fríggjadagur 16. februar 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 34 - 16. februar 2007
Stutt sagt
Skal viður-
kenna Ísrael
Amerikanska stjórnin
hevur gjørt palestinska
forsetanum, Mahmoud
Abbas, púra greitt, at
USA fer ikki at samstarva
við ta ætlaðu palestinsku
savningarstjórnina, fyrr
enn Hamas viðurkennir
ísraelska ríkið. Pale
stinskir talsmenn søgdu í
gjár, at Abbas hevur fing
ið at vita úr Washington,
at USA fer ikki at sleppa
sambandinum við forset
an, men at talan verður
ikki um nakað samband
ella samstarv við stjórn
ina, fyrr enn Hamas viður
kennir Ísrael. Mánadagin
skal Condoleezza Rice,
uttanríkisráðharri, hitta
Mahmoud Abbas og
ísraelska forsætisráð
harran, Ehud Olmert, og
tá verður spurningurin
um palestinsku savning
arstjórnina og viðurskiftini
millum Hamas og Ísrael
høvuðsevnið.
Aeroflot
skiftir út
Russiska flogfelagið
Aeroflot hevur gjørt av at
skifta fleiri av teimum
gomlu sovjetsku Tupolev-
flogførunum út við vest
urlendsk flogfør. Aeroflot
hevur í dag 14 flogfør av
slagnum Tu-134, sum
vórðu bygd í gamla Sov
jetsamveldinum, og tey
verða øll tikin úr flúgving
innan árslok í ár. Aeroflot
hevur eisini fleiri flogfør
av slagnum Tu-154, og
nøkur av teimum verða
eisini tikin úr flúgving í
ár. Russiska flogfelagið
hevur fyrr boðað frá, at
tað fer at keypa 45 flogfør
av slagnum Aitbus320 og
22 flogfør av slagnum
Boeing 787.
Ja til
skjøldur
Polski forsætisráðharrin,
Jaroslav Kaczynski, og tví
burðarbóður hansara, Jech
Kaczynski, sum er forseti,
taka undir við, at USA
sleppur at seta ein rakett
verjuskjøldur upp í Pól
landi. Russland hevur mót
mælt amerikonsku ætl
anini, og meiningakann
ingar hava víst, at flestu
póllendingar eru eisini
ímóti skjøldrinum. Fólk
bera ótta fyri, at ein slíkur
verjuskjøldur fer at gera
Pólland til eitt álopsmál.
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
–Vit royna at noyða forsetan at taka hermenni
nar heim og at kvala ætlanir hansara
(John Murtha, senatorur)
útlond
Í Rio de Janeiro fyri
reika tey seg til ta
árligu veitsluna, men
býarmyndin ber ikki
boð um veitsludám og
skemt.
Sunnudagin og mánadagin
verður tann árliga grýlu
veitslan í Rio, og teir sein
astu dagarnar hava fólk í
túsundatali fyrireikað seg
aftur við sambatónleiki.
Men samstundis er býurin
merktur av tí altsamt veks
andi harðskapinum, og mill
um tey grýlukløddu fólkini
ganga alvápnaðir løgreglu
menn og hermenn.
Mánanáttina skutu løg
reglumenn tvey fólk í
fátækrabýarpartinum Ale
mao, eftir at løgreglumenn
og rúsevnisbrotsmenn
høvdu skotið eftir hvør
øðrum í fleiri tímar. Í skot
bardaganum varð streym
veitingin oyðiløgd, og síð
ani hevur býarparturin
hvørki havt streym ella
vatn.
Skotbardagar millum løg
reglumenn og hermenn
øðrumegin og rúsevnis
brotsmenn hinumegin eru
gerandiskostur í Rio de
Janeiro. Sambært myndug
leikunum eru tað brots
menninir, sum leypa á løg
regluna, og tær áhaldandi
skotríðirnar hava fingið
fólk í stórum tali at flýggja
úr býnum. Tey, sum velja at
halda á, tora ikki út fyri
dyr, eftir at tað er vorðið
myrkt.
Tey, sum skipa fyri grýlu
veitsluni hesaferð, stúra
fyri harðskapinum. Vanliga
plaga tær stóru skrúðgong
urnar í miðbýnum at fáa
frið, men fyrireikararnir
bera ótta fyri, at okkurt skal
henda.
Brasilsku myndugleik
arnir vænta, at umleið
700.000 ferðafólk koma til
Rio í sambandi við grýlu
veitsluna. Tey stóru tiltøkini
verða sunnudagin og mána
dagin, men veitslan byrjar í
dag.
Fyri fyrstu ferð er
líkt til, at eitt uppskot
ímóti krígnum í
Irak fær meiriluta
í amerikonsku
Kongressini
Í kvøld skal Umboðsmanna
tingið í Washington atkvøða
um eitt uppskot, sum skal
boða George W. Bush, for
seta frá, at tingið er misnøgt
við ætlan hansara at senda
21.500 hermenn afturat til
Irak.
Demokratarnir hava
meiriluta í Umboðsmanna
tinginum, og fleiri repu
blikanarar hava boðað frá,
at teir fara at atkvøða fyri
uppskotinum. Samtyktin er
ikki bindandi fyri forsetan,
men verður uppskotið sam
tykt, er tað fyrstu ferð, at
Kongressin atkvøður ímóti
krígnum í Irak síðani inn
rásina í 2003. Tað kann
sambært eygleiðarum
leggja lunnar undir eina
bindandi samtykt.
Høvuðsmaðurin aftan
fyri uppskotið er demokrat
iski senatorurin John
Murtha. Hann er formaður
í nevndini, sum hevur eftir
lit við útreiðslunum hjá
verjumálaráðnum Pentagon,
og sum fyrrverandi her
maður í Vietnam hevur
hann gott samband við
fleiri í herleiðsluni. Hann
hevur sagt, at hann ætlar
sær at fáa enda á ameri
kanska krígnum í Irak.
John Murtha og meirilutin
í Umboðsmannatinginum
hava undirtøku millum
fólk. Meiningakanningar
vísa, at 52 prosent av ameri
kanarunum vilja hava her
menninar úr Irak skjótast
gjørligt.
George W. Bush hevur nógv at
hugsa um í hesum døgum.
Grýluveitsla í skugganum
av harðskapi
Bush undir trýsti
Vanlig býarmynd í Rio de Janeiro: Alvápnaðir løgreglumenn í bardaga við rúsevnabrotsmenn.