Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 • 16. - 18. februar 2007 Vikuskifti 16 Leikstjórin Anthony Ming­ hella hevur leikstjórnað film­in »Braking and En­te­ ring«, hann kenna vit frá stór­um episkum filmum sum The English Patient og Cold Mountain. Braking and Entering er við kendu leikarunum Jude Law, Jul­iette Binoche, Robin Wright Penn og Martin Freeman, men søgan er í so langrøkin og keðilig Frámerkið hjá Minghella er eft­ir­ hond­ini hesir langu romantisku film­ar­nir, um lagnu og kærleika. Ser­liga hevur hann gjørt filmar, har kærleikin er ógjørligur og tragiskur. Braking and Entering gongur fyri seg í økinum kring King's Cross í London í dag. Ein harður býarpartur Will (Jude Law) er ein ungur og smartur arkitektur. Hann og ein samstarvsfelagi hava eina skriv­ stovu saman í harða bý­ar­part­i­ num kring King's Cross í London. Fáar dagar eftir at teir eru flutt­ir, eru fleiri innbrot. Will finn­ur fram til hvør tað er, ið hev­ur stolið teirra teldur fleiri ferðir og brotið inn. Hett a er ein kring­ur 15 ára gamal drongur. Hann meldar hann ikki til løg­regl­ una, men velur at bíða. Hann møt­ir mammuni, ið er ein seym­i­ kona frá Bosnia. Hon roynir at koma víðari við lívinum, tí maður henn­ara varð dripin í krígnum. Hon megnar tó ikki at uppdraga dreing­in, ið stjelur og er við at enda í fangahúsinum. Will trívist ikki heima. Hann og vakra svenska konan hjá honum eru við at gerast fremmand fyri hvørjum øðrum. Hon er svensk, og sjálvandi skal hon líða av tung­ lyndi, og so er hon sum sagt vøk­ur og ljóshærd. Hon eigur eina dótt­ur, ið hálvavegna er autistisk, hon er sera krevjandi og tekur alla tíð og teirra styrki. Filmurin roynir at vísa hesa yv­ir­ stætt­ar­fam­iljuna, sum er við at upp­loys­ast. Serliga eftir at Will er um at forelska seg í mammuni hjá dreing­i­num, ið hevur stjolið teirra teldur. Vælferðamelankoli Tað er sum um hesin filmur ong­an­ tíð byrjar, Minghella leggur bert eina søgu oman á eina aðra, ein trupulleika oman á ein annan. Tað ein­asta, sum er felags fyri øll, er, at tey, rík og fátæk, eru ólukkulig. Her eru tvey børn, ið ikki trívast. Trý vaksin sum ikki gleðast yvir lívið. Filmurin er vælgjørdur og flott­ur. Tey spæla bara heilt væl, men hann er alt ov langur, ella minst ein hálvan tíma ov langur. Ming­hella hevur mist tamarhald á søg­uni, og klipparin hevur ikki gjørt eitt gott arbeiði. Hett a er eingin ringur filmur sum so, men hann er heldur ikki rætt­i­liga góður, kanska alt ov pen­ur. Eitt sindur sum Jude Law, eitt sindur ov nógv Hollywood og alt er eitt sindur for polerað og vak­urt. 4 stjørnur av 6. Leikandi: Jude Law Juliette Binoche Robin Wright Penn Martin Freeman Ray Winstone Vera Farmiga Rafi Gavron Poppy Rogers Juliet Stevenson Romi Aboulafia Mark Benton Anna Chancellor Ting-Ting Hu Eleanor Matsuura Rad Lazar Eddie Joseph Leikstjóri Anthony Minghella. 1 tími og 59 minuttir. Sýndur í Havnar Bio frá fríggjadegnum 16. februar 2007. Fakta um Breaking and Entering Ummæli Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com filmurin Breaking and Entering - Filmurin er vælgjørdur og flott­ur. Tey spæla bara heilt væl, men hann er alt ov langur, ella minst ein hálvan tíma ov langur