mikudagur 14. februar 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 14. februar 2001
15
gult cyan magenta svart
14
Nr. 31 - 14. februar 2001
gult cyan magenta svart
Gjestal Vestlandsgarn-
Superwash
Damu og harratroyggjur
Tlf. 312727
Uppskriftin
hesa vikuna
LØGFRØÐINGURIN
Hvør hevur rætt til at
arva
Hetta er fyri okkum eitt pín-
ligt mál, sum eg gjarna vil
fáa greiðu og hylling á, so-
leiðis at vit fáa at vita,
hvussu vit skulu bera okkum
at, soleiðis at vit kunnu fáa
okkara part av arvinum, sum
vit halda okkum hava rætt til.
Mamma okkara doyði
fyri 30 árum síðani, hon sat
í óskiftum búgvi, og tí
fellur hennara partur av tí
tey áttu tá í tvey, ein helvt
ferð til pápa okkara, og ein
helvt ferð til børnini.
Pápi okkara kom tey
síðstu árini at búgva á ellis-
heimi, og segði hann sjálv-
ur, at hann hevði tað avbera
gott har.
Í fjør vár ringdi eitt av
okkara systkjum runt til
hini systkjuni og spurdi, um
vit høvdu nakað ímóti, at
hon fekk húsini hjá pápan-
um í sín arv. Vit vóru nøkur
sum søgdu ja, og nøkur
søgdu nei. Nú eftir hansara
deyða, vísir tað seg, at uppi
í
matrikkulnummarinum
hjá húsinum er tvey stór
jarðarstykkir, sum saman
við húsinum hava eitt stórt
virði. Eingin av okkum
systkjum, høvdu fingið
nakrar upplýsingar um at
soleiðis var. Vit hava bara
givið játtandi ella noktandi
svar ígjøgnum telefonina,
einki skrivligt svar er givið.
Hesin sami hevur borið so
í bandi, at hann eisini hevur
fingið flutt allan tann
kontanta peningin, sum pápi
okkara hevur spart upp, og
tað er ikki so lítið yvir á eina
kontu hjá sær, við skrivligari
samtykt frá pápa okkara, og
at viðkomandi eisini hevur
syrgt fyri, at fáa tvey ókend
vitnir at undirskriva. Pápi
okkara var eftir okkara met-
an í ørviti ta síðstu tíðina
hann livdi.
Nú er málið farið í Før-
oya Skiftirætt, og har fingu
vit at vita, at um nakar mót-
mælti mannagongdini, so
skuldi tað gerast har á sama
fundi. Tað bleiv síðani
gjørt, og hann ið allan arvin
hevur fingið, hevur fingið
eina freist at gjalda pen-
ingin inn aftur á kontoina,
har hann áður var.
Mínir spurningar eru tí:
Hevur pápi okkara og/ella
viðkomandi persónur rætt
til at gera hini systkini
arvaleys? Og um persón-
urin ikki vil gjalda peningin
inn aftur á kontoina, hvat
hendir so víðari við mál-
inum?
Kann viðkomandi biðja
fyri okkum ókendar persón-
ar um at verða vitni til, at
viðkomandi gevur sær sjálv-
um rætt til at fáa allan pen-
ingin fluttan á kontu sína?
Eru øll systkini ikki
tvangsarvingar til arvin
eftir mammu okkara?
Og kann tað passa, at um
vit krevja okkara rætt til
arvin ígjøgnum skiftirættin,
so skulu vit gjalda kr. 55.000
til sakførara, áðrenn farið
verður víðari við sakini?
Eg skilji tekstin soleiðis, at
móður tygara doyði fyri 30
árum síðani og síðani valdi
faðir tygara at sita í ó-
skiftum búgvi. Eftirfylgj-
andi er faðir tygara deyður
og nú skal arvurin deilast.
Viðvíkjandi spurningin-
um í hvønn mun tit kunna
gerast arvaleys, so er helvt-
in av arvinum tvangsarvur.
Sjálvt um ein er tvangsarv-
ingur, er tó ikki vissa fyri at
nakað verður at arva. Tá
eftirsitandi
hjúnafelagin
situr í óskiftum búgvi, er
útgangsstøðið, at viðkom-
andi kann ráða yvir tí
óskifta búnum sum ein
eigari. Tó eru ásetingar í
arvalógini um at eftirsit-
andi hjúnafelagin ikki má
misbrúka sín rætt at ráða
yvir óskifta búnum. Um so
er, at faðir tygara hevur
givið burtur so at siga allar
ognirnar í búnum vil eg
meta tað sannlíkt, at talan
er um misbrúk, og at tit tí-
skil undir ávísum treytum
kunna krevja ognirnar ella
virði av teimun aftur til
búgvið.
Viðvíkjandi spurningin-
um um hvat hendir um per-
sónurin ikki vil gjalda pen-
ingin inn aftur á kontoina
er at siga, at tað fyrst má
metast um viðkomandi per-
sónur hevur skyldu at rinda
peningin aftur til búgvið.
Um
viðkomandi
hóast
skyldu at gjalda, ikki sjálv-
boðin vil rinda peningin,
verður neyðugt at stevna
viðkomandi fyri rættin fyri
at fáa dóm fyri at viðkom-
andi hevur skyldu at rinda
peningin til búgvið.
Viðvíkjandi spurninginum
um vitnir, so vil eg meta tað
líka mikið um vitnini eru
tykkum kend ella ókend.
Undirritaði er ikki greiður
yvir, hvat viðkomandi vitnir
hava vitnað í hesum føri, og
tí fái eg ikki svarað spurn-
inginum nærri.
Viðvíkjandi spurningin-
um um tvangsarv, so eru tit
øll, sambært tí sum er upp-
lýst, tvangsarvingar í bú-
num eftir móðir tygara.
Viðvíkjandi spurningin-
um um rindan av kr.
55.000,-
til
sakførara
áðrenn farið verður víðari
við sakini, so er tað óvan-
ligt at rindast skal kr.
55.000,- til sakførara sum
fyritreyt fyri at fara víðari
við sakini. Tó kann skifti-
rætturin vanliga krevja, at
tey systkin sum vilja leggja
sak, skulu standa inni fyri
at møguligur kostnaður
verður goldin.
LØGREGLAN
Hvat gera vit við
skilaleysa koyring
Vit hava livað við einum
ótolandi trupulleika leingi.
Ein ungur maður í gøtuni,
har vit búgva, koyrir púra
ábyrgdarleyst. Vit búgva í
eini blindari gøtu, men
kortini so setur hesin bil-
førarin speedaran í botn,
uttan mun til, nær og
hvussu umstøðurnar eru.
Vit hava sagt tað við hann
fleiri ferðir, men hann tekur
okkum ikki í álvara. Nógv
smábørn búgva í gøtuni, og
tað eru tey, vit fyrst og
fremst hava ampa av. Vit
hava ikki sagt nakað við
politiið. Vit hava jú eingi
prógv, men hvat heldur
løgreglumaðurin, at vit
skulu gera?
Keðiligt, at ein ungur bil-
førari “terroriserar” eina
gøtu við síni skilaleysu koyr-
ing. Tað verður ikki nevnt í
spurninginum, um tosað
hevur verið við foreldrini at
unga manninum, sjálvt um
viðkomandi er yvir 18 ár, tá
ikki nyttar at tosað við
mannin sjálvan. Tað er
kanska ein møguleiki.
Tey, sum koyra, skulu altíð
hava fyrilit og vera ansin so
ikki øðrum gerst vandi,
skaði ella ónáðir, og ferðin
skal altíð laga seg eftir við-
urskiftunum við fyriliti fyri
tryggleika hjá øðrum.
Boðast eigur politinum frá
í slíkum førum, so politiið
kann halda eyga við bilfør-
aranum. Tað kann vera, at
viðkomandi er fyrr kendur
fyri skilaleysa koyring.
Viðkomandi kann eisini
meldast til politiið fyri
fyrilitarleysa koyring. Tá
skal politiið skriva frá-
greiðing og lýsa skilaleysu
koyringina soleiðis sum
fráboðarin
hevur
sæð
hana.
Bergur
Hanusson,
djóralækni
Heri Joensen,
prestur
Heri Krage-
steen, sálar-
frøðingur
Ingi Højgaard,
løgfrøðingur
Jens Andre-
assen, lækni
Jóhanna á
Tjaldrafløtti,
føðslu/húsar-
haldsfrøðingur
Jón Klein
Olsen,
politistur
Jón Krage-
steen. Ferðslu-
trygd
Julianna Næs,
pedagogur
Sjúrður
Johannesen,
sosialráðgevi
Turid Thom-
sen, lestrarveg-
leiðari
Marius
Staksberg,
málfrøðingur
TIT SPYRJA VIT SVARA