Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. februar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 14. februar 2001 7 gult cyan magenta svart 6 Nr. 31 - 14. februar 2001 gult cyan magenta svart – Tað er ábyrgdarleyst av fakfeløgum og øðrum at taka full- veldismálið til gísla í øllum møguligum sambandi, og at brúka tað til at trýsta Landsstýrið við FULLVELDI Áki Bertholdsen – Tað kann ikki als ikki góðtakast, at fakfeløg og onnur, taka fullveldismálið til gísla í øllum møguligum sambandi. Høgni Hoydal, lands- stýrismaður í fullveldismál- um, sigur, at hann meiri enn einaferð hoyrir fakfeløg, og onnur, brúka fullveldismálið til at til at hótta Landsstýrið við. Seinasta dømi um hetta eru samráðingarnar um lønina hjá manningini á Brimli, har ið fakfelagsfólk, óbeinleiðis, hava hótt landsstýrið við, at tey fóru at mæla limum sínum til at atkvøða nei á fólkaatkvøðuni 26. mai, um tey ikki fingu frægari sømdir. – Tað er harmiligt og ábyrgdarleyst og kann als ikki góðtakast, sigur Høgni Hoydal. Hinvegin skilir hann, at fólk eru vónbrotin, tá ið tað ikki gongur eftir vild. Men hann leggur dent á, at fullveldismálið skal ikki tengjast at ávísum politik- arum. – Fullveldið er ein spurn- ingur um, at øll í samfelag- num, ikki minst feløg og stovnar, sum hava stóran týdning fyri samfelags- bygnaðin, taka undir við tí. – Hann heldur, at í hesum sambandi hvílur ein stór ábyrgd á fakfeløgunum og tað er heilt skeivt av fak- feløgunum at brúka full- veldismálið til at hótta landsstýrið við í øllum møguligum samanhangi. – Hinvegin hevði tað ver- ið bæði sjálvsagt og upp- byggjandi, um fakfeløgini góvu okkum eitt boð uppá, hvussu vit byggja eitt sjálvberandi samfelag upp, og, hvørji krøv tey seta til einar sjálvbjargnar Føroyar. Tað er stórur saknur í einum slíkum samskifti við fakfeløgini, heldur Høgni Hoydal. Ábyrgdarloysi størsta hóttanin Landsstýrismaðurin í full- veldismálum sigur, at størsta hóttanin ímóti føroyska løntakaranum, og sostatt eisini fakfeløguum, er, at politikarar aftur fara at sýna sama ábyrgdarloysi, sum teir áður hava víst. – Tað er slíkt ábyrgdar- loysi sum máar alt støðið undan føroysku verka- mannafjøldini og løntak- arafjøldini annars. Tí tað var hetta ábyrgdarloysi hjá politikarum, sum førdi til skeivar raðfestingar, so at búskapurin at enda kókaði yvir. – Og avleiðingin av tí var, at Løgtingið mátti skerja lønirnar næstan 10% við lóg, samstundis sum vit fingu karendsdagar o.s.fr. Høgni Hoydal leggur dent á, at ta støðuna mugu vit ongantíð koma í aftur í Føroyum. Hann sigur, at í løtuni er stórt yvirskot í landskass- anum, so tað kundi verið skjótt hjá landsstýrinum at fallið í somu grøv, sum politikarar fyrr eru falnir í. – Tað hevði ikki verið nakar trupulleiki at blást lønirnar upp. Men avleið- ingin av tí hevði verið, at prísirnir høvdu hækkað, sum teir gera longu nú og sostatt hevði keypiorkan. verðið útholað - og tað er keypiorkan, sum hevur týdning, ikki krónutalið, sum tú fært í løn. – Tí er tað heilt avgerandi fyri løntakaran, at vit fáa ein javnan, men tryggan lønarvøkstur, so hvørt sum veruligt grundarlag er fyri tí, ístaðin fyri at blása lønirnar upp. Tað er einasti máti at sleppa undan teimum stóru sveiggjunum í lønunum uppá, har tær eina løtu er uppi í topp við stórum prísvøkstri, og har løgtingið løtuna aftaná skerjir hana við lóg. Annars vísir hann á, at lønirnar eru neyvan nakran- tíð hækkaðar so nógv sum undir hesum landsstýrin- um. Men vandin er so hinvegin, at prísvøkstur útholar keypiorkuna. Høgni Hoydal sigur, at hann saknar hetta samskifti við fakfeløgini um, hvussu vit fáa lagt trivnaðin á arbeiðsmarknaðin og ein tryggan lønarvøkstur til rættis, sum samstundis leggur upp fyri, at vit skulu hava eitt sjálvberandi sam- felag. – Men samstundis eiga tær almennu Føroyar eisini at leggja ein greiðan lønar- og starvsfólkapolitikk til rættis, har dentur eisini verður lagdur trivnað og støðuga menning og út- búgving í arbeiðnum, sigur Høgni Hoydal. Annars heldur hann ikki, at samanbrestirnir ímillum landsstýrið og fakfekøgini hava verið fleiri í hesum valskeiðnum, enn vanligt. – Støðan er heldur hann, at politiska støðan er so spent, at hvørt smámál verður blást upp, samstund- is sum fullveldi fær skyld- ina fyri bæði líkt og ólíkt. – Formaðurin í Maskinmeistarafelag num er nøgdur við semjuna sum varð gjørd síðstu nátt um lønina hjá teimum, sum sigla við vaktar- og bjargingarskip- unum. Eisini Karsten Hansen fegnast SEMJA Áki Bertholdsen Síðstu nátt var ð fyrsta stikkið lagt inn í trætuni um lønina hjá manningini á vaktarskipinum Brimli. Tað hendi, tá ið Maskin- meistarafelagið og Fíggjar- málastýrið skrivaðu undir sáttmála um maskinmenn- inir, sum skulu sigla við Brimli. Men sum ein eykavinn- ing, fevnir sátmálin eisini um maskinmenninir, sum skulu sigla við Tjaldrinum. Hetta er gjørt fyri at lønarlagið umborð á teim- um báðum skipunum ikki skal vera ymiskt, tí tað verður hildið, at tað bara hevði elvt til misnøgd. Men hetta var eitt drúgt stikk at taka, tí nú hava samráðingar verið í næstan eitt hálvt ár. Leingi stóð sum í berginum, og við- hvørt var langt ímillum samráðingarfundirnir. Og herfyri sá tað so svart út, at Karsten Hansen vildi hava tingið at leggja uppí. Men síðstu nátt vórðu kortini spæld so væl, at tað eydnaðist at gera sáttmála við maskinmeistararnar. Bæði Karsten Hansen, landsstýrismaður, sum hev- ur staðið á odda fyri sam- ráðingunum fyri tað almenna, og Niels Petersen, formaður í Maskinmeist- arafelagnum, eru nøgdir við sáttmálan. Karsten Hansen sigur, at Fíggjarmálastýrið hevur lagt dent á at skapa tryggar karmar fyri teir, sum skulu sigla við báðum vaktarskip- unum. Fíggjarmálaráðharrin sigur eisini, at semjan legg- ur lunnar undir at vit fram- haldandi kunnu hava gott og vælútbúgvið fólk í starvi til tær sera týdningarmiklu uppgávurnar, sum tað er at hava fiskiveiðietirlit og at røkja trygdina á sjónum. Næstan 20% afturat – Eftir sáttmálanum, fáa vit í summum førum eina lønarhækking uppá útvið 20% sigur Niels Petersen. Og tað hann hann nøgdur við, hóast hann heldur, at teir hava slakað í so nógv. – Men hetta var frægari enn at fara í eitt lemjandi aðalverkfall, heldur hann. – Eftir gamla sáttmálan- um, fingu maskinstjórarnir á Tjaldrinum 22.111 krónur um mánaðin. Eftir nýggja sáttmálanum fáa maskin- stjórarnir á Tjaldrinum og á Brimli 26.200 krónur um mánaðin, ella gott 4.000 krónur meir um mánaðin. Eftir nýggja sáttmálanum fáa 1. meistararnir 24.200 krónur um mánaðin, tað er eisini ein lønarhækking uppá slakar 4.000 krónur um mánaðin. 2. meistarar- arnir fáa nú 21.000 krónur um mánaðin, tað er ein lønarhækking uppá einar 600 krónur um mánaðin. Aldrin aftur í verkfall Men eftir nýggja sáttmál- anum, verða maskinmenn- inir á Tjaldrinum og Brimli nú tænastumenn. Tað merkir, at hereftir kunnu teir ikki fara í verk- fall. Men tað heldur formað- urin í Maskinmeistara- felagnum ikki ger so nógv. – Vit hava hóast alt fingið eina hampiliga lønarhækk- ing. Og tað er framvegis Maskinmeistarafelagið sum varðveitir samráðing- arrættin fyri teir. So vit vóna eisini, at teir blíva verandi limir hjá okkum, sigur Niels Petersen. Hann er eisini fullvísur í, at tað hevði ikki sloppið undan at gjørt manningina til tænastumenn, tí tað hevur ligið í luftini alla tíðina. Men nú eru tvey stikk eftir at togast um. Tað eru sáttálarnir við Starvs- mannafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið. Í gjáramorgunin boðaði Navigatørarnir frá, at teir fóru ikki aftur til samráð- ingar, fyrreenn fútarætturin hevði avgjørt málið, sum Fíggjarmálastýrið hevði lagt fyri rættin. Fíggjar- málastýrið vildi hava fúta- rættin at ógyldað blokad- una, sum Skipara- og Navigatørfelagið hevði sett í verk ímóti Tjaldrinum. Báðir stýrimenninir á Tjaldrinum hava forfall. Og Navigatørfelagið noktar fyri, at aðrir stýrimenn fara umborð enn teir, sum ætl- andi skuldu sigla við Brimli. Tað málið skuldi avgerast í fútarættinum eftir at blaðið fór til prentingar. Fingu næstan 20% í lønarhækkingum Høgni Hoydal: Tað hvílur stór ábyrgd á fakfeløgunum – Síðstu nátt hendi eitt veruligt frambrot í ósemjuni um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við Brimli, tí nú hava maskinmenninir gjørt semju við Fíggjarmálastýrið. Men hendan semjan fevnir eisini um teir, sum eru við Tjaldrinum, so maskinmenninir á báðum skipunum fáa eina trivaliga lænarhækking Tað er umráðandi, at lønarlagið í Føroyum verður hækkað í smáum, so hvørt sum veruligt grundarlag er fyri tí. Annars kunnu vit koma aftur í stað støðu, sum vit vóru í fyri nøkrum árum síðani, at Løgtingið mátti lækka lønina næstan 10% við lóg, sigur Høgni Hoydal Dansk Folkeparti krevur eitt spurnarorðaskifti um undirgrundaravtalun a, eftir at Ekstra Blaðið hevur viðgjørt málið seinastu tríggjar dagarnar. Avtalan skal um neyðugt samráðast av nýggjum, krevur flokkurin. UNDIRGRUNDAR- AVTALAN John Johannessen Danskir fólkatingslimir eru í øðini inn á fyrrverandi forsætisráðharran, Poul Schlüter, og ákæra hann fyri at hava hildið aftur týðandi upplýsingum, tá ið hann læt føroyingar yvir- taka undirgrundina í sep- tember í 1992. Sambært Ekstra Blað- num læt fyrrverandi forsæt- isráðharrin føroyingum eina gávu, sum nú kann vísa seg at hava eitt virði uppá 360 milliardir krónur. Líkt er til, at stórt olju- ríkidømi er í undirgrundini, og við avtaluni frá 1992 fáa danir ikki eina klovna krónu av nógvu oljumilli- ardunum, sum kanska biða niðri í undirgrundini. Líka síðani avtalan kom í lag, hevur verið gitt um, hví Schlüter lat føroyingar yvirtaka málsøkið. Partar- nir høvdu samráðst í nógv ár uttan úrslit, og føroy- ingar vórðu tiknir heilt av bóli, tá forsætisráðharrin uttan treytir læt føroyingar yvirtaka málsøkið. Føroy- ingar vóru tá sinnaðir at gera eina avtalu við stjórn- ina, sum innibar, at danir eisini skuldu fáa ágóðan av møguligum oljuríkidømi í undirgrundini. Men hetta uppskotið kom ongantíð á borðið, tí Schlüter knapp- liga gjørdi av, at føroyingar skuldu ráða einsamallir á hesum økinum. Duldi upplýsingar Fleiri danskir politikkarar eru í øðini inn á Schlüter, tí hann ikki læt Fólkating- inum upplýsingar um, at føroyingar vóru sinnaðir at gera eina avtalu, sum eisini innibar, at danir skuldu fáa ágóðan av oljuni. Sambært Poul Schlüter var hetta einasta loysn, tí føroyingar vildu ikki ganga við til eina øðrvísi avtalu. Upplýsingarnar í Ektra Blaðnum hava fingið danskar politikkarar at tosa um ríkisrættarsak, kanning- arnevnd og spurnarorða- skifti um undirgrundar- avtaluna. Peter Skaaruup, næstfor- maður í Dansk Folkeparti, krevur, at Fólkatingið tekur málið uppaftur. - Stjórnin má nú leggja øll kort á borðið. Vit mugu fáa greiða á, hvat Poul Schlüter — men eisini Poul Nyrup Rasmussen — vistu og gjørdu í hesum málin- um, sigur hann við Ekstra Blaðið. Peter Skaarup vil trýsta føroyingar at samráðast um eina nýggja undirgrundar- avtalu, tí galdandi avtala er rán á alljósum degi, heldur hann. – Spurnarorðaskiftið skal eftir mínum tykki enda við einari samtykt um at steðga blokkstuðlinum, inntil før- oyingar eru sinnaðir at samráðast um avtaluna av nýggjum, sigur Peter Skaarup, sum fleiri ferðir áður hevur reist spurningin á Fólkatingi. Skal kannast Aðrir danskir politikkarar vilja eisini hava Fólkatingið uppí málið. Holger K. Nielsen úr SF, Jette Gott- lieb úr Eindarlistanum, Martin Glerup hjá Social- demokratunum og Kirsten Jacobsen vilja øll hava lýst málið nærri. Kirsten Jacob- sen finst hvassliga at fyrrverandi forsætisráð- harranum. – Í einum rættarsamfelag kann ein forsætisráðharri ikki lata undirgrundina frá sær, sum var hon hansara egna. Sitandi forsætisráð- harri má greiða frá, um hendan avtalan er góðkend sambært galdandi reglum, sigur hon. Holger K. Nielsen sigur við Ekstra Blaðið, at málið skal takast í álvara, og hann skjýtur upp, at ein kanning- arnevnd verður sett at kanna, hvat veruliga hendi á heysti í 1992. Vísir skuldsetingum aftur Fyrrverandi forsætisráð- harrin sjálvur vil ikki úttala seg til Ekstra Blaðið um upplýsingarnar hjá blað- num. Men í øðrum fjøl- miðlum verjir Poul Schlüt- er avgerðina, og hann er bilsin av, at málið nú verður blást upp í fjølmiðlunum. Hann heldur framvegis, at talan var um eina góða avtalu, og hann vónar, at olju er í undirgrundini til gagns fyri bæði Føroyar og Danmark. Sjálvur hevur hann einki ímóti, at ein kanning verður sett í verk av málinum. Við fýra av sjey at- kvøðum varð Her- geir Nielsen í gjár afturvaldur, sum formaður í uttan- landsnevndini FORMANSVAL John Johannessen Valið stóð millum Her- geir Nielsen úr Tjóð- veldisflokkinum og Heðin Mortensen, tá formansval var á dags- skránni fyri fundin í uttanlandsnevndini í gjár. Úrslitið av valinum varð, at Hergeir Nielsen varð afturvaldur, sum formaður í uttanlands- nevndini. Hergeir Niel- sen fekk fýra av teimum sjey atkvøðunum frá nevndarlimunum, með- an Heðin Mortensen fekk tríggjar atkvøður. Hergeir Nielsen fekk sínar atkvøður frá sam- gonguumboðunum í nevndini umframt frá Jenis av Rana úr Mið- flokkinum. Tað vóru Javnaðar- flokkurin og Sambands- flokkurin, sum settu formansvalið á dags- skránna fyri fundin í uttanlandsnevndini í gjár. Hesir báðir flokkar siga seg ikki kenna seg tryggar við at hava Hergeir Nielsen sum formann. Bikarið hjá Javnaðar- flokkinum og Sam- bandsflokkinum fleyt yvir, tá Hergeir Nielsen í Degi og Viku hós- kvøldið segði, at ein samd uttanlandsnevnd hevði heitt á løgmann um at fara uttan um donsku stjórnina til NATO at fáa upplýsing- ar um ætlaðar útbygg- ingar í Føroyum. Hesum siga teir báðir flokkarnir seg aldi hava tikið undir við á fundi í uttan- landsnevndini. Eftir ógreiðu og ym- isku útmeldingarnar frá limunum í uttanlands- nevndini, hevur løgmað- ur biðið um at fáa eina nýggja skrivliga áheitan. Formansval í uttanlandsnevndini: Hergeir verður sitandi Undirgrundaravtalan fyri skotum Danskir politikkarar finnast nú harðliga av undirgrundaravtaluni frá 1992 og ákæra fyrrverandi forsætisráðharran, Poul Schlüter, fyri at hava dult týðandi upplýsingar í málinum Atli P. Dam, løgmaður, og Poul Schlüter, forsætisráðharri, undirskriva undirgrundaravtaluna 23. desember 1992