mikudagur 14. februar 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 14. februar 2001
19
gult cyan magenta svart
18
Nr. 31 - 14. februar 2001
gult cyan magenta svart
VIÐMERKINGAR
Jógvan Adolf
Johannessen
Tað var ikki sørt, at eg –
fyrst í hesum mánaðinum –
við áhuga setti meg at
hyggja og lurta eftir hesum
miklu stórmenskum, sum
skuldu greiða okkum van-
ligu
føroyingum
frá,
hvussu vit skuldu bera
okkum at fyri at røkka
teirra glæsiliga dreymi um
føroyskt fullveldi.
Men hóast eg ikki hevði
væntað stórvegis av nýggj-
um, so mátti eg kortini á-
sanna, at eg hevði ikki
væntað so syndarliga lítið.
Hóast løgmaður á sín
vanliga stillføra hátt – tí so-
leiðis kenni eg hann –
royndi sítt besta, so var tað
týðiligt at síggja, at tað var
ein hart kroystur maður,
sum bar fram hugsjónina
um føroyskt fullveldi.
Eg undraðist eitt sindur,
tí soleiðis kenni eg ikki løg-
mann. Men skjótt fekk eg
sjón fyri søgn. – Og tá
mátti eg ásanna, at tað í
grundini als ikki var so
løgið, at løgmaður sá so
kroystur út, tí brádliga sást
á skíggjanum kjarnin av
heldur illbrýntum tjóðveld-
ishetjum.
Sum kunnugt hevur tjóð-
veldisflokkurin tikið sær
einarætt og roynt at billa
fólki inn um tað sjáldsama
frælsi, sum innan býr í
teirra sjáldsomu hjørtum.
Men tíverri eru hasi
hjørtuni annaðhvørt út-
brend og vorðin øska, ella
hevur ongatíð verið rúm
fyri nøkrum veruligum
mannafrælsi í teirra sjáld-
somu hjørtum – tí har er í
hvussu so er einki nú. Nei,
har er ísakalt.
Vert var eisini at geva
gætur eftir, at umframt
frammøttu tjóðveldisum-
boðini vóru eingi umboð
frá hinum báðum sam-
gonguflokkunum, og tað
skulu teir eiga tøkk fyri. So
stendur kanska ikki so illa
til – hóast alt!
Men tað var eisini annað,
sum var áhugavert at síggja
og hoyra. Høgrumegin –
undir liðini á løgmanni –
sat hon, sum umboðar hin
sonevnda sjálvstýrisflokkin
í føroyskum politikki, við
einum skeivum brosi. Tó,
tað var eisini eyðsýnt, at
heldur ikki hon kendi seg
væl – og fyrr var illa!
Tað má sanniliga vera ein
herskin biti at svølgja, at
hon skal hava leitt hin ann-
ars so hóvliga flokkin út á
villar víddir, haðani tað ikki
er vendandi aftur. Jú, sanni-
liga – mangt umskiftist á
mansins ævi. Tað var veru-
liga eitt mistak, at javnaðar-
flokkurin blásti nýtt lív í
nasargluggarnar á tí flokki,
sum var steindeyður, tí
lønin hevur verið syndarlig.
Men nú siga veljarakann-
ingar, at tað ikki býðir
bøtur, og tað ger heldur
einki, um hann hvørvur úr
føroyskum politikki. Í nú-
verandi løiki ger hann meiri
skaða enn gagn.
Undir vinstru lið løg-
mans sat hin – í orðsins
sanna týdningi – rótfør-
oyski landsstýrismaðurin
Høgni Hoydal følin og ná-
bleikur og royndi at greiða
frá hvussu vit vanligu før-
oyingar skuldu hava tað, tá
vit náddu hansara gylta
dreymi – føroyskum full-
veldi.
Men vit, sum minnast eitt
sindur longur aftur í tíðina,
vita hvussu lítið hald hevur
verið í teimum forsøgnum,
sum eru komnar frá tí
flokki, sum hann nú um-
boðar
í
landsstýrinum.
Høvdu tær forsagnirnar
verið fylgdar, hevði tað av
sonnum verið ein glæsilig
støða í hesum landi, sum
vit eru nógv betri við enn
tjóðveldisflokkurin
sum
við sínum fanatiska hatri
mótvegis dønum, ið annars
ber brá av einari ótamdari
undirlutakenslu, eiga at
halda okkum langt burtur
frá.
Jú, sanniliga var hetta ein
ógvuliga sigandi løta. Før-
oyingar fingu at vita frá
hesum trimum, at vit høvdu
havt avlop í landskassa-
roknskapinum hesi seinastu
árini, men vit fingu eisini at
vita, at hetta avlopið var
lagt til viks fyri at fíggja tað
komandi fullveldið.
Tað kann av sonnum sig-
ast, at landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum situr – eins
og hann eisini á sinni boð-
aði frá – ógvuliga tungt
oman á landskassalokinum,
tí ístaðin fyri at byggja
landið út, har stórur tørvur
er á, skal peningurin nýtast
til at fíggja tað glæsiliga
fullveldið, sum samgongan
droymir um skal gerast
veruleiki um eini tíggju ár.
Tá kemur í hvussu so er
eingin nýggj útbygging í
Føroyum.
Men einum nýtast vit
ikki at ivast í, og tað er, at
livifóturin fer at lækka
munandi. Men tað leggja
fullveldisfólkini helst einki
í, tí tá ið á stendur eru
mong av teimum, sum
hóast løgnar kenslur mót-
vegis dønum, tey fyrstu
sum leita sær til Danmark-
ar.
Men, tá ið vit hava kvett
bondini, er tað ikki sjálv-
sagt, at danir vilja hýsa
teimum.
Eg kann hóast alt umbera
mong av teimum, sum nú
geyla um fullveldi, tí tey
vóru ikki til, tá ið fólkaat-
kvøðan fór fram í 1946.
Men vit, sum minnast eitt
sindur av tí levnaði, sum
var um tað mundið, minn-
ast eisini, at sagt varð at
Føroyar taldust millum
ríkastu lond í heiminum.
Glæstrimyndirnar vóru
stásiligar, men tíbetur kom
loysingin ikki í lag, tí tað
høvdu av sonnum verið
einar hugnaligar Føroyar
um so hevði verið.
Tað var kortini ein úr
fólkaflokkijnum, sum tókt-
ist at ivast í hvussu rætt tað
var at kvetta bondini við
Danmørk, og tað var Tór-
stein Petersen sáli, sum var
stjóri í Sjóvinnubankanum.
Hann mælti føroyingum til
at atkvøða nei.
Tað vardu bert fá ár, so
vóru allar mió., sum teir
loysingarsinnaðu
høvdu
reypað av, burtur sum døgg
fyri sól – og í 1950 legðist
hin áður so málreysti og
eggjandi fólkaflokkurin seg
at durva í føvninginum á
sambandinum, og har lá
hann í átta ár.
Úrslitið varð, at Føroyar
komu í eina tílíka støðu, at
eg havi ikki orð fyri tí.
Einir 2500-3000 føroyingar
royndu at fáa sær vinnu við
íslendskum, norskum, týsk-
um og bretskum fiskiførum
ella á landi í Íslandi, tí í
Føroyum fór tað mesta av
knóranum. Men hetta tykj-
ast núverandi loysingar-
hetjur at hava gloymt, tí tær
hava jú eitt serligt slag av
frælsi í teirra serligu hjørt-
um!
Men hetta, sum áður er
nevnt, var ikki alt, tí sama
samgongan steðgaði allari
havna- og vegagerð, meðan
hon sat við róðrið. Tá var
ikki stórvegis gabb av tí
áður so eggjandi fólka-
flokkinum, tí tað hevði
sanniliga verið ein eiggilig
støða í Føroyum, um landið
hevði fingið sjálvstýri í
1946!
Tað skal kortini sigast
fleiri av teimum, sum róptu
harðast um loysing í 1946
til rós, at teir seinni við-
gingu, at teir vóru vill-
leiddir av ávísum oddafisk-
um, og at tað aldri hevði
komið teimum til hugs at
gjørt tað aftur. Tøkk skulu
teir hava fyri tað.
Og føroyingar eiga at
vita, at tað er ikki einans í
sermerktum
tjóðveldis-
hjørtum, at alskur til Føroy-
ar – og alt tað góða sum
føroyskt er – býr. Eg fari tí
at heita á Føroya fólk um at
vísa hesum breggjandi – í
egnum hugaheimi – hetj-
um, at tær kunnu hava sínar
bronglaðu hugsjónir fyri
seg sjálvar!
Tað er jú so sera lætt at
vera úrmælingur oman fyri
hálsvølin!
Úrmælingar oman fyri
hálsvølin!
Eilif Samuelsen
11-02-01
Tey flestu munnu vera á
einum máli um, at upp-
runaliga fullveldisætl-
anin hjá hesari sam-
gonguni er kollsigld. Or-
søkin er tann einfalda, at
projektið hjá landsstýr-
ismanninum í fullveld-
ismálum um at sleppa at
proklamera fullveldið
beinanvegin, men lata
fremjanina av fullveld-
inum bíða til einaferð í
eini ókendari framtíð,
var heilt einfalt ikki
burðardygt.
Fyri
at
bjarga snøklunum av tí
stóra dreyminum hava
teir verið noyddir at
ganga ta eyðmýkjandi
kanossagongdina at gera
eitt uppskot til fólkaat
kvøðuna, sum skal eitast
at liggja innan fyri
Heimastýriskarmarnar.
Lágt má hann lúta, ið
høsnarass skal kyssa.
Men fólkið veit, at
eingin uttan Sambands-
flokkurin og Javnaðar-
flokkurin eru førir fyri at
gera eina líkinda avtalu
við donsku stjórnina,
sum er innan fyri karm-
arnar av ríkisfelagsskap-
inum. At lata slíkt upp í
hendurnar á Tjóðveldis-
flokkinum og Fólka-
flokkinum er framman-
undan dømt til at mis-
eydnast, tí teir hava
stikni til bæði heima-
stýrislóg og ríkisfelags-
skap.
Fullveldisfólk
hava
hildið seg havt funnið út
av nøkrum heilt ótrúliga
genialum, nevniliga at
danir ikki vilja av við
Føroyar. Sjálvandi vilja
teir ikki uttan svørðsslag
av við nakað, sum hevur
hoyrt upp í Danmarkar
ríki í 600 ár. Tað gera
teir heldur ikki til nakað
dulsmál. Við sínari út-
melding nú um dagarnar
vildi danska stjórnin
gera greitt, at velja før-
oyingar
loysing
við
fólkaatkvøðuna, so hava
teir tikið grundarlagið
undir
ríkisveitingini
burtur, og hon verður
avviklað eftir fýra árum.
Sama áramál tekur tað
helst at avvikla felags-
skapin. Ríkisveitingin
hongur saman við ríkis-
felagsskapinum.
Siga
føroyingar ríkisfelags-
skapin upp her og nú, so
heldur
ríkisveitingin
uppat her og nú. Tað
liggur eingin hóttan ella
ræðan í hesum.Tað er
logikkur og konsekvens-
ur á byrjanarstigi.
Tann størsti parturin
av Føroya fólki veit og
viðurkennir, at føroyska
samfelagið er ikki búgv-
ið til at taka fullveldi.
Tað veit landsstýrismað-
urin í fullveldismálum
og hansara samgongu-
partnarar eisini. Tí taka
tey
ikki
fullveldið
treytaleyst. Og tí eru tey
eisini komin aftur sum
av torvheiðum, tá ið tey
hava verið niðri og bidda
danir um at gjalda fyri,
at tey kunnu kalla Før-
oyar fyri eitt fullveldis-
ríki. Eingin tilkomin
føroyingur er so naivur,
at hann ikki skilir, hví
danir nokta fyri slíkum.
Sambandsflokkurin
og
Javnaðarflokkurin
hava eitt alternativ til
tann utopiska fullveldis-
dreymin. Teir eru fúsir at
gera tær stjórnarligu
broytingarnar í viður-
skiftunum Føroya og
Danmarkar
ímillum,
sum gevur okkum rúm-
ari ræsur fyri sjálvsav-
gerðarrætti, men sum
væl at merkja tryggja
føroyska fólkinum, at
livilíkindini og virkis-
møguleikarnir
fram-
haldandi
gera
hetta
landið til eitt tað besta í
heiminum at búgva í. Tí
siga vit kortanei til
landsstýrisuppskotið.
Kortanei
í mai
TÍÐINDASKRIV
Norðurlandahúsið
Í dag kl. 17.00 letur upp
myndlistaframsýningin
»Millum himmal og jørð«
hjá Bodil Kaalund, Dan-
mark.
Bodil
Kaalund,
fødd
1930 er málari, grafikari,
tekstillistakvinna og rithøv-
undur. Hevur útbúgving
frá Kunstakademinum í
Keypmannahavn
1950-
1954 og hevur eisini gingið
á øðrum skúla/skúlum fyri
málarar.
Hon hevur ferðast nógv
og arbeitt bæði í Norðan-
londum og í Europa, eins
hon hevur fingið fleiri
stipendium og legat.
Bodil Kaalund hevur
havt nógvar framsýningar
bæði í Danmark og aðra-
staðni í Norðanlondum.
Hon hevur málað fleiri
altartalvur.
Myndaframsýning
Millum himmal og jørð
Birgir Mohr,
Sandi
Fullveldissamgongan hevur
skjótt sitið í Tinganesi í trý
ár, men ikki er nakað full-
veldi í eygsjón enn. Sjálv-
stýrissamgongan frá 60-
unum yvirtók jólaheilsanir-
nar, fullveldissamgongan
hevur einki yvirtikið. Hvør
man vera í desperatión nú?
Áðrenn fullveldisfólkini
fóru til Danmarkar og eftir
tað spáddi andstøðan og
onnur fólk við hvat fór at
henda, og danskir politikar-
ar søgdu frá, meðan sam-
gonguleiðarar – einamest
tann eini – og teirra rygg-
klapparar kravdu »alt ella
einki«-politikkin framdan.
Hvør fekk rætt? Andstøðu-
flokkarnir hava ikki broytt
politikk, teir hava somu
støðu, men samgonguleið-
ararnir vóru noyddir at
broyta bæði støðu og fram-
ferðarhátt, tí úrslitið higar-
til er: EINKI. Tingformað-
ur fólkafloksins segði tað
so gott, teir sigldu á land
tríggjar ferðir. Er sam-
gongan nú við at sigla á
land fyri fjórðu og seinastu
ferð?
Og ger tað nakað út frá
okkara sjónarmiði? Svarið
er ja, tað ger tað, tí óhapp-
ini og skommin raka ikki
bert samgongufólk, men alt
Føroya fólk – eisini teir
nógvu føroyingarnar í Dan-
mark. Og hetta er óneyð-
ugt, tí aðrir hóvligari og
skilabetri vegir eru at
ganga.
Spurningurin er so, um
hetta, ið nú skal koma á
borðið, er tann mest trygga,
tann skilabesta, tann greið-
asta útmeldingin, sum er
yvireins við fólkastýrið, við
demokratiið og norrøna
siðvenju, harvið ein poli-
tikkur, sum stórur meiriluti
av okkara føroyingum ótta-
leysir kunnu taka undir
við?
Ryggklapparar, sum til
dømis Zakarias Vang og
Jógvan Sundstein fyri at
nevna tveir kendar menn,
teir eru als ikki eftirfarandi,
aleina av teirri orsøk, at teir
søgdu tað fyrra uppskotið
vera tað einasta rætta og
besta. Tað øvugta er nú
prógvað.
Eru løgmaður og vara-
løgmaður meira trúverdigir
nú enn fyrru ferð? Eg ivist.
Eg haldi bæði løgmaður og
landsstýriskvinnan
hava
latið seg og teirra flokkar
draga av varaløgmanni til
»alt ella einki«-politikkin
hjá
tjóðveldismonnum,
sum
er
órealistiskur,
ótryggur,
provokerandi,
men als ikki semjuøkjandi í
hesum máli.
Vit noyðast at fyrihalda
okkum til tað, sum danska
stjórnin
og
fólkatingið
bjóða okkum, ístaðin fyri
bert at provokera Danmark.
Og her er ótryggleikin
beinanvegin til staðar, óan-
sæð hvat løgmaður sigur, tí
tveir partar verða um at
broyta heimastýrislógina
og avgera, hvat har kemur
at standa. Hvussu verður, tá
vit onga krónu fáa úr Dan-
mark um fýra ár? Vit hava
bestu búskaparligu umstøð-
ur nakrantíð í dag, men
hava ikki ráð til neyðugu
ábøtur á nærum øllum sam-
felagsøkjum, umframt stór-
an íløgutørv? Hvør skal
gjalda írestandi?
Búskaparfrøðingar siga,
at vit fáa stórar fíggjarligar
avleiðingar av hesum poli-
tikki. Statsaut. grannskoð-
arar, magistarar og teirra
líkar (tað liggur einki per-
sónligt í til hesar nevndu),
teir skulu nokk klára seg,
men tann vanligi føroying-
urin – løntakarin, palleba
og marsanna, sum hava
goldið gildið einaferð, tey
fara aftur at gjalda í stóran
mun. Tí eru fólk ótrygg,
ørkymlað og ivasom!
Eg eri ikki samdur við
Signari Heinesen í øllum,
men vóni sum hann, at
føroyingar atkvøða við skili
og ikki »upp á tross« og tað
verður eitt greitt svar, so-
leiðis at avgerðin kann geva
eina varandi loysn á hesum
málinum, men eg frykti fyri
tað verður ikki so við tí
ætlan, sum nú skal koma á
borðið.
Og tað er ólukkuligt fyri
Føroya fólk og fyri Føroya
land, tí sum løgtingsmað-
urin Jenis av Rana sigur
tað, at nú eiga vit at fáa eina
breiða semju og harvið eina
varandi loysn á hesum stóra
máli. Er ikki breið semja
um hendan politikkin, so
fara komandi løgting aftur
at broyta og nýta harvið
alla tíðina til hetta mál, so
samfelagsmálini
annars
liggja í órøkt, sum vit
kenna tað frá hesum val-
skeiðinum.
At selja almennar ognir
verður løtuvinningur og
mátti kenst onkrum politik-
ara svárt, og ikki minni fyri
nógvar føroyingar, tí helst
endar alt á útlendskum
hondum. Longur røkkur so
tjóðarstoltleikin hjá summ-
um politikarum ikki?
Eg veit ikki, um tað ber
til at broyta uppskotið nú so
mikið, at eisini andstøðan
kann taka undir við tí – ella
í hvussu er størri partur av
andstøðuni? Antin
ein
broyting í landsstýrinum
ella í løgtingsins uttan-
landsnevnd? Ella er alt ov
seint nú? Er álitið heilt
burtur nú?
Tað mest ógreiða er mál-
ið um, hvat skal henda ár
2012. Takið tí alt tað burtur
úr uppskotinum. Tað hava
nógv her ilt við at skilja, og
danir hava skilt hetta øðr-
vísi enn samgongufólkini.
Eftir verða so orðingarnar
um yvirtøkur og minkan av
blokkinum eftir at telvast
um, ja og kanska áramálið,
sum átti at verið minst 15
ár.
Tað ringasta er ein støða,
sum deilir okkum føroying-
ar í tveir umleið líka stórar
partar. Semja er møgulig,
semja hevði verið verdug.
Semja hevði givið okkum
styrkið.
»Alt ella einki«-politikk-
urin er skeivur í slíkum
stórmáli, har tað er fram-
tíðarstøða Føroya og lívs-
virði føroyinga telvað verð-
ur um. Bert ein avgerð við
stórum meiriluta av Føroya
fólki – 2/3 – 3/4 – er eitt
nøktandi úrslit til slíkar av-
gerðir.
Sum tað sær út í løtuni,
so koma vit í eina ólukku-
liga støðu, sum ikki ber
framyvir, men verður broytt
aftur av skiftandi meirilut-
um á løgtingi. Álvaratos,
tað kann ikki vera meining-
in, tað er óverdugt.
VIÐMERKINGAR
»Alt ella einki«-politikkurin
ber ikki á mál!
Sofus Strøm,
Finn Thomsen,
Súsanna
Bertholdsen,
Jónsvein Hovgaard,
Alvi Mortensen,
Jacobina
Thorsteinsson
Fyri
stuttum
royndi
Jørgin Niclasen at billa
fólki inn, at MRCC-
støðin, sum allir aðrir
stovnar, bert kundi vera
í Havn.
Men
tíbetur
slapp hann ikki so lætt,
við tað at serkønur á
økinum
mótprógvaði
hesum.
Í síðstu viku segði
Halgir Winther Poulsen,
advokatur, í viðtalu við
Sosialin, at hann ikki
kendi til, at partar av
einum landi tóku loysing
frá einum øðrum og helt,
at hetta ikki bar til.
Halgir er sum flestu po-
litikararnir. Hann sleing-
ir um seg við orðum
setningum, sum bert
hava til endamáls at vill-
leiða fólk. Men so lætt
eigur eingin at sleppa.
Vit roknaðu við, at ein
løgfrøðingur
kunnaði
seg um málið, áðrenn
hann á ljótan hátt niður-
gjørdi
suðuroyingar.
Nei, Halgir, hesin fyri-
spurningur var ikki ætl-
aður sum skemt, men
var meintur í ramasta
álvara.
At ætlanin ikki liggur
so langt frá veruleikan-
um, kunnu niðanfyri-
standandi dømi tala fyri:
Her eru nøkur dømi:
1) Tá Komoroyar
–
millum Madagaskar og
Afrika – loystu frá Frak-
landi í 1975, fylgdi
syðra helvt ikki við. Á
syðru helvt, sum í dag
eitur Mayotté, er støðan
góð. Politiskt er støðan
trygt demokrati, eins og
tað gongur væl búskap-
arliga. Hetta kann tíverri
ikki sigast at vera støðan
á norðaru helvt. Har er
skilið vánaligt, diktatur
er og búskaparliga eru
viðurskifti ring. So ringt
er skilið, at íbúgvar á
Komoroyum í dag vilja
vága nógv fyri at sleppa
til syðru helvt.
2) Arabarar eru sundur
í sera mongum ríkjum.
3) Tá granni okra Írland
fekk fullveldi í 1923,
fylgdi Norðurírland ikki
við.
4) Í syðra parti av Afrika
var bretska hjálandið
Rhodesia. Í 1964 loysti
norðari partur og fekk
navnið Sambia. Í 1965
lýsti Ian Smith Suður-
rhodesia leyst av Ong-
landi og stýrdi landin-
um, til hann fall í 1980,
tá landið fekk navnið
Simbabve. Bæði londini
eru í dag sjálvstøðug
ríki.
5) Í 1864 tók Týskland í
kríggi við Danmark alt
hertugadømið Slesvík. Í
1920 atkvøddi norðari
helmingur seg aftur til
Danmarkar.
Í stremban okkara eft-
ir einum samfelag, sum
er fyri øll, vóna vit ikki,
at fleiri serfrøðingar fara
at fylgja í fótasporunum
hjá Halgir W. Poulsen,
løgfrøðingi.
Viðmerking til villl-
leiðandi viðmerking
frá løgfrøðingi
Manne Persson
Í bløðunum leygardagin
hevði framstandandi javn-
aðarmaðurin Johan Sam-
uelsen eina áleypandi grein
á tjóðveldisfólk. Greinin
hevði heitið: Kommunist-
iskir vegleiðarar — boðar
ikki frá góðum.
Greinin
hevur
tann
boðskapin,
at
fólkini
aftanfyri
ja-kampanjuna
eru kommunistar..
Men Johan, mær vitandi
situr bert ein tingmaður í
dag, sum sjálvur hevur út-
nevnt seg sum kommunist.
Hesin
er
javnaðarting-
maðurin Hans Pauli Strøm.
Tað gjørdi hann m.a. í
Framanum nr. 1 í 1979 á
aftastu síðu. HPS sat í
blaðstjórnini á Framanum.
Eftir hvat teir sjálvir søgdu,
so var Framin politiskt
tíðarrit fyri sosialismu og
sjálvstýri, sum føroyskir
sosialistar góvu út. Víðari
stendur, at :
” Føroyskir sosialistar”
virka fyri stovnseting av
føroyskum sosialistiskum
Tjóðveldi, sum er tann
grundvøllur
klassaleysa
kommunistiska samfelagið
skal byggjast á.
Hendan
tingmannin
halda tit so nógv av, at tit
hava sett hann í Uttan-
landsnevndina og Grund-
lógarnevndina. Tvær sera
tungar nevndir, sum eftir
tínari hugsan ikki skuldi
verið heimabeiti hjá slíkum
persónum. Eisini hava tit
sett HPS at verða hug-
m y n d a f r ø ð i l i g a n
eftirlitsmann á Sosialinum
(smb. fyrrverandi blað-
fólki).
Ein annan av sama slagi
hava tit valt tykkum til
næstformann í flokkinum.
Tí haldi eg, at Johan heldur
skuldi óttast sín egna flokk
enn Tjóðveldisflokkin.
Vilt tú hava skjala-
goymslurnar eystanfyri
kannaðar, bið so Hans
Paula leggja uppskotið
fram.
Ikki tí, eg haldi ikki, at
hesir tú fert so illa við Jo-
han, hava roynst samfelag-
num so illa. Tað vóru ikki
teir, sum rendu samfelagið
á heysin. Teir vóru heldur
ikki studningsbarónar ella
tóku ímóti hundraðtúsund-
tals skattafríum krónum
fyri at verða valdir í suðri
og búgva í Havn. Alt í alt
hevur hetta verið hampa-
fólk og góðir samfelags-
borgarar.
Johan speirekur eisini
fylkingina- Fólk fyri friði- ,
sum eisini hýsti mongum
góðum
javnaðarmanni.
Boðskapur teirra var hin
sami, sum stóð á papp-
tallerkunum,
sum
m.a.
Hans Pauli tveitti omanyvir
danskar sosialdemokratar í
Fólkatinginum á sinni.
Johan sigur eisini: ”
Hóast vit øll onnur vistu
hvørjir ræðuleikar valdaðu
í kommunistisku londunum
fyri eystan_..” . Men Johan,
tá tit javnaðarmenn vóru
vitandi um hetta, hvat
gjørdu tit so við tað. Upp-
søgdu tit handilsavtalur og
fiskivinnuavtalur, ella lótu
tit bara standa til?
Nú er Johan ikki hvør
sum helst í Javnaðarflokk-
inum. Hann røkir mong
álitisstørv fyri flokkin. Er
hetta, hann skrivar menn-
iskjasýnið og tollyndið í
flokkinum, so eiga fólk at
hugsa seg fleiri ferðir um,
áðrenn tey seta krossin
26.mai.
Skrivandi javnaðarfólk
eiga at seta sær sjálvum
eins hørð krøv, sum teir
seta øðrum.
PS: Heldur tú at Hans Pauli
hevði fingið visum til
USA,
nú
Grundlógar-
nevndin fer hagar?
til Johan Samuelsen:
Hann, ið ósekur er…