Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 34 - 16. februar 2007 ] Stjørnan-Neistin: Kapping um odda­ sessin Sunnudagin verður KÍ-høllin karmur um satt brak í oddinum á Sunset kappingini hjá kvinnum, tá Stjørnan tekur ímóti Neistanum. Her kann vinnarin av endaspælinum eisini finnast UPPTAKT Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Saman við VB eru Stjørn­an og Neistin tey bæði liðini, sum hava myndað oddin í bestu kvinnudeildini seinnu árini. Í ár hava tað ser­ liga verið Stjørnan og Neistin, sum hava kapp­ast um oddasessin, og nú endaspælið er hálvrunnið, er bert eitt stig á muni millum lið­ ini. Sunnudagin bresta tey so aftur saman, og hetta kann blíva dyst­ urin, har endaligi vinn­ arin av endaspælinum verður funnin. Vinnur Stjørnan dystin, so fara tær trý stig fram um Neistin, meðan ein sigur til Neistin hevði lagt tær eitt stig fram um Stjørnuna. Stjørnan havt munin Síðstu dystirnar ímilum liðini hevur Stjørnan snøgt sagt vundið burt­ ur úr Neistanum. Í fyrsta dystinum í enda­ spælinum vann Stjørn­ an ein tepran trý mála sigur á Hálsi, men í hálv­finalunum í Coca Cola-kappingini var eing­in ivi. Her vann Stjørnan við 22 málum saman­ lagt, so um Neistin skal gera sær nakran vónir um at vinna dystin, so skulu tær spæla betri enn í hálvfinalunum. SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur » Blokkurin hjá okkum hevur verið sera góður síðstu dystirnar, og hesin kemur heilt víst at vera avgerandi í dystinum ímóti Drátti« Angilie Johannesen, KÍF KÍF skalt vinna dystin ímóti Neistanum í Atlantic Airways kappingini fyri at halda fast um góðu støðuna í oddinum, meðan hesin dysturin kann vera seinasti møguleikin hjá Neistanum at spæla við um finaluplássini UPPTAKT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo KÍF hevur havt eitt sera gott endaspæl, har teir enn ikki hava roynt at tapt ein dyst. Fyrstu fimm dystirnir hava givið tríggjar sigrar og tveir javnleikir, og hesi úr­slit hava nú lagt teir á eitt annað pláss saman við StÍF og Kyndli. Hjá Neistanum hevur hinvegin ikki gingið so væl. Teir fingu eina góða byrjan uppá kappingina, men nakað undan jólum steðgaði upp. Teir vunnu ikki í sjey dystir á rað, men seinasta dystin bragdaði aftur, tá teir fingu sigursmálið ímóti H71 í seinasta sekundinum. Møguleikin hjá teimum at røkka finaluni er ikki stór­ ur, men teir liva enn í vón­ ini. Ymiskir dystir Undanfarnu dystirnir ímill­ um hesi feløgini hava verið rættiliga ymiskir, og úrslit­ ini av dystunum hava helst eisini lýst gongdina hjá liðu­ num rættiliga væl. Neistin hevði eitt sera gott grundspæl, og báðir dyst­irnir í grundspælinum endaðu eisini við sigri til Neistin. Í fyrra dystinum vann Neistin við heili 10 málum, meðan seinni dyst­ urin endaði við einum trý mála sigri til Neistin. Í endaspælinum hevur gongd­in tó verið heldur øvut hjá liðunum. Her hev­ ur gingið væl hjá koll­firð­ ingum og minni væl hjá Neist­anum, og í fyrsta dyst­ u­num millum liðini vann KÍF eisini tryggan sigur á Hálsi. Murnuin var fimm mál, og hetta var eisini byrj­ anin til góðu gongdina hjá KÍF. Nú møtast liðini so aftur, og her er greitt, at bæði helst skulu vinna dystin. KÍF skal vinna fyri at hanga fast í oddinum, meðan Neist­in slett ikki hevur ráð at tapa, tí so eru teir at kalla úti úr meistarastríðnum. VÍF hevur havt takið á strandingum í Atlantic Airways kappingini í ár, men nú er spurningurin, hvussu finalan í steypa­kappingini fer at ávirka partarnar undan dystinum sunnu­dagin UPPTAKT Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo StÍF og VÍF hava verið tey bæði liðini, sum fyrst og fremst hava mynda oddin í bestu mansdeildini í hondbólti í ár. Í at kalla alt ár hava esi bæði ligið og kappast um oddasessin, men síðstu tíðina hava vest­ menningar verið heldur om­an á. Eisini í steypakappingini komu hesi bæði liðini longst. Seinasta vikuskiftið møttust tey nevniliga í finaluni. Her førdi VÍF at kalla allan vegin, men síðstu løtuna av dystinum vísti StÍF sína sonnu steypa­ styrki, og fyri sættu ferð í sjey ár eydnaðist StÍF at vinna finaluna í steypa­kapp­ ingini. Nú er spurningurin, um finalan í Coca Cola-kapp­ ingini fer at ávirka dystin sunnudagin. Eitt er tó greitt undan dystinum. Vinnur VÍF, so byrja teir veruliga at nærkast einum plássi í finaluni um meistaraheitið. VÍF verið oman á Einki er at ivast í, at VÍF hevur havt takið á stand­ ingum í ár. StÍF hevur enn ikki roynt at vunnið á vest­ menningum í landskapp­ ingini, og einastu ferð teir hava vunnið á vest­menn­ ingum var sum øllum kunn­ ugt seinasta vikuskiftið í steypafinaluna. Fyrsti dysturin ímillum liðini var í grundspælinum, tá StÍF tók ímóti VÍF. Hesin dysturin gjørdist sera spennandi, og at enda samd­ ust liðini eisini um javn­ leikin. Seinni dysturin í grund­ spælinum gjørdist ikki so spennandi. Í Vestmanna førdi VÍF at kalla allan vegin, og at enda vunnu teir eisini við trimum málum. Var munurin lítil í dystu­ num í grundspælinum, so var hinvegin stórur munur, tá liðini møttust í fyrsta um­fari í endaspælinum. Hes­in dysturin var í Vest­ manna, og her lat VÍF ong­ antíð nakran iva vera um, hvat var betra liðið. Teir vunnu við sjey, og við sigri­ num løgdu teir stóran av­stand niður til hini liðini í kappingini. Endaspælið hevur tó lag­ að seg soleiðis, at munurin frá VÍF niður til trý tey næstu liðini bert er trý stig, so tapir VÍF, so er bert eitt stig niður til StÍF, sam­ stundis sum munurin niður til Kyndil og KÍF eisini kann gerast eitt stig, um tey vinna sínar dystir. KÍF-Neistin: Spæla fyri finaluplássinum StÍF-VÍF: VÍF skal koma yvir steypatapið Steypafinalistarnir, StÍF og VÍF, bresta aftur saman hetta vikuskiftið. Nú er tað í landskappingini, og týdningarmikið er hjá báðum pørtum at vinna dystin.