fríggjadagur 16. februar 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 16. februar 2007
15
Dagurin
17. februar. Finandus,
deyður ár 603. Írskur
abbati í kleystrinum
Cloneenagh í Írlandi.
18. februar. Concordia,
deyð umleið ár 250.
Lítið kend halgikona í
fornkirkjuni.
19. februar. Ammon,
deyður umleið ár 250. Var
ein av teimum rómversku
hermonnunum, sum við at
síggja dirvi og trúarvissu
teirra kristnu, sjálvur
gjørdist kristin og varð
tikin av døgum.
95 ár
Føstulávintsmánadag
fyllir Petra Samuelsen
í Havn 95 ár. Dagurin
verður hildin saman við
børnum, ommubørnum
og langommubørnum
nøvn
Í sambandi við eina fram
sýning sum verður á ólavsøku
í ár í gamla realskúlanum í
Havn leitar Jórunn Dánials
dóttir eftir myndum av
lærarum og mæmingum
í “Færøernes Mellem- og
Realskole” í tíðarskeiðnum
1916 til 1966.
Jórunn heitir á tey, sum
eiga myndir frá hesum tíðar
skeiði, um at ringja til sín
á tel. 316024 ella 226024.
Myndirnar kunnu eisini
latast inn ”navnmerktar” í
Wrangler Shop í N. Finsens
gøtu 23 (tel. 314710).
Færøernes Mellem- og Realskole:
Realskúlaprógv í 1916
Hesi tóku realskúlaprógv í 1916. Aftara rað f.v.: Grøni-Marni, Danmark, Anton Djurhuus, Kollafjørður, Knud Nygaard,
Martin Djurhuus, Tórshavn, og Evald Arge Tórshavn. Fremra rað f.v.: Jacob Jacobsen, Tórshavn, Haraldina, Vestmanna (gift til
Hoyvíkar), Lina á lag, Tórshavn, og Jørgen Frants Jacobsen, Tórshavn. Aftan fyri á myndini stendur ”Tórshavn, tann 20. juli 1916,
Realeksamen”. Um onkur hevur okkurt at viðmerkja í samband við hesa myndina, eru tey vælkomin at kontakta Jórunn.
Myndaeigari: Liss Rasmussen
Leygardagin 17. februar
letur listaframsýning upp
í Smiðjuni í Lítluvík. Tað
er listamaðurin Helgi Mid
jord úr Fuglafirði, sum
fer at sýna fram 16 olju
málningar, ið hann hevur
málað nú í heyst og vetur.
Til ferniseringina, sum
verður leygardagin kl. 16,
verður fólkatónleikur og
klassiskur tónleikur eisini
at hoyra.
Hjá Helga gera tær listar
ligu gávurnar seg nevniliga
eisini galdandi innan tón
leikin, so Helgi fer sjálvur
at syngja og spæla nøkur
løg, og harafturat fer Niels
Midjord eisini at framføra
nøkur løg.
Møguleiki er at síggja
málningarnar hjá Helga
til og við mikudagin 21.
februar, tá framsýningin
endar.
Helgi Midjord
í Smiðjuni
Tað var ikki fyrrenn, at hann í viku
skiftinum hevði lítla tøkk í blaðnum,
at vit gáaðu um, at vinmaðurin, Jógvan
Michael Matras, á pálsmessu, 25.
januar, fór um tey 70. Tá var hann í
Danmark hjá systrini.
Í huga og verki er tað einki, sum
boðar frá, at Michael er komin so
høgt upp í árini.
Michael er ættaður úr Klaksvík,
men hevur djúpar røtur norður til
Viðareiðis, ið hann eisini kennir sum
sína heimbygd og altíð hevur vitjað og
vitjar nógv. Foreldrini vóru bæði av
Viðareiði. Pápin var Guttorm, sum var
ættaður av Brekkumørk, og mamman
var Elin Margretha fødd Joensen hjá
Dala og ættað uppi við Garð.
Elin og Guttormur búsettust á
Stongum, og tey fingu trý børn: Anna
Elisabeth (1931), Bjarni (1934) og
Michael (1937). Anna Elisabeth býr
í Keypmannahavn, og Bjarni búði í
Klaksvík. Nú eru longu fleiri ár síðani,
at hann flutti foldum frá.
Eftir millumskúlan og realprógvið
í Klaksvík fór Michael til Havnar, har
hann leyk matematiskt studentsprógv
í 1958. Eftir vikarstarv í heimbygdini
fór Michael á Læraraskúlan, har hann
tók prógv í 1962.
Í 1963 gjørdist Michael lærari í
Klaksvík, og har tænti hann – burtur
sæð frá árunum tá ið hann var undir
eftirútbúgving - inntil hann 1. aug
ust í 1997 fór úr starvi. Michael var
deildarleiðari í Skúlanum við Ósánna
1976-80 og varaskúlastjóri í Skúlanum
við Ósánna 1980-97. Eitt árið var hann
settur skúlastjóri.
Michael var nærlagdur og dugna
ligur lærari. Hann var ein av teimum,
sum støðugt var undir útbúgving,
bæði heima á landi og í Keypmanna
havn. Longu meðan hann var undir
læraralestri í høvuðsstaðnum, var
Michael hjálparmaður á Náttúru
gripasavninum og hjálparmaður í
jarðfrøðiliga kortleggingararbeiðnum
í Norðoyggjum.
Royndirnar saman við fleiri av
fyrstu akademikarunum á Fróðskap
arsetrinum bóru við sær, at Michael
og fleiri av lærarajavnaldrum hansara
fingu so holla útbúgving, sum tað
skal leitast leingi eftir. Teir vóru
serfrøðingar í øllum millum fjals og
fjøru og í sjónum. Útbúgvingin og ikki
minst góða sambandið til Viðareiðis
munnu vera orsøkir til, at Michael er
sjáldsama kringur í móðurmálinum.
Michael hevur góðar skaldagávur,
og tað er ikki evnaleyst rímsmíð, ið
Michael havur lagt fyri dagin, tá hann
hevur yrkt til ymiskar merkisdagar.
Men slíkar gávur eru ikki fremmand í
ættini. Farbróðurin var Chr. Matras.
Michael var býráðslimur fyri
javnaðarflokkin 1977-1980, tá ið hann
ikki stillaði uppaftur. Hann var skriv
ari í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
1970-1973, eitt skifti nevndarlimur í
KÍ og fyrst í seksti árunum skótaleiðari
í Skótaliði Nólsoyar Pálls, sum hann
altíð hevur havt sera stóran áhuga fyri
og tokka til.
Michael giftist 16. november 1963
við Torgerð fødd Johannesen. Tor
gerð vaks upp í Hoydølum hjá fastur
síni Hannu og Vilhelm Magnussen,
sum er kendur fyri sítt arbeiði at
útrudda tuberklarnar úr Føroyum.
Torgerð og Michael búsettust á
Stongum ella við Skáltavegin, sum
hesin bústaðurin nú verður nevndur.
Torgerð og Michael eiga tríggjar
dreingir: Kim, Guttormur og Vilhelm.
Teir búgva allir í Havn, og abbabørnini
hjá Michael eru Sissal og Brandur.
Fyri nøkrum árum síðani fluttu
Torgerð og Michael til Havnar, har
tey búgva á Frælsinum.
Michael hevur altíð havt serliga
stóran áhuga fyri seyði og seyðahaldi.
Hann hevur havt trøð, og tað hevur
verið satt balsam fyri hann at fáast
við landbúnaðin.
Nógvir ungdómar í Klaksvík lærdu
í seksti árunum Michael serliga væl
at kenna í Klaksvíkar Talvfelag, sum
hann endurstovnaði í 1967. Fyrst varð
telvað í skúlanum, seinni í ovastu hædd
í Føroya Banka, so í HF skúlanum og
eingin frøddist meiri enn Michael, tá
ið felagið flutti í húsini í Akursmørk.
Fyrstu árini hjá endurstovnaða talv
felagnum var mestsum bert talan um
“lokala” telving. Vestmanna og Havnin
vóru tá nógv tey sterkastu talvplássini
í Føroyum. Men telvingin í Klaksvík
mentist skjótt. FM sigrar felagsins
hava síðani verið mangir, bæði fyri lið
og einstaklingar. Eldsálir úr felagnum
hava eisini sett sær høg mál. Einaferð
fingu teir talvstórmeistaran Nicolic
(hann var nr. 5 á heimsstyrkilistanum)
at búsetast í Klaksvík, har hann var
venjari í nærum eitt ár. Og seinni
fingu teir ongan minni enn Kasparov
til Føroya.
Michael fylgir væl við í øllum,
sum gongur fyri seg í Klaksvík og
Norðoyggjum, og ikki minst, tá ið
ítróttartiltøk eru á skránni, er hann
fastur fúsur. Einki verður tikið frá
nøkrum, tá ið vit siga, at hjartabarnið
er talvfelagið. Tað er ikki so undarligt.
Michael stríddist og eigur avgerandi
lut í, at tað eydnaðist at fáa telvingina
og talvfelagið at koma fyri seg.
Hjartaliga tillukku góði frændi!
SJ
Michael Matras 70 ár