Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. februar 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 14. februar 2001 17 gult cyan magenta svart 16 Nr. 31 - 14. februar 2001 gult cyan magenta svart RØÐA FYRI PEDAGOGUNUM, JANUAR 2001 Góðu tit, sum nú eru búgvin at flúgva úr reiðrinum á Frælsinum. Eg eri altíð eitt sindur errin, tá ið eg standi her ein dag sum henda. Samstundis er tað eisini við eini ávísari bivan. Errin, tí vit kunnu geva tykkum høvi til at fáa hasa útbúgving heima hjá okkum sjálvum. Sum tit vita, er tað ikki so langt síðani, at tað ikki var gjørligt. Bivandi, tí spurningurin: “Hava tit nú fingið tey líkindi, sum skulu til, fyri at tit fús kunnu fara til verka, og hava tit fingið so gott í beinini, at tit áhaldandi kunnu manna tykkum í verki?” Eg kann bara svara mær sjálvum, at vit hava gjørt okkara allar besta, og at vit á Læraraskúlanum støðugt eru leitandi, til tess at menna okkum til uppgávuna í tíðini sum er, og í tíðini, sum kemur. Føroya Læraraskúli er tað einasta, og tí eisini tað besta, ið vit eiga til hatta enda- málið. Bretski heimspekingurin R.S. Peters sigur onkrastaðni: “Tann sum altíð má spyrja onnur, er ein bloyta, men tann, sum ongantíð spyr onnur um ráð, er ikki rættsiktaður.” Soleiðis er eisini við útbúgvingum. Her sum aðrastaðni mugu vit gera okkara egna eftir teimum viðurskiftum, sum eru her hjá okkum. Men vit mugu eisini lata gluggarnar upp, læra av øðrum Og geva teimum høvi at læra av okkum. Í læraraskúlakantatuni sigur Heðin Brú tað so væl: Ger ungdómin kunnan við fornan arv, við tað, sum fedrarnar bar • lat tíðina síðani leika á — tað haldgott fótfesti er. Ungdómur er sum ungdómur var, • men tíðin er køld og bráð — Gev honum bert trygt at standa á, Og slái so gluggarnar frá. Vís honum allan tann víða heim Við ljósi og skuggarond; Lat hann so taka tíðina við fedranna royndu hond. Várt egna er ikki nóg mikið • bert støði at standa á — Vit eiga at læra av longri komnum ihvar tað so kemur frá. Innast inni snýr øll tráan okkara í lívinum seg um at duga at liva eitt gott og eydnuríkt lív. Tað er einki at ivast í, at summi duga tað betur enn onnur. Hví so er hevur verið evni til umrøðu og undran allar dagar. Sjálvandi kunnu onnur gera okkum glað, men sum lívsgrundarlag dugir ikki at bíða eftir, at onnur skulu geva okkum eydnu. Tey, ið kenna kensluna av “at hvíla í sær sjálvum” vænta ikki, at onnur ella nakar annar skal bera ábyrgdina fyri okkara lukku. Vit hava sjálv ábyrgdina av okkara lívi, okkara tonkum, okkara hugburði, okkara virðum og hvussu vit liva og látast. Vit kunnu øll hjálpa og stuðla hvør øðrum í hesum lívslanga arbeiði, men høvuðs- ábyrgdin fyri okkara lívi liggur hjá okkum sjálvum. Tílíkur hugsanarháttur liggur undir teirri lóggávu, sum vit nýliga hava fingið á smábarnaøkinum. Eins og tann lóggáva, ið vit hava um virki fólkaskúlans, er henda nýggja lóg ein virðiligur karmur um barnanna menning í tí skipaða karmi, sum samfelagið bjóðar okkara yngsta ættarliði. Stutt sagt liggur undir hesi hugsan tann trúgv, at tá ið vit “bera okkum sjálv uppi”, verður tað at kennast burtur úr vón og viti at ynskja ella vænta, at nakar annar skal bera okkum. Tí er tað, sum vit herfyri hoyrdu í útvarpinum, uppafturtikið eftir danskar serfrøðingar, ið vilja hava fast skipaða undirvísing við børnum langt niður um verandi skúlaaldur, í kuldaskalvakendari andsøgn við tann anda og við ta fatan av frælsari menning, sum liggur undir lóg- gávu okkara. Eg fari so inniliga at heita á tykkum, at taka andan í lóggávu okkara og tað, sum tit vónandi hava fingið heilt inn í bóðið her á skúlanum, við tykkum í øllum tykkara yrki, veri tað seg við fullførum børnum ella teimum, sum bera brek. Eins og tað, ið vit hoyrdu framborið í Útvarpinum henda dagin, er so nógv annað, sum dregur frá, og vit, sum her á staðnum royna at taka hugmyndina um frælsa menning í lóggávuni fyri fult, kenna okkum av og á standa í tungari andstøðu við tey, sum áttu at skilt dýpdina í egnari lóggávu. Íðiliga er at hoyra skiftandi politikarar siga, at nú skar strammast upp á Lærara- skúlanum. Fyri stuttum var eg á rektara- fundi á Flatlondum saman við danska kenslumálaráðharranum. Fyrstu ferð eg hoyrdi hana — tá var hon nýggj í sessinum — segði hon nakar, sum líktist hesum sama uppstrammingaraboðskapi ella boðum. Nú tók hon tráðin uppaftur og segði: “Einki kann vera skeivari, tá ið tað snýr seg um menningarútbúgvingar sum pedagogútbúgving og læraraútbúgving. Tað havi eg lært hesi bæði árini í útbúgvingarpolitikki. Men fyri at vit, sum taka avgerðirnar sum polittikarar ella sum ráðharrar leggja upp til tær, skulu fáa fatur á tí, so mugu tit, sum sita í tí í gerandis- deginum, áhaldandi gera vart við tað. Sum tit vita, so kemur henda fatan ikki av sær sjálvum. Tykkara ábyrgd er at hava ta samrøðuna í gongd við myndugleikarnar, sum fær teir at skilja, hví tit gera sum tit gera.” So mikið danski kenslumálaráð- harrin. Bara tað, at skilja, at mátin, ið alt verður gjørt uppá, er innihald, líka so væl sum tey evni, ið vit takast við, er ikki sum at siga tað. Her á Læraraskúlanum hava vit ikki dugað nóg væl at lata henda kunnleika um innastu náttúruna í okkara útbúgvingum til teirra, sum dagliga ráða yvir okkum og umsita okkum. Báðir partar eiga at gera sítt til at gera hetta betur. Tann positiva dialogin síggi eg fram til. Einki kemur av sær sjálvum, og tað eru ikki øll, sum evna at seta navn á næsta nesið. Væl kundi verið at tit, sum í dag verða liðug, koma at seta sjónlig spor eftir tykkum í skúlans søgu. Frá fyrsta degi hava tit, meira áhaldandi enn onnur, tó at áskoðanin mangan hevur verið frammi, gjørt vart við, at navnið Føroya Lærara- skúli sum felagsheiti hevur slagsíðu til aðra útbúgvingina. Hetta hava tit støðugt mint meg á hesi árini, tit hava gingið á skúlanum, og sum tit vita, eri eg ikki lagstur á boðini. Skotið er upp fyri myndugleikunum at geva skúlanum heitið Námssetrið ella Námssetur Føroya, og so at nýta navnið á ymisku útbúgvingunum sum undirheiti, eisini sjónligt á vegginum uttanfyri. Sum eg síggi er undirheitið longu komið. Felagsheitið, sum eg havi mælt til, kundi komið upp í sambandi við, at útbúgvingarstaðið fekk háskúlaviður- kenning. Mín hugsan er, at hetta hevði verið ein góð avgerð. Nú leggi eg tað fram fyri hesum almenningi. Tit skulu vita, at eg haldi, at hetta er eitt sannleikans orð, ið tit hava lagt eftir tykkum, og sum tit kanska vita, so kann eitt sannleikans orð broyta allan heimin, skulu vit trúgva einum av teimum gomlu frígerandi pedagogunum, Paulo Freire. Í onkrum av teimum bókunum, har tú kanst finna eitt gott orð til hvønnn dagin í árinum, fann eg hetta orðið, sett til dagin í dag. Leita ikki eftir trupulleikunum. Lat teir leita eftir tær. Eitt gott orð á leiðini, nú tit fara út í eitt tað týdningarmesta yrkið í samfelaginum. Eitt gott lív í pdagogiskum arbeiði er heldur eingin sjálvfylgja, men tað hjálpir stórliga at taka avgerð um at liva tað góða pedagogalívi. Starvi er ein avbjóðing hvønn dag, men fá yrki í heiminum munnu, tá ið væl veit við, geva so nógv sum tað. Havi tí møguleikarnar í starvinum fyri eyga, sama hvat ið leikar á. Christian Matras skal fáa síðsta orðið. Tað er um opna sinnið í frælsari hvíld. Vit gera bestan fongin, tá vit einki vita av, tá drýpur í várt minni, tað løtan óvart gav, so vellir tað umsíðir, sum sevja upp í strá, og ger várt lív í evstum, ov frítt at fara frá. Hjartaliga til lukku. Pauli Nielsen Vit gera besta fongin, tá vit einki vita av Pauli Nielsen, rektari Jóannes Eidesgaard Hóast tey trý nú royna at billa okkum inn, at eitt nei merkir, at vit lima okkum inn í danska ríkið, so merk- ir eitt nei framvegis, at vit siga nei til teirra arbeiðs- ætlan fram til loysingina og als einki annað - og aftaná eitt rungandi nei kunnu vit fara undir eina nýggja sjálvstýristilgongd, sum byggir á sunna fornuft. Ikki tók tað meg av fót- um, at varaløgmaður Høgni Hoydal setti hol á sína ræðukampanju í sambandi við fólkaatkvøðuna, tá hann eftir veljarakanning- ina segði, at eitt skulu føroyingar vita, og tað er, at atkvøður ein meiriluti nei, so merkir tað, at vit innlima okkum inn í tað danska ríkið, og vit frásiga okkum okkara sjálvavgerðarrætt. Vit missa okkara rættindi, og eru als ikki til sum eitt fólk. Men tað, sum eg var stórliga bilsin yvir, var at hoyra, at bæði løgmaður Anfinn Kallsberg og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona høvdu tikið við læru frá varaløgmanni. Í kór søgdu tey nú øll trý, at eitt nei merkir eina inn- liman í danska ríkið við ongum sjálvsavgerðarrætti. Alt hetta botnar sjálvandi í tí teori, sum fyrst og fremst Zakarias Wang hev- ur havt við Bergen-sáttmál- anum og tí romantisku nið- urstøðu, at nú skulu vit hava ein tjóðfund, og for Guds skyld ikki mugu atkvøða um nakað, sum kann gera okkum til lim í danska ríkinum. Hetta hóast vit hava samtykt Heimastýrislógina á Føroya Løgtingi í 1948, og hóast vit høvdu eina fólkaat- kvøðu í 1953 um broyt- ingar í donsku grundlógini. Hetta var so teirra fyrsta ræðumynd, og vit kunnu uttan iva vænta okkum mangar slíkar. Men hesar ræða so ikki vanliga føroy- ingin. Eisini er hetta ein ótrúlig niðurgering av føroyska veljaranum. Halda tey veruliga, at veljarin ikki er meira at sær komin, enn at hann letur seg ræða av slíkum? Fyri hvørt mansbarn í Føroyum stendur tað sólar- klárt, at vit eru partur av danska ríkinum. Tí kann tað tykjast ikki sørt ør- kymlandi, at tríggir av fremstu politikkarum okk- ara halda tað øvugta. Ein kundi havt hug at spurt hesi trý, hvat so teirra trupul- leiki var, um vit ikki eru partur av danska ríkinum. Hvat stríðast tit tá fyri? Vit kundu vent øllum á og sagt, at um eitt nei merkir innliman í danska ríkið, so má eitt ja merkja ein útmelding úr danska ríkinum. Men hetta vil løgmaður als ikki góðtaka, tí sambært honum í somu samrøðu í útvarpinum, so er bert talan um eina til- gongd. Um eitt ja er so óskyldugt, hví er so eitt nei ikki eins óskyldugt, harra løgmaður? Fólkaatkvøðan snýr seg um eina arbeiðsætlan, sum teir ongantíð sjálvir náddu at koma í gongd við, men sum teir nú vilja áleggja komandi samgongum at útinna. Fólk skulu siga ja ella nei til teirra uppskot. Verður ein meiriluti fyri ja, so er bara at fara til verka fram til loysingina, men verður svarið eitt nei, sum tíbetur nógv bendur á, so verður støðan júst sum hon er nú, og vit kunnu tá velja eina nýggja leið í sjálv- stýrismálinum. At billa okkum inn, at um tað verður eitt nei, so verður støðan munandi broytt í mun til tað, hon er í dag, er tað reina vrøvl, sum vit als ikki skulu taka okk- um tyknir av. Vit verða hvørki fastari ella leysari partur av danska ríkinum av teirri grund. Eitt nei merkir politiskt, at sam- gongan verður sligin á nevið, og juridiskt merkir eitt nei status quo, t.v.s. alt verður, sum tað er. Í samband við uppskotið frá Sambandsflokkinum um eina vegleiðandi fólka- atkvøðu bað uttanlands- nevndin um eitt notat frá formanninum og skrivaran- um í grundlógarnevndnini um fólkaatkvøður. Har siga teir báðir, at ein fólka- atkvøða bert kann fremjast sum ein ja/nei atkvøða. Ikki sum ein alternativ atkvøða at taka dagar ímillum tvey ymisk uppskot. So spurn- ingurin í mei verður, um fólk venda tummulin upp ella niður til uppskot lands- stýrisins og einki annað. Ongan ræða tit við at siga, at eitt nei merkir, at vit gerast limir í danska ríkin- um, tí fyri føroyingar flest er hetta ein partur av okk- ara veruleika, sum er. Hvat merkir eitt ja, og hvat merkir eitt nei? VIÐMERKINGAR Helgi Abrahamsen Eftir eitt langt hjúnalag í viðgongd og mótgongd, sigur ein maður við konu sína, at hann nú vil skiljast frá henni. Tó hevur hann tað hugskot, at konan skal gjalda honum pening tey næstu 15 árini, fyri at tryggja, at hann ikki verður fyri “búskaparligum hótta- falli”. Hetta heldur konan ikki vera nakað gott hugskot. Í fyrsta lagi, biður hon mannin um ikki at fara, men um hann kortini fer, so kann hann fáa pening frá henni í í mestalagi 4 ár. Maðurin verður spinn- andi illur av hesum og sigur, at hann hevur rætt til pening í 15 ár. Hann krevur tí at fáa grannan við í samráðingarnar teirra millum. Men kon- an noktar fyri hesum, tí hetta eru innanhýsis viðurskifti, sum tey sjálvi eiga at klára. Olja sum pant Nakrar dagar seinni sig- ur maðurin, at hann nú hevur eitt nýtt hugskot. Hann ætlar at seta pen- ing í eina nýggja vinnu- grein, og skuldi tað hent, at hetta gav avkast, kann konan fáa peningin aftur um eini 15 ár. Verður einki avkast, skal hann eiga peningin. Men aftur sigur konan nei. Tað verða 4 ár og einki annað. Venda gongdini á høvdið Nú hevur maðurin aftur funnið eitt nýtt hugskot. Hesaferð skjýtur hann upp, at hann skal flyta heimanifrá beinanvegin, men sjálvur hjúnaskiln- aðurin skal ikki staðfest- ast fyrr enn ár 2012. Í hesi 11 árini skal hann kunna nýta hennara bankabøkur og hava at- gongd til hennara ognir (tí formliga er hon jú framvegis kona hans- ara). Men konan heldur fast við 4 ára skiftistíð við teirri grundgeving, at hetta í veruleikanum er hjúnarskilnaður frá fyrsta degi, hóast tað nú eitur nakað annað. Maðurin sigur har- afturímóti, at konan hevur misskilt tað heila, tí sjálvan hjúnaskilnaðin skal støða ikki takast til fyrr enn í 2012. Hann dylur tó ikki fyri, at hann eisini tá fer at halda fast við kravið um hjúnarskilna. Tá tey nú ikki kunnu semjast, sigur maðurin, at líkamikið hvør veru- leikin er, so ætlar hann at taka støðu út frá teirri fortreyt, at skiftistíðin verður 11 ár. Hann finst samstundis hvassliga at “ræðuherferðini” hjá konuni, sum hevur til endamáls at ræða hann frá at fara. Spurningurin er so: - Hevur konan rætt í tí, at talan veruliga er um hjúnarskilnað frá fyrsta degi? - Er konan órímilig, tí hon ikki vil gjalda manninum pening í 11 ár eftir at hann er farin heimanifrá? - Eigur maðurin, eftir at hann er fluttur, at hava somu rættindi heima hjá konuni grundað á, at tey ikki eru skyld? Hetta er í stuttum gongdin higartil í full- veldismálinum. Eivind Jacobsen Strendur Nú er dagurin fyri fólka- atkvøðu um loysing ásettur. Men hvat atkvøðast skal um er bert framlagt verbalt. Harumframt tykist ógreitt, hvat atkvøtt verður um. Onkur sigur 4 ára skiftistíð, meðan aðrir siga 12 ár. Nú koma vit til tað, eg havi upp á hjarta. Eg eri ein av teimum, sum skal leggja til rættis, hvussu almenn- ingurin skal kunnast best møguligt. Tó havi eg ógvu- liga trupult við at fáa skil á útmeldingarnar frá Løg- monnunum báðum. Hevði ongantíð vænta annað enn at Løgmaður skifti meining fleiri ferðir um dagin, og tí setti eg mítt álit á Vara- løgmann. Men eg má við- urkenna, at hann vinglar um møguligt enn meira enn Løgmaður. Fyrst legði Høgni út við, at 7 mió. Skuldu brúkast til upplýsing. Síðan er hetta broytt til 1-2 mió. Hvar er trúvirði Høgni? Fyrsta uppskotið nevndi upplýsing til felagsskapir. Vit hava í dag bert ein ella tveir slíkar og báðir ganga inn fyri fullveldi. Nú er uppskotið broytt til, at bert verandi felagsskapir kunnu fáa stuðul. Hetta sigur Høgni verða rætt og rímu- ligt. Hetta má so verða hansara tulking av hvat er rætt og rímuligt. Ella sum hann plagar at siga. Seriøst uppskot! Slík argumenta- tión trúði eg fór í søguna, tá komunisman fall. Målet helliger midlet Í gjár hoyrdu vit av tingsins røðarapalli, at uppskot um politiska upplýsing fyrst skuldi viðgerast av sam- gonguni, áðrenn tað kom í tingið. Hetta er beint ímóti vanligari mannagongd. Vit kunnu ikki siga annað enn at talan er um rættvísa og demokratiska viðger!? Samgongan ger sum hon finnur fyri gott. Målet helliger midlet. Er hetta tað, sum Høgni kallar demokrati?? Tað sigur okk- um nakað um mannin. Fyri hvønn dag sum gongur, læra vit mannin betri og betri at kenna. Hóast Høgni ikki skilur aðra hugsan enn sína egnu, fari eg at heita á hann um at royna at skilja okkum. Fyri at vit kunnu leggja eina skilagóða ætlan til rættis, er neyðugt at vit vita, hvat atkvøðast skal um í øllum smálutum. T.d. er munur á 4 og 12 ára skiftistíð. Har- umframt er neyðugt at vit vita, hvussu nógvar pengar vit fáa til politiska upp- lýsing. Feðgar á ferð Vit ynskja eisini at vita um politiskir áhugabólkar kunnu fáa pengar. Hetta fyri at vit kunnu vita, um pápi okkara kann fáa stuðul til sín dreym um ein sosialistiskan stat. Nú vit eru seriøsir og tosa um at alt skal vera líka, vilja vit boða frá, at bert 50% til ja og 50% til nei síðurnar í politikki kann roknast sum seriøst og demokratist. Ja síðan sendur jú faldarar út sum landskassin betalur. Er tað upplýsing á jøvnum føti? Vit kalla hetta propa- ganda. Okkum tørvar tíð til fyrireiking. Tí kann tað ikki góðtakast, at hetta dregur út. Sum støðan er í dag meti eg, at tað er orsøk til at halda, at alt verður gjørt við beráddum huga, fyri at fáa fyrimunir til ja síðuna. Upplýsandi misvísing Loysingin er sum ein hjúnarskilnaður