Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. februar 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 14. februar 2001 13 gult cyan magenta svart 12 Nr. 31 - 14. februar 2001 gult cyan magenta svart Í fjør gjørdi fótbólts aðalfundurin av, at uppskot til nevndar- limir skuldu vera á FSF skrivstovuni í seinasta lagið tíggju dagar undan aðal- fundinum. Tíggju dagar undan aðal- fundinum, sum verð- ur leygardagin, var einki uppskot komið AÐALFUNDUR Jóannes Hansen Tað skal ikki bera til soleið- is hissini á sjálvum aðal- fundinum at koma við upp- skotum um, hvør ella hvørji skulu manna nevndina í Fótbóltssambandinum. Hetta var breið semja um á aðalfundinum fyri einum ári síðani, og tí varð grein sjey í ásetingunum fyri Fót- bóltssambandið broytt, so- leiðis at hon m.a. sigur, at uppskot um val til nevndina skulu vera FSF í hendi í seinasta lagi tíggju dagar fyri aðalfund. Fyrsti aðalfundurin eftir hesa broytingina í ásetingu- num verður nú leygardagin. Tað vil siga, at uppskot um nevndarlimir skuldu verið FSF í hendi mikudagin í síðstu viku. Tað eru limafeløgini sum saman við nevndini í FSF hava rætt at koma við upp- skotum um fólk at manna nevndina. Mikudagin í síðstu viku var freistin úti, og tá var einki uppskot um nevndarlimir komið á FSF skrivstovuna. Hesa ferð standa tríggir limir fyri vali. Teir eru næstformaðurin Børge B. Hansen og nevndarlimirnir Óli Holm og Jens Erik Magnussen. Sambært skrivinum til feløgini um aðalfundin, sum er dagfest 8. februar, verður sagt, at teir omanfyri nevndu taka við afturvali. Men tá vit fregnaðust hjá aðalskrivara- num í FSF, um nakar hevði skotið teir omanfyri nevndu ella kanska onkran annan upp til nevndarlim, so var svarið nei. – Tað var nevndarfundur eftir at freistin at koma við uppskotum var farin. Tá varð staðfest, at einki upp- skot var innkomið. Nevnd- in hevði ikki skotið nakran upp, og einki av limafeløg- unum hevði latið við seg koma. Hetta sigur Ísak Mikla- dal, sum er aðalskrivari í Fótbóltssambandinum. FSF hevur í skrivi til fel- øgini 4. og 15. januar boð- að til aðalfundar, aðalfund- urin var eisini kunngjørdur á fundi við feløgini 20. jan- uar, og lýsing um aðalfund- in hevur verið í bløðunum. Fjórða punktið á skránni er at velja nevndir og varalim- ir. Tað skulu vera tveir vara- limir. Teir verða valdir fyri eitt ár í senn. Í fjør varð bara ein varalimur valdur. Tað var Sveinbjørn Dani- elsson í Hvalba. Men hvussu verður við nevndarvalinum leygardag- in? – Nevndin staðfesti á fundinum í síðstu viku, at einki uppskot var inn- komið, tá tíggju daga freist- in var farin. Tí verður tað ivaleyst upp til aðalfundin at gera av, hvussu tað skal farast fram í sambandið við nevndarvalið, heldur Ísak Mikladal. Oftast friðarligt Umframt teir tríggjar, sum standa fyri vali hesa ferð, manna fýra aðrir nevndina í FSF. Teir eru Torleif Sig- urðsson, formaður, Dánjal Andreasen, Jákup Simon- sen og Karl Vidtfeldt. Hesir vórðu allir afturvaldir uttan mótvalevni á aðalfundinum fyri einum ári síðani. Teir standa fyri vali aftur á aðal- fundinum um eitt ár. Drúgvir í sessunum Felags fyri nevndarlimirnar í Fótbóltssambandinum er, at teir hava verið í nevndini í mong ár. Næstformaðurin, Børge B. Hansen, var í fót- bóltsnevndini í ÍSF og kom í fyrstu nevndina, tá Fót- bóltssambandið varð sett á stovn í 1979. Tað kemur so at siga ikki fyri, at onnur valevni verða skotin upp enn teir, sum standa fyri afturvali. Ein- asta undantakið nógvu tey seinastu árini var í fyrraár- ið. Tá vóru tvey uppskot til næstformanssessin. Mortan Poulsen varð stillaður upp ímóti Børga B. Hansen, og tað var rættuligur drama- tikkur undir uppteljingini. Tá ein atkvøða var eftir í hattinum stóð á jøvnum. Síðsta atkvøðan var til Børga B. Hansen, sum tí- skil var afturvaldur. Merkisvert á aðalfundin- um fyri tveimum árum síð- ani var tað, at atkvøðan hjá nevndini í FSF var blonk. Formaðurin, Torleif Sig- urðsson, segði, at hann hevði atkvøtt blankt, tí hann vildi ikki taka dagar ímillum Børga B. Hansen og Mortan Poulsen. Nýggjur orðstýrari og nýggjur karmur Jógvan Arge hevur verið orðstýrari á øllum aðal- fundunum hjá Fótbóltssam- bandinum. Hesa ferð liggur tað ikki fyri hjá roynda út- varpsmanninum. Men alt bendir á, at fundurin kortini fer at vera í góðum hond- um. Vit hava skilt, at nevndin í FSF ætlar at skjóta upp, at Christian An- dreasen, advokatur, verður orðstýrari leygardagin. Nógvu tey seinnu árini hevur fundurin verið í Norðurlandahúsinum, men hesa ferð verður fundurin í Útvarpshøllini. FSF og fel- øgini hava verið stak væl nøgd við Norðurlandahús- ið, sum hevur verið mett sum tignarligur karmur um aðalfundin. Men hesa ferð bar tað ikki til at finna ein dag, sum bæði passar húsi- num og fótbóltinum. Einki uppskot er komið til FSF Jógvan Arge hevur higartil verið fastur orðstýrari á aðalfundinum, men í ár liggur ikki fyri hjá honum. Christian Andreasen verður nýggjur orðstýrari Færri greinar og longri freist Einasta uppskotið, sum er á skránni til FSF aðalfundin leygardagin, er ein nýggj orðing av kappingarreglunum AÐALFUNDUR Jóannes Hansen Samskiftið millum nevnd- ina og umsitingina hjá FSF og fótbóltsfeløgini gongur fyri seg alt árið. So títt og knapt sum kappingarnar á vøllunum eru farnar aftur- um, so verður sjøtul settur á fyrireikingarnar til nýggja fótbóltsárið. Hetta verður gjørt við atliti til royndirnar frá farna árinum. At samskiftið á nógvum økjum tykist vera gott sæst aftur í, at nógvir spurningar verða greriddir á øðrum fundum enn á aðalfundin- um. Tað vil við øðrum orð- um siga, at tað ikki nýtist at merkja, at fótbóltspolitikk- urin liggur í fasta svøvni, tá bara eitt mál er innkomið til aðalfundin, sum verður leygardagin. Málið, sum er á skránni, er stórt, og tað hevur verið arbeitt við tí allan vetur. Tað snýr seg um kappingar- reglurnar fyri fótbólt. FSF eigur uppskotið, sum ber heitið broytingar/endur- skoðan. Reglurnar, sum higartil hava verið galdandi, hava fevnt um 45 greinar. Nýggja uppskotið fevnir um 42 greinar. At greinatalið er lækkað kemst av, at í nýggja upp- skotinum verður lagt upp til, at einstøk viðurskifti, sum áður hava staðið í regl- unum, nú eru løgd til FSF at gera av. Eitt nú hevur tað áður staðið í kappingarregl- unum, hvussu stór samsýn- ingin skal vera hjá dómaru- num og hjálpardómarun- um. Nú verður sagt, at »FSF ásetur í reglugerð, fyri eitt ár í senn, samsýni- ngina til dómarar, hjálpar- dómarar og møguligar út- nevndar eygleiðarar«. Freistin longd Á aðalfundinum í fjør varð nógv tosað um evsta mark- ið fyri at skifta felag. Tá varð í broyting til reglurnar sligið fast, at tað ikki skuldi bera til at skifta úr føroysk- um og útlendskum felag og í eitt annað føroyskt felag, um umsókn ikki varð latin kappingarnevndini um hetta í seinasta lagið 28. juli. Í fjør tulkaði FSF nýggju ásetingina soleiðis, at hetta hevði við sær, at tað ikki bar til at skifta felag eftir summarfrítíðina. Í nýggja uppskotinum er freistin broytt eitt lítið sind- ur. Ivaleyst eru bæði feløg- ini og tey í Fótbóltssamb- andinum komin eftir, at tað ikki hevur verið serliga heppið, at evsta markið hevur verið ólavsøkuaftan. Ofta hevur tað víst seg, at stórt virksemi hevur verið upp undir evstamarkið. Tað vil við øðrum orðum siga, at hetta hevur órógvað ólavsøkuhaldið hjá spælar- um, feløgunum og serliga hjá teimum í FSF. Í upp- skotinum, sum feløgini skulu taka støðu til leygar- dagin, verður skotið upp, at evsta markið fyri flyting millum feløg í Føroyum og úr útlendskum feløgum og í føroysk feløg verður 5. august. Aðalfundurin hjá FSF skal um vikuskiftið taka støðu til uppskotið um broyttar kappingarreglur fyri fótbóltin Landsliðið til Cadiz Allan Simonsen hevur boðað frá, hvørjar 20 leikarar hann hevur tikið út til venjingarleguna hjá landsliðnum, sum verður í Cadiz, Spania, um tvær viku FÓTBÓTLSLANDSLIÐ Jákup Mørk Eins og vanligt hevur verið, fer føroyska A-landsliðið í fótbólti aftur í vár á venj- ingarlegu í Spania. Venjingarlegan í ár verð- ur í Cadiz, og verða leikar- arnir burturstaddir í tvær vikur. Frá 23. februar til 4. mars. Liðskiparin ikki við Landsliðsvenjarin, Allan Simonse, hevur tikið út 20 leikarar til ferðina, og sum so eru ikki tær stóru broyt- ingarnar í mun til seinastu ferðirnar, landsliðið hevur verið saman. Merkisvert er tó, at van- ligi liðskiparin, Jens Kristi- an Hansen, framhaldandi ikki er tøkur at spæla. Hann hevur leingi drigist við ein skaða í stórutá, og er í vetur skurðviðgjørdur fyri hetta. Tað hevur tikið sína tíð at fingið rætta skaðan upp af- tur, og millum annað hevur liðskiparin verið gipsaðu í 8 vikur, meðan nakrar skrúvur hava hildið tánni í rættari støðu. Enn er hann so ikki førur fyri at fara undir krevjandi uppgávurnar við landsliðn- um, men einki er at ivast í, at landsliðsvenjarin vónar at hava liðskiparan tøkan, tá farið verður í holt við undankappingardystirnar í mars mánaði. Jens Kristian fær tó ikki verið við til dystin móti Luxemburg, or- sakað av reyða kortinum, sum hann fekk móti Sveis, men tá dyturin móti Russ- landi er á skránni fýra dag- ar seinni, er hann tøkur. Teir 20 Harumframt framgongur eisini av hópinum, at bæði Arnbjørn Danielsen og Ják- up á Borg eru tiknir bein- leiðis út til hópin. Á ferðini til Svøríkis her fyri vórðu báðir tiknir út eftir avboð frá øðrum leikarum, men fyri báðar var galdandi, at teir vórðu noyddir at senda avboð, tí skotbráðið var so- mikið stutt til fráferðina. Hópurin, sum Allan Sim- onsen hevur tikið, sær ann- ars soleiðis út: Øssur Han- sen, Fróði Benjaminsen, Hans Fróði Hansen, Arn- bjørn Danielsen, B68, Rógvi Jacobsen, KÍ, Jó- hannis Joensen, Allan Mørkøre, Andrew av Før- um, HB, Christian Høgni Jacobsen, NSÍ, Jákup á Borg, B36, Uni Arge, Akra- nes, Jens Martin Knudsen, Sámal Joensen, John Peter- sen, Leiftur, Pól Thor- steinsson, Valur, Jákup Mikkelsen, Herfølge, Súni Olsen, FC Zwolle, Johan B. Hansen, OB, Kurt Mørk- øre, Sogndal, Todi Jónsson, FCK. Harumframt verða Allan Simonsen, landsliðs- venjari, Jógvan Martin Ol- sen, hjálparvenjari, Jens Pauli Marstein, lækni, Álv- ur Hansen, fysioterapeutur og Heðin Askham, liðleið- ari, eisini við á ferðini Mynd av Jens Kristian Jens Kristian Hansen hevur nýtt vetrarsteðgin til at rætta stórutánna uppaftur, og enn er hann ikki til reiðar at fara í holt við landsliðsfótbóltin Klaksvíkin skal hoyrast Í eini roynd at draga nógvar klakvíkingar til steypafinalurnar í flogbólti, verður skipað fyri bussferð til Havnar leygar- dagin STEYPAFINALUR Jákup Mørk Skal nakað ávíst pláss í landinum peikast út sum sonevndur maktdepul í flogbólti, er einki at ivast í, at Klaksvíkin stendur frammaliga í røðini. Annað árið á rað eru bæði kvinnur og menn at finna í steypa- finaluni, og bæði skulu tey verja heitið frá í fjør, tá far- ið verður á vøllin. Tá liðini spældu finalu- dystirnar í fjør, vóru heilt væl av áskoðarum komnir úr Klaksvíkini, og í ár ætlar felagið at gera sítt til, at tal- ið so avgjørt ikki verður lægri hesaferð. Ókeypis bussferð Mjølnir hevur nevnliga gjørt av at skipa fyri buss- ferð til Havnar, soleiðis at ferðingin aftur og fram skal gerast so ómaksleys sum til ber fyri áskoðararnar, og harumframt verður rómurin av áskoðarunum ofta betri, tá nógv eru í ferðalagnum. Fyri at gera tilboðið so lokkandi sum gjørligt, skulu áskoðararnir als ikki rindað fyri bussin. Kravt verður bert, at vaksin rinda tær 50 krónurnar, sum at- gongumerki til finaluna kosta, meðan børn sleppa ókeypis við. Fyri at vita, hvussu nógv- um fólkum rúmd skal vera fyri, er tó neyðgut, at tey, sum ætla sær við, boðað felagnum frá. Frá Mjølni hava vit fingið at vita, at hetta eigur at verða gjørt á tlf. 281890. Fyrri finaludysturin – tann hjá kvinnunum – byrj- ar klokkan 14.30, og tí hava klaksvíkingarnir gjørt av, at farast skal um Leirvíks- fjørð klokkan 10.30. Tey hjá Mjølni vóna, at nógvir klaksvíkingar fara at stuðla liðum sínum í teimum báðum steypafinalunum leygardagin Báðir steypavinn- ararnir í hondbólti skulu longu í kvøld á vøllin í landskapp- ingardysti HONDBÓLTUR Jákup Mørk Kvinnurnar hjá VÍF verða kanska nakað moyrar, tá tær í kvøld fara á vøllin fyri fyrstu ferð síðani steypa- finaluna. Enn er tó ikki rúmd hjá teimum til at lata veistlu- rómin standa við, tí hóast tær longu hava tryggjað sær Coca-Cola steypið, so er einki at ivast í, at tær eisini vilja hava hendur á steypin- um, sum Føroya Tele letur vinnaranum av landskapp- ingini. Higartil hevur alt gingið upp á stást í so máta, og einki er, sum bendir á, at kvinnurnar hjá Sóljuni skulu kunna forða teimum í hesum. Dysturin verður leiktur í Vestmanna kl. 18.00. StÍF aftur til Havnar Steypavinnararnir hjá monnunum, StÍF, skulu eisini á vøllin at royna seg í kvøld, tá teir aftur skulu traðka á gólvið í Ítróttahøll- ini á Hálsi í Havn. Mótstøðuliðið hesa ferð er H71, og á pappírinum eigur hetta í øllum førum at vera ein yvirkomulig upp- gáva hjá strandingunum. Ein av fortreytunum fyri sigri er tó uttan iva, at strandingarnir nú hava fingið armarnar niður eftir flotta avrikið í finaluni. Finna teir sama spæl fram aftur, er einki at ivast í, at ein talan verður um tryggan sigur, men tað hev- ur ofta fyrr vist seg, at tað kann verða so sum so við motivatiónini beint eftir vunnan finaludyst. Dysturin verður á Hálsi kl. 19.45. Armarnir skulu niður Seinasta umfarið undan finaluni í Grand-Prix kapp- ingini í billard varð leikt um vikuskiftið, og hesa ferð var Shell høvuðsstuðul fyri tiltakinum BILLARD Jákup Mørk Føroysku billardfeløgini hava í vetur roynt seg í so- nevndari Grand-Pric kapping. Seinasta umfarið undan sjálvari finaluni varð leikt um vikuskiftið, og komandi vikuskiftið verður so farið undir endaspælið. Hetta verður í Havnar Klubba, og byrjað verður longu leyg- armorgunin. Úrslitini hetta umfarið vóru annars soleiðis: Størstu einstøku seriuna átti Birgir Jacobsen úr Vágs Billardfelag, tá hann fekk ikki færri enn 182 eygu. Grand-Prix í billard nr. felag stig miðal 1 TvøroyraBillardfelag 14 22,30 2 Vágs Billardfelag 12 22,08 3 Havnar Klubbi 8 18,27 4 Klaksvíkar Klubbi 6 18,41 5 Fuglafjarðar Klubbi 0 11,38