiskir mátar at gera tað uppá. Tað er ikki nóg mikið, at tú lesur tær til nøkur svar. Tú skalt sjálvur gera egnar royndir, annaðhvørt at tú spyrt teg fyri ella gert kanningar av ymsum slagi. Síðani skalt tú duga at samanfata tilfarið og gera egnar niðurstøður umframt at vera førur fyri at kjakast um evnið bæði í flokkinum og saman við øðrum. Er evnið til dømis oljuvinna, skulu lærugreinirnar vera amboðið hjá næminginum til at loysa uppgávuna. – Lærarin vegleiðir og roynir at fáa næmingarnar at brúka tað, sum teir hava lært. Í teim yngstu flokkun- um verða sjálvsagt einfald- ar uppgávur, men tá ið næmingurin kemur upp í 9. flokk, krevst rættiliga nógv av honum. Næmingarnir fáa fimm fylgjandi skúladagar at gera uppgávuna lidna og at fyrireika framløguna. Til framløguna kunnu onnur, t.d. foreldur, verða boðin við. Tað verður rættiliga nógv gjørt burturúr fram- løguni, sum telur stóran part av samlaða arbeiðinum og eftirmetingini. Mett verður bæði, hvussu næm- ingarnir duga at bera ar- beiðið fram, og hvussu endaliga úrslitið samsvarar við uppgávuna, teir settu sær. Allar verkætlanar- uppgávur skulu enda við einum ítøkiligum úrsliti. – Slík verkætlanararbeiði eru vanlig í skúlum á hægri stigi, men á miðnámsskúl- um arbeiða næmingarnir meiri einsamallir. Í fólka- skúlanum verður stórur dentur lagdur á samstarv. Næmingar kunnu arbeiða einsæris og í bólki. Tað mest vanliga er at arbeiða í bólki, einir tríggjar næm- ingar saman, sigur Jenny Lydersen. Slóðbrótandi At skriva tvørgreinaligar verkætlanir er rættiliga kollveltandi fyri føroyska fólkaskúlan. – Hetta kann tykjast sum ein stórur biti hjá nógvum, men eg ivist ikki í, at næmingar verða meiri til- vitaðir um tað, teir gera. Tá ið teir fara undir eina upp- gávu, duga teir betur at seta sær mál, og tað speglast so aftur í ymiskum, teir fara í holt við seinni í lívinum, til dømis hvørja útbúgving ella arbeiði teir velja sær. Tað er eisini umráðandi, at næmingar duga at seta spurningar við ymiskt, ið kemur upp í samfelagnum, og harvið taka lut í tí al- manna kjakinum. Um yngri skúlanæmingar eru førir fyri at seta slíkar spurningar, sigur Jenny Lydersen. – Í teim yngru flokkun- um lærir tú ymsu tættirnar í verkætlanararbeiði og at seta spurningar við viður- skifti. Tá ið tú so kemur í sætta til sjeynda flokk, ert tú førur fyri at arbeiða meiri sjálvstøðugt og seta spurningar við nógv viður- skifti í umhvørvi, arbeiði og lívinum sum heild. Verkætlanararbeiðið fram- skundar hesa lærutil- gongdina. Umráðandi er eisini at læra, at tá ið tú tekur eina avgerð og setir hana í verk, so fær tað avleiðingar. Í grundini hava øll val avleiðingar. Afturmeldingar Longu tá ið nýggja fólka- skúlalógin varð samtykt fyri fýra árum síðani, byrj- aðu lærarar kring landið at fyrireika seg til nýggju avbjóðingina. Nógvir lær- arar hava verið á skeiði og tikið eftirútbúgving í verk- ætlanararbeiði og í at gera verkætlanaruppgávu. Og fleiri skúlar kring landið eru farnir undir verkætl- anarbeiðið. Fyrstu uppgáv- urnar skulu vera inni í vár. – Verkætlanararbeiði krevur nógv av lærarum, og vit hava eisini fingið afturmeldingar sum siga, at hetta er torført at gjøg- numføra. Spurdómsorðing- in tykist at vera trupul, eisini at avmarka evnið. Tí samstundis sum næmingar skriva verkætlan, skulu teir eisini ígjøgnum eitt pen- sum. Tí krevur tað av lærar- anum, at hann samskipar skúlaárið rættiliga væl, sigur Jenny Lydersen at enda. Fólkaskúlin skal læra næmingar at seta spurningar Verkætlanararbeiði krevur nógv av lærarum, og vit hava eisini fingið afturmeldingar frá lærarum, sum siga, at hetta er torført at gjøgnumføra, sigur Jenny Lydersen, undirvísingar- leiðari á fólkaskúladeildini í Mentmálastýrinum Stór krøv verða sett fólkaskúlaskipanini – Tað hevur verið stuttligt at sæð tey ungu veruliga spenna seg út á listarliga økinum, sigur Rakel Helmsdal, sum skipaði fyri tvørlist- arligu stevnuni Ung í Føroyum 2001. Norðurlandahúsið var meira enn fullsett, tá tey ungu sýndu fram sunnudagin UNGDÓMSSTEVNA Stefan í Skorini Um vikuskifti hava 60 ung- dómar verið í Norðurlanda- húsinum í Havn og roynt síni listarligu evni á ymsum økjum. Í heyst varð boðað frá, at Norðurlandahúsið fór at skipa fyri eini tvørlistarlig- ari stevnu fyri ung millum 13 og 18 ár. Tey, sum ætl- aðu sær við á hesa stevnu, skuldu senda eina umsókn inn til Norðurlandahúsið, ið síðani valdi nøkur út til at luttaka. Stevnan varð skipað við fleiri ymiskum verkstøð- um, har arbeitt var við ein- um ávísum evni innan list- ina. Talan var um dansiverk- stað, myndlistaverkstað, sjónleikaraverkstað, sjón- var ps/videoverkstað, skriviverkstað, teldulist- verkstað og tónleikaraverk- stað. Gott forum hjá ungum Sum heild eru luttakararnir á einum máli um, at hetta er eitt gott forum hjá ungum listarfólki at sleppa at vísa síni evni fyri almenningin- um. Fleiri av luttakarunum hava ongantíð havt ein slík- an møguleika áður. Tað hevur tí avgjørt verið stórur saknur í, at einki skipað tiltak, sum bara er ætlað ungum, hevur verið í Føroyum fyrr. Føroyingar hava verið á eini slíkari stevnu í Finn- landi fyri stuttum, men hetta er fyrstu ferð, hon er í Føroyum. Fyrireikararnir av stevn- uni eru ógvuliga væl nøgdir við vikuskiftið, meðan stevnan fór fram. – Tað hevur verið ógvul- iga stuttligt at sæð, hvussu tey ungu hava spent seg út á tí listarliga økinum. Tá tey komu her fríggjadagin, vóru øll meira ella minni smæðin og aftuhaldin. Tey tordu ikki ordiliga at halda seg framat, men so tá tey høvdu slept nervunum, hava tey ordiliga víst síni evni, sigur Rakel Helmsdal, sum hevur verið við at skipa fyri hesi stevnuni í hálvtannað ár. Ætlanin er, at henda stevnan skal vera annað- hvørt ár í Føroyum, og nú tá tann fyrsta hevur hilnast so væl, eru fyrireikararnir kanska ikki bangnir fyri at fara undir tiltakið einaferð afturat. Stuttligt men strævið – Tað hevur ógvuliga stutt- ligt men samstundis ræðu- liga strævið, heldur 15 ára gamli Sigmundur Høgna- son í Dali, sum var við í sjónvarps/videoverkstaðn- um, og hann heldur, at hetta tiltakið er vert at hava aftur. Luttakararnir møttu fríggjadagin, og teir hava ongantíð verið heima við hús fram til sunnudagin. Sovið varð í B36- og HB- húsunum, og luttakararnir vórðu purraðir út klokkan hálvgum átta á morgni. – Tað kemur meira burt- urúr, tá luttakararnir eru saman allatíðina, men fleiri vildu ógvuliga fegin sleppa heim, sigur Sigmundur. Sigmundur kann er at kalla garvaður sjónleikari, og tí var hann við í bólkin- um, sum gjørdi ein stutt- film. Hetta var samstundis ein ræðufilmur, sum líkt- iskt nakað Urban Legend og øðrum ungdómsræðu- filmum, sum hava verið ógvuliga væl dámdir sein- astu árini. Filmurin varð eisini væl móttikin av áskoðarunum í Norðulandahúsinum. Lógvabrestir Sunnudagin fingu luttakar- arnir høvi at sýna fram tað, tey høvdu arbeitt við um vikuskiftið. Nógv fólk høvdu leitað sær niðan í Norðurlandahúsið til fram- sýningina, og fleiri vóru noydd at sita í trappunum fyri at fáa sitipláss. Framførslan eydnaðist sum heild væl, og lógva- brestirnir mundu ongan enda tikið. Framførslan var soleiðis skipað, at teir ymsu verkstaðirnir sýndu fram hvør eftir annan. Fólk livdu við í fram- førslunum, og serliga fekk tónleikabólkurin gongd í fjøldina. Ungdómurin slapp framat Myndatextur: Sjónleikararnir kýta seg í tí síðstu royndarsýningini áðrenn endabrestin. Fyrireikararnir vóru ógvuliga glaðir fyri at síggja, hvussu tey ungu veruliga sluppu at spenna seg út á listarliga økinum Mynd: Jens Kr. Vang Einki skipað føroyinga- felag er í Sveis, men før- oyingarnir eru tó nú so nógvir í tali, at teir hava skipað fyri samkomu millum føroyingar, sum búleikast í lítla fjallaland- inum, og makum teirra. Á myndini eru ellivu føroyingar, sum búgva í Sveis, meðan restin er teirra makar. Tað eru níggju konufólk og tvey mannfólk. Frá vinstru eru tey Rúni, Fróði, Ellen, Inge- borg, Bjørg, Jonna, Birna, Jóna. Aftanfyri standa Rosa, Hanna og Judith. Tað er Judith Ochsner- Olsen, fødd og uppvaksin á Argjum, sum hevur sent okkum myndina. Hon sigur, at hon hevur búð í Sveis í fjøruti ár, og ikki fyrr enn nú hevur hon fingið at vita, at Jonna og Ingeborg hava búð í land- inum líka leingi. Tveir føroyingar vanta á myndini, men annars veit Judith ikki um fleiri føroyingar í Sveis. Føroyingar í Sveis