Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. februar 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 14. februar 2001 9 gult cyan magenta svart 8 Nr. 31 - 14. februar 2001 gult cyan magenta svart Avgerðin um útgerðarhavnina er tikin ÚTGERÐARHAVN Jan Müller Í dag verður kunngjørt, hvat felag ella samtak fær uppgávuna at standa fyri útgerðarvirkseminum í sambandi við fyrstu olju- leiting við Føroyar. Hetta merkir eisini, at vit fáa at vita, um hetta virksemi verður út frá Havnini ella Runavík. Einki er likið út, so vit fáa heldur ikki komið við kvalitativum gitingum ella metingum. Men tað skilst, at bólkurin, sum hev- ur viðgjørt tey trý tilboðini, ikki hevur havt tað so trup- ult við at finna rætta sam- takið, tí munur er á tilboðu- num. Tey trý samtøkini, sum hava givið tilboð, eru Asco Føroyar við Tórs- havnar Skipasmiðju og skotska útgerðarfelagnum Asco, síðani er tað Atlantic Supply Base í Runavík saman við Skipafelagnum og triðja samtakið er Eim- skip saman við felag, sum rekur útgerðarvirksemi í ma. Hetlandi. Hósdagin verður kunn- gjørt, hvør fær tyrluflúgv- ingina í sambandi við olju- leitingina. Her stendur val- ið millum Atlantsflog og Flogfelag Føroya, sum hava gjørt samstarvsavtalur við ávikavist Bristow Helicopt- ers og Scotia. Ítróttahøllin ikki valstaður Í løtuni er ikki greitt, hvar havnarborgarar skulu atkvøða 26. mai. Ítróttahøllin á Hálsi er nevniliga ikki tøk hendan dagin Turið Kjølbro Seinastu nógvu árini hevur ítróttahøllin á Hálsi verið karmur um løgtings- og kommunuvalið hjá borgar- um í høvuðsstaðnum. Leygardagin 26. mai verður aftur val, hesa ferð fólkaat- kvøða, men greitt er, at tey, ið ætla at gera av fram- tíðarstøðu Føroya henda dagin, ikki skulu í ítrótta- høllina at atkvøða. Høllin er nevniliga henda dagin leigað út til harmonikutiltakið Granna- stevna, og sum skilst á Paula Jacobsen, sum fyri- reikar tiltakið, kann tiltakið ikki flytast. – Vit bóðu um høllini sein- asta vár og vit ganga út frá, at avtalan stendur við. Fólk koma úr Noregi, Íslandi, Svøríki, Hetlandi og møgu- liga eisini Grønlandi til til- takið. Tiltakið er lagt í mai, tí tá er summarsiglingin hjá Norrønu byrjað. Vikuskift- ið frammanundan 26. mai er høllin leigað út til annað endamál, og vikuskiftini eftir ber ikki til. So har- monikutiltakið verður 26. mai, sigur Pauli Jacobsen. Tað er Tórshavnar býráð, sum umbiður ítróttahøllina á Hálsi til val. Hetta plagar vanliga at vera umleið ein mánað undan valdegnum. Tískil visti Tórgerð Hentze, sum tekur sær av hesum í býráðsumsitingini, ikki av, at høllin ikki er tøk vald- agin. – Hetta er ein heilt nýggj støða. Vit verða ivaleyst noydd at hyggja okkum eft- ir nýggjum hølum. Bad- mintonhøllin ella Gunda- dalshøllin eru tveir møgu- leikar. Ítróttahøllin á Hálsi er ógvuliga væl egnað til val. Tey, ið arbeiða á val- staðnum, fáa altíð eina mál- tíð á staðnum, og í høllini eru køkur og kantina, sigur Tórgerð Hentze. Aulan í Kommunuskúl- anum varð í nógv ár nýtt sum valstaður, men Tór- gerð Hentze metir ikki, at hon kemur uppá tal aftur. Eitt stendur tó greitt. – Vit blaka ongan út. Er ítróttahøllin leigað út til annað, virða vit tað. Hóast landsstýris- maðurin í vinnumál- um ikki heldur tað vera rættan politikk hjá landsstýrinum at seta nýggjan parta- pening í Smyril Line, so metir formaðurin í Javnaðarflokkinum tó, at tað skuldi verið góður møguleiki fyri at fingið eitt fleirtal av tingmonnum at atkvøða fyri uppskoti, sum er lagt fyri tingið TINGIÐ OG PARTAPENINGUR Jan Müller Í gjár legði Javnaðarflokk- urin uppskot fyri tingið um at seta 25 mill. kr. í parta- peningi í nýggju Norrønu, soleiðis at landið fastheldur sín eigarapart í Norrønu. Jóannes Eidesgaard, for- maður sigur seg vóna, at uppskotið fer at fáa undir- tøku. Hann heldur ikki, at samgonguflokkarnir hava læst seg fastar til ikki at vilja taka undir við upp- skotinum, nú landsstýris- maðurin valdi at vísa um- sóknini frá Smyril Line aftur. Tað var eisini Javnaðar- flokkurin í andstøðu, sum fyri fimtan árum síðani legði fram uppskot um at bjarga millumlandasigling- ini, tí mett varð, at hon kundi verið eitt skilagott í- kast til framtíðar ferða- vinnu og búskapin annars. Eisini vað víst á mongu arbeiðsplássini, sum henda sigling bar í sær. Fólka- flokkurin, sum tá var í sam- gongu, tók undir við upp- skotinum, meðan Sam- bandsflokkurin gekk ímóti. Sosialurin skilur, at neyv- an fara nógvir tingmenn at atkvøða ímóti uppskotin- um. Vóni tað fær undirtøku Jóannes Eidesgaard, formað- ur Javnaðarfloksins heldur tað vera rætt og skilagott við almennum íkasti til nýggju Norrønu Soleiðis fer at síggja út á eini av matstovunum umborð á nýggju Norrønu Stívliga 55 tons vórðu seld á gólvuppboðssøluni hjá Fiska- marknaðinum mánadagin. Í alt høvdu 118 bátar avreitt, og framgongur av yvirlitinum, hvussu stóra nøgd einstøku bátarnir avreiddu Sýslunummar Skipanavn kilo FD 18 SIRIÐ 168 FD 79 HAVØRNIN 345 FD 101 STRANDINGUR 213 FD 124 MÚLATINDUR 155 FD 136 LILJA 459 FD 138 BYRGI 204 FD 174 SILVER BELLE 164 FD 176 HELEN 815 FD 222 GAMLI EDVARD 727 FD 235 STREYMSTEINUR 174 FD 256 AÐNASKER 108 FD 258 TINNA 72 FD 306 VESTURLAND M/S 133 FD 310 SJÓBERIN 81 FD 329 KARIN 3 415 FD 361 SÚLAN 757 FD 377 JULIA 173 FD 380 AMANDA 85 FD 390 ELISABETH 192 FD 420 REYNIR 1.425 FD 428 MARGIT J 195 FD 437 MUNKURIN 3 441 FD 464 SÆBORG 57 FD 571 DURITA 688 FD 67 HULDUSTEINUR 253 FD 753 MARIA 56 FD 761 GUNNVÁ 286 FD 780 BAKKAFOSSUR 671 FD 783 GLÚPUR 1.153 FD 795 NORÐHEIM 326 FD 80 NORÐBÚGVIN 1.144 FD 855 LÓMUR M/B 67 FD 860 SJÓGUTTIN 1.133 FD 884 ÁLKAN 102 FD 905 TRÚGVI 1.176 FD1019 HEGRIN 105 FD1137 RIVTANGI 335 FD1140 EYÐIN 603 KG 106 BARIÐ 217 KG 125 BJARNABERG 205 KG 143 KALLANES 147 KG 170 ELJAN 195 KG 189 VÁTIKLETTUR 2.536 KG 243 GUDRUN 1.107 KG 244 ÅGOT 401 KG 248 SJÓSTEINUR 163 KG 279 NORÐBERG 3.598 KG 334 NORÐAN 748 KG 349 POLARSTJØRNAN 664 KG 430 BÁRAN 1.597 KG 45 RANDI 198 KG 480 HVÍTABRÚGV 139 KG 63 POLLUR 69 KG 640 HANSA 292 Sýslunummar Skipanavn kilo KG 703 HENNY 641 KG 708 VÁRSÓL 228 KG 744 OSLA 3.348 KG 888 RANNVÁ 142 KG 92 ØLDAN 216 SA 110 NETJAN 97 TG 10 EVI 47 TG 140 JYTTE 47 TG 178 MAJ 295 TG 26 MAJBRITT 65 TG 330 VÍKINGUR 923 TG 349 TRÝ DRANGUR 980 TG 471 NÚPUR 630 TG 55 BLÁABERG 482 TG 670 VÍKABERG 1.336 TN 149 ØRVUR 262 TN 164 BORGARKLETTUR 568 TN 270 TORGUN 757 TN 358 VIÐARNES 525 TN 381 SANCY 400 TN 390 TRÝ SYSTKIN 515 TN 422 NÓN 240 TN 561 SAFIR 4 222 TN 647 SÍLIÐ 86 TN 753 TÓRA 2.431 TN 81 THOMMAS 325 TN 810 GÓÐIDRANGUR 529 TN 892 NØVAN 507 TN 897 MAJ-N 519 TN 93 KIRSTIN 84 TN 973 ANNA KATRINA M/B220 TN1090 ANNIKA 779 TN1099 LENA 82 VA 109 ELLA 143 VA 111 SIGGA 287 VA 125 LÍRABERG 606 VA 132 LÍV 329 VA 141 ÁLKUKLETTUR M/B272 VA 202 JENNY D 59 VA 213 LEITISTANGI 581 VA 221 CARINA 156 VA 251 ELVIRA M/B 103 VA 28 ÁLITIÐ 90 VA 287 SÓLVÁ 299 VA 294 NESTANGI 208 VA 324 SKARVUR 372 VA 327 FORTUNA M/B 136 VA 34 DUNGA HANS M/B 166 VA 350 SIRIÐ 344 VA 352 PETSY 64 VA 60 DÁVA DÁNJAL 706 VA 717 STÍGANES 113 VA 81 GUTTA JÓGVAN 132 VA 82 RAÐNES 258 VN 132 TORDIS M/B 218 VN 136 SÆVAR 162 VN 209 LAKSURIN 318 VN 25 TOFTAFOSSUR 463 VN 255 ELSA M/B 518 VN 309 ATLANTA 409 VN 378 TURIÐ 137 VN 408 JÓNVØR 317 VN 46 VESTURROÐIN 427 VN 496 REYNI 298 FISKIVINNUTÍÐINDI Gólvsølan SVARTKJAFTUR Jústinus Leivsson Eidesgaard Um hálgum trý tíðina í mánadagin fór nótabáturin Christian í Grótinum norður gjøgnum Nólsoyar- fjørð fulllastaður av svart- kjafti. Teir hava góð 2000 tons inni og tað er júst ein vika síðan, at teir løgdu av Klakksvík. Teir hava hendar túrin roynt vestan fyri Írland. Krúnborg lá mánadagin á Fuglafirði og landaði millum 15-1600 tons av svartkjafti, sum teir hava fingið á somu leið sum Christian í Grótinum. Tróndur í Gøtu, sum er triðja føroyska skipið, ið roynir eftir svartkjafti í løtuni, er á fiskileið. Av Havsbrún í Fuglafirði verður sagt, at føroysku bátarnir nú eru voðrnir so stórur, at tá fleiri landa til virkið, so er næstan ikki pláss fyri útlendskum skipum. Tó rokna teir við, at onkur íslendskur nóta- bátur fer at koma henda- vegin við svartkjafti. Í dag verður roynt eftir svartkjafti alt árið, men hendan tíðin er tó tann besta, eisini fyri úrtøkuna hjá Havsbrún. Svartkjaftur er eins og annar fiskur feitastur hesa tíðina av árinum. Norsku fjølmiðlarnir skriva, at nógv skip royna í Barentshavinum í løtuni. Á Gráu leiðini royna einir 50 russiskir trolarar, men fiskiskapurin er smáligur. Vestanfyri er fiskurin størri. Fleiri norsk skip eru farin í russiskan sjógv eftir lodnu. Við Norðkapp hava norskir línubátar góðan fiskiskap. Eisini eru nógvir russarar á leiðini við Norðkapp. Føroysku trolararnir Sundaberg, Vesturvón og Enniberg royna eisini í Barentshavinum í løtuni. je Tvífryst toskafløk úr Kina floyma inn yvir ameri- kanska fiskamarknaðin. Kina er nú vorðin trið- størsti útflytari av toska- fløkum til USA og hevur skumpað Noreg niður á fjórða plássið. Í 1999 flutti Ísland 42 prosent av teim toskafløk- um, sum amerikanarar keyptu, Kanada 23 prosent, Noreg 13 prosent, Kina 10 prosent mog onnur lond 12 prosent. Í fjør sóu tølini soleiðis út: Parturin hjá Íslandi var 35 prosent, Kanada 23 prosent, Kina 19 prosent, Noregi 11 prosent og onnur lond 15 prosent. Intrafish skrivar, at USA innflytir umleið 37.000 tons av toskafløkum hvørt ár. Tað er umleið at sum verður fiskað undir Føroy- um eitt gott toskaár. je Góðan fiskiskap eftir svartkjafti Nógv skip í Barentshavinum Kinverjar taka amerikanska toskamarknaðin LANDINGAR Jústinus Leivsson Eidesgaard 11 skip seldu yvir tele- fonuppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya týsmorgunin. Meðalprís- urin var lægri enn undan- farnu dagarnar, og hetta kemst millum annað av at rættuliga nógvurupsi var í millum. Av teimum 170 tonsunum, sum vóru seld yvir telefonina vóru 63 tons av upsa og hesin fór fyri kr. 5,17 fyri kiloið. 68 tons av toski vóru seld týsmorgunin og her var prísurin góður, kr. 22,55 fyri kiloið. Besta prísin fingu Skúgvur og Hansamaria, ávikavist kr. 23.20 og kr. 23,10 fyri kiloið Meðalprísurin 14,58 krónur