mikudagur 14. februar 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 31 - 14. februar 2001
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Nr. 31 • mikudagur • 13. febuar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Tá steypafinalurnar í
flogbólti verða leiktar,
17. februar, verður
dømingin framd av
dana, sum í nógv ár
hevur virkað sum al-
tjóða flogbóltsdómari
STEYPAFINALUAR
tíðindaskriv
Flogbóltssambandið hevur
fingið avtalu við kenda al-
tjóða dómaran John Lil-
hauge, um at koma til Før-
oya at døma steypafinalur-
nar leygardagin í Høllini á
Nabb.
Hetta ein ein sera roynd-
ur harri, sum hevur dømt
altjóða dystir í fleiri ár.
Hann er 52 ár og býr í Al-
bertslund í Keypmanna-
havn. Hann gjørdist divisi-
ónsdómari í 1966, og hevur
verð aktivur dómari síðani
tá. Altjóða dómaraprógv
fekk John i 1985 og hevur
hann síðani dømt umleið
175 altjóða dystir.
Hann hevur luttikið í
Spring Cup 8 ferð, og hevur
í hesum sambandi døm 3
finalur, og eisini dømdi
hann finaluna í World
Games for Deaf í 1997
millum
Rusland
og
Ukraine.
Ferðast við kvinnu-
landsliðnum
Í mai 2000 var hann eisini á
Malta saman við føroyska
kvinnulandsliðnum, sum
luttók í Undankappingini
um Europameistaraskapið.
Hann var í kappingini mett-
ur sum ein av teimum bestu
dómarunum.
Higartil í ár hevur hann
dømt altjóða Europacup-
dystir í Hollandi, Týskalndi
og Belgia.
Døma saman við
føroyingum
Í kvinnudystinum millum
Dráttur og Mjølnir verður
tað Rúni Weihe, sum kemur
at virka sum 2.-dómari.
Rúni dømdi hegnisliga báð-
ar finalurnar seinasta ár, so
hann skuldi verði ein tann
best egnaði til hetta álitið
enn einaferð.
Í mansdystinum, verður
tað Fleyr-arin Tummas Óli
Mortensen, sum skal finna
floytuna fram. Tummas Óli
Mortensen hevur dømt í
fleiri ár, og hevur drúgvar
royndir á økinum.
Tað verður spennandi at
síggja, um tað verður stór
broyting í dømingini, or-
sakað av, at dómarin hevur
altjóða viðurkenning í mun
til hvat teir bestu dómarar-
nir her heima hava dømt, tí
dómaraøkið er eitt evni,
sum Flogbóltssambandið
fer at taka upp til komandi
ár.
Altjóða døming
í finaluni
Altjóða dómarin, John Lilhauge, kemur til Føroya um
vikuskiftið at døma steypafinalurnar í flogbólti
ÍF
Nr. Navn
Leikpláss
Hædd
Aldur
Landsdystir
1
Hanus Eliasen
Kantur/Miðja
182
17
2
Hans Toftegaard
Miðja
185
22
3
Boban Ilic
Kantur
191
26
4
Bjarne Joensen
Mið/Kant/Hev
185
40
26
5
Dánjal Vang
Diagonal/Kant
185
17
6
Henry Petersen
Kantur
178
17
7
Kenneth Neshamar
Diagonal/Kant
184
25
17
8
Jan Áki Olsen
Miðja
187
23
9
Odd Eliasen
Hevari
177
36
16
10
Bartal Eliasen
Kantur/Hevari
189
24
11
Jákup H. Egholm
Miðja/Kantur
185
25
12
Jann F. Hansen
Miðja
182
30
Venjari: Boban Ilic
Liðformaður: Bartal Eliasen
Liðleiðarar: Áslakur Petersen
Mjølnir
Nr. Navn
Leikpláss
Hædd
Aldur
Landsdystir
1
Rúni Eltør
Kantur
186
21
6
2
Bogi H. Isaksen
Hevari
183
25
3
Jón Kári Frederiksen
Kantur
180
36
4
Hans Pauli Steinberg
Kantur
183
21
5
Arnfinnur Guðjónsson
Libero/Kant
175
21
6
Hjalti Josephsen
Miðblokkur
192
22
7
Jóannes Poulsen
Miðbl./Kantur
185
35
24
8
Borko Ilic
Kantur
192
26
18 (bosnia)
9
John Syderbø
Kant/Hevari
180
25
10
Trygvi H. Poulsen
Kantur/Miðbl.
182
30
36
Venjari: Borco Ilic
Liðformaður: Bogi H. Isaksen
Liðleiðarar: Fróði Isaksen
Mjølnir, sum megin-
partin av árinum
hevur verið fremsta
liðið í landinum, hev-
ur ikki spælt upp til
sítt besta seinastu
dystirnar
Flogbóltur, menn
Leygardagin 17. februar
verða
steypafinalurnar
leiktar í Høllini á Nabb, og
sambært
forsøgnini
á
heimasíðuni hjá Flogbólts-
sambandinum
á
www.fbf.fo, verður tað ÍF
sum fer avstað við sigrin-
um. Íalt 54 % hava mett at
ÍF fer at vinna, meðan 46 %
meta at Mjølnir verður tað
betra liðið.
Bæði feløgini hava sett
liðini, og yvirlit yvir hesi
sæst aðra staðni á síðuni.
Samanbering
Vit hava eisini gjørt eina
samanbering millum liðini.
Eftir hesum at døma eru
liðini ógvuliga jøvn, tá
hugsa verður um miðal-
hædd, landsdystir í meðal
og miðalaldur. So tað verð-
ur ikki á hesum økinum at
nakað av liðinum fær ein
avgerðandi fyrimun.
Samanbering
millum liðini
ÍF
Mjølnir
Miðalhædd:
184,2 183,8
Lægsti leikari: 177,0 175,0
Hægsti leikari: 191,0 192,0
Landsdystir
í miðal:
4,9
6,6
Flestar
landsdystir:
26,0
36,0
Miðalaldur:
25,2
26,2
Elsti leikari:
40,0
36,0
Yngsti leikari: 17,0
21,0
Seinasti dysturin millum
liðini var leiktur fyri 10
døgum síðani á Kambsdali,
og tá vann ÍF 3-2, harav
seinasta settið endaði 15-
13. Hetta var ein væl leikt-
ur dystur, har bæði liðini
stríddist til seinasta bólt.
Tvíburðar berjast
Hetta er eisini fyrstu ferð í
Føroya Søgu, at tveir
tvíburðar leika steypafinalu
ímóti hvørjum ørðrum, við
tað at leikandi venjararnir
hjá ÍF og Mjølni eru tví-
burðar.
Leikandi venjarin hjá
Mjølni Borko kom higar
fyri 2 árum síðani, meðan
leikandi venjarin hjá ÍF
Boban kom higar hetta
kappingarárið. Báðir leik-
ararnir hava avgerðandi
týdning fyri teirra lið, og
spennandi verður at síggja
hvør teirra verður omaná
eftir dystarlok.
Finalurnar vera sum sagt
í Høllini á Hálsi leygardag-
in, og byrja verður við
kvinnufinaluni kl. 14,30
meðan mansfinalan verður
beint aftaná.
steypafinalan:
ÍF favorittar at
vinna á Mjølni
Reyðar troyggjur
Hvítar brøkur
Bláar troyggjur
Bláar brøkur
Seinnaparttin
fríggjadagin høvdu
Eimskip og
Hafnarbakki boðið
viðskiftafólki og
øðrum til móttøku
í nýggju
saltgoymsluni á
Glyvrum
HANDILSVINNA
Væl av fólki var saman-
komið, tá nýggja salt-
goymslan á Bakka á
Glyvrum alment varð
tikin í nýtslu fríggja-
dagin.
Har vóru vinnulívs-
fólk, starvsfólk, grann-
skoðarar og nevndar-
limir. Øll vóru tey
komin at hoyra, hvat
leiðslurnar í Eimskip í
Føroyum og Hafnar-
bakka, sum í felag hava
fingið sær slatgoymslu
á Glyvrum, høvdu at
siga av góðum orðum.
Og orðini vóru góð
og lovandi. Stjórin á
Eimskip í Føroyum helt
fyri, at tað kanska fór
ikki at vera so leingi, til
ikki bara salt var í
húsinum, tí tað kundi
væl henda seg, at olju-
vinnan fór at velja sær
Runavíkar Havn sum
útgerðarhavn, og so var
hetta húsið ein sjálv-
sagdur partur av tí
vinnuni eisini. Og tann
útmeldingin kom als
ikki illa við hjá býráðs-
limum og øðrum úr
Runavíkar Kommunu.
Borgarstjórin var so
glaður, at hann endaði
sína røðu við at biða
samkomuna rópa hurra
fyri Eimskip og Hafnar-
bakka, sum nú av álvara
vóru komin í komm-
ununa.
ej
Móttøka
í salthøllini
Jákup Mørkøre, fyrr-
verandi sjúkrahús-
leiðari, tapti sakar-
málið móti Helenu
Dam á Neystabø
RÆTTARMÁL
Edvard Joensen
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna,
varð
fríkend í málinum um
ærumeiðing, sum Jákup
Mørkøre,
fyrrverandi
sjúkrahúsleiðari reisti móti
henni í Føroya Rætti.
Rætturin avgjørdi sam-
stundis, at Jákup Mørkøre
skal gjalda Helenu Dam á
Neystabø kr. 38.000,- í
sakarmálskostnaði.
Føroya
Rættur
segði
fyrrapartin í gjár dómin í
málinum, sum Jákup Mørk-
øre, fyrrverandi sjúkrahús-
leiðari, reisti móti Helenu
Dam á Neystabø, lands-
stýriskvinnu við Almanna-
og Heilsumálum. Jákup
Mørkøre metti seg æru-
meiddan, tá Helena Dam á
Neystabø segði hann vera
illoyalan og ólýdnan í sam-
band við, at hann boðaði
frá, at hann sá seg noyddan
at siga 40-50 fólkum innan
sjúkrahúsverkið úr starvi.
Úrslitið varð, at Jákup
Mørkøre sjálvur varð sagd-
ur úr starvi við teirri grund-
geving, at hann var il-
loyalur og ólýðin.
Hesa grundgeving vildi
Jákup Mørkøre ikki góð-
taka. Hann stevndi Helenu
Dam á Neystabø við kravi
um, at úttalilsi hennara
vóru dømd deyð at vera, og
at hon rindaði allan sakar-
málskostnaðin.
Rætturin kom tó til tað
beint øvugtu niðurstøðuna.
Í
grundgevingin
fyri
dóminum, sum fríkendi
Helenu Dam á Neystabø,
sigur Føroya Rættur:
»Begrebene illoyal og
ulydig er i almindelig
sprogbrug udtryk for egen-
skaber, der er egnede til at
nedsætte den fornærmede i
medborgerens agtelse.......«
Víðari sigur rætturin í
grundgevingini:
».....I nærværnde sag er
begrebene ikke udbredt fra
sagsøgtes side, men alene
anvendt som begrundelse i
afskedigelsessag. Begreb-
ene er almindeligt anvendte
begreber indenfor ansættel-
sesretten og begrundelsen
har
været
pligtmæssig
..........«
Sostatt metir rætturin
ikki, at Helena Dam á
Neystabø alment hevur
ærumeitt Jákup Mørkøre,
men bert brúkt vanligt
orðalag í uppsøgnini, sum
skylda hennara var.
Føroya Rættur kemur tí
til niðurstøðuna:
Thi kendes for ret:
Sagsøgte, Helena Dam á
Neystabø, frifindes.
Sagsøgeren, Jákup
Mørkøre, betaler sagsom-
kostninger til sagsøgte
38.000,00 kr.
Helena fríkend
Bjørn á Heygum,
advokatur, metir, at
dómurin í málinum
millum Jákup
Mørkøre og Helenu
Dam á Neystabø,
gevur politikkarun-
um rætt at fara við
embætisfólki, nærum
sum teimum lystir
RÆTTARMÁL
Edvard Joensen
Verjin hjá Jákupi Mørkøre
heldur, at rætturin hevur í
grundini staðfest, at po-
litikkarar kunnu fara við
embærisfólki næstan sum
teimum lystir. Jákup Mørk-
øre fekk eini greið boð frá
landsstýriskvinnuni. Hann
roknaði seg fram til, hvussu
hann kundi halda tey
boðini. Tá hann so kom við
úrslitinum, varð hann upp-
sagdur.
Bjørn á Heygum, advo-
katur, ivast í, um dómurin í
málinum millum Jákup
Mørkøre og Helenu Dam á
Neystabø, kann vera rættur.
Hann fer at lesa hann
sera gjølla, sigur hann, og
fer síðan saman við Jákupi
Mørkøre at gera av, um teir
skjóta dómin inn fyri
Landsrættin.
Bjørn á Heygum vísir á,
at tað er ikki eindømi, at
embætismaður, sum ar-
beiðir eftir teimum treyt-
um, politikkararnir seta
honum, verður sagdur úr
starvi.
Í hesum førinum fekk
Jákup Mørkøre eina heilt
greitt ásetta uphædd at reka
sjúkrahúsverkið fyri. Tá
hann so vísti á, hvørjar
fylgjurnar fóru at vera,
fekk hann at vita, at hann
var illoyalur og ólýðin, og
varð sagdur úr starvi.
Tá so er, er ikki lætt at
gera við hjá teimum, sum
skulu gera avgerðirnar hjá
politikkarunum til veru-
leika, sigur Bjørn á Heyg-
um advokatur.
Hann ásannar, at em-
bætisfólk í ávísan mun eru
at kalla gjørd rættarleys við
hesum dóminum.
Nú hevur rætturin í
grundini staðfest, at ein
politikkari kann geva eini
boð. Tá so boðini vera
fylgd, og tey ikki hóva
onkrum øðrum, kann tann,
sum fekk boðini, bara
ábyrgdast fyri tað, politikk-
arin gjørdi skeivt.
Bjørn á Heygum heldur
við øðrum orðum, at her er
bakari rættaður fyri smið.
Embætisfólk eingi rættindi
Føroya Rættur gav ikki Jákupi Mørkøre viðhald í, at hann var ærumeiddur av Helenu Dam á Neystabø