Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 • 16. - 18. februar 2007 Vikuskifti 15 Føroyski sjónleikarin Marita Dalsgaard spælir høvdsuleiklutin Marie Grubbe í sjónleikinum Marie- en lidenskabelig historie, sum í næstum vitjar í Norður­ landahúsinum og í Klaksík. Við í leikinum eru eisini Stanislav Sevcik m. a. kendur úr filminum “De grønne bude” og Peter Zhelder, hvørs rødd hvørt mans­ barn í Føroyum mann kenna frá teknifilmum. Leikurin hevur í fjør verið sýnd­ur um alt Danmark og er so vælumtóktur, at hann í ár er tikin upp aftur, og tað er í hesum sambandi, at tað hevur eyðnast Norðurlandahúsinum at fáa tríggjar sýningar í Føroyum. Í donsku fjølmiðlunum vóru ummælini av leikinum eina­stand­ andi góð. Randi K. Pedersen, Børneteater­ avisen skrivar undir yvirskriftini Glødende historieskrivning m.a: “Sikke et liv sikke en kær­ lighed! Men ingen ’Marie’ uden en overbevisende god skuespiller i den hundesvære rolle som Marie Grubbe. Det er hende, der skal sand­ synliggøre, hvordan Marie gennem et halvt århundrede fastholdt sin glødende sanselige tiltrækningskraft og selvsikre identitet. Hende, der skal give den spændende drønkulørte, historiske beretning om en adelsfrøkens opstigning og fald, dramatisk liv og troværdighed. Det kan Marita Dalsgaard ...” Í Jyllandsposten skrivar Henrik Lyding m. a.: “I Solveig Weinkouffs lydhøre og meddigtende iscenesættelse... Fint skildrer den sammenstødet melle fornuft og stive samfunds­ normer, men Marita Dalsgaard i overbevisende vekselspil mellem frodig passion og kontant afregning overfor Stanislav Sevciks søde og ungdommeligt forfjamskede Holberg...” Hugtakandi kvinnulagna Marie Grubbe var ein kvinna, hvørs lagna, síðani hon í 1643 var fødd við eini gullskeið í munni­ num og í 1718 var jarðað í einum posa, hevur hugtikið ein hóp av rithøvundum. M. a. Blicher, I. P. Jacobsen, H. C. Andersen og Ludvig Holberg. Ludvig Holberg hitti sum ungur, ta gomlu Marie Grubbe. Tað er hesin fundur millum Marie og Holberg, leikrithøv­ undurin Lærke Sanderhoff tekur støði, í leikinum “Marie - en lidenskabelig historie”. Marie er gomul og einsamøll, tá ið Holberg kemur at vitja hana, fyri at fáa hana til at siga sær frá síni lagnu. Marie tekur Holberg gjøgnum eitt touré de force av eini langnusøgu. Trý hjúnarløg, tað fyrsta við einum kongssoni og tað seinasta við einum fátækum húskalli. Ein søga um hvønn kostnað tað kann hava at velja kærleikan og frælsið, og kanska serliga hvønn kostnað tað kann hava ikki at gera tað. Leikurin verður spældur tann 19. februar kl. 20.00 í Fimleika­høllini í Ósáskúlanum í Klaksvík, og tann 20. og 21. februar í Norður­landa­ húsinum kl. 19.30. Leikurin varðar umleið 75 min. Tað kostar at velja kærleikan og frælsið Marie- en lidenskabelig historie: Leikurin um Marie Grubbe ein ein hugtakandi leikur um eina kvinnu­ lagnu. Ein søga um, hvønn kostnað tað kann hava at velja kærleikan og frælsið - og kanska serliga hvønn kostnað tað kann hava ikki at gera tað Sjónleikur Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo