fríggjadagur 16. februar 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 • 16. - 18. februar 2007
Vikuskifti 17
Hvønn týdning hevur hátíðarliga
vitjanin? Ella rættari, hvønn
týdning hevur Bill Clinton nú meir
enn 6 ár eftir, at hann er farin úr
forsetasætinum og vøkru, hvítu
húsunum? Svarið úr Amerika er
ikki tvítýðugt: Bill hevur stóran
týdning, heilt stóran. Bill Clinton
er sum kunnugt ein av best
dámdu amerikansku forsetunum í
longri tíð og er maðurin, næstu
nógvu forsetarnir fara at verða
vigaðir upp ímoti. Enntá nú,
vónríku forsetavalevinini til valið í
2008 byrja at vaksa í tali, tosa
fólk um, hvussu hesi eru saman
borin við politiska risan frá
90’unum. Ikki havi eg enn tosað
við ein persón, sum ikki heldur, at
leiðaraavgerðirnar, Bill tók í
forsetatíð síni, vóru tær røttu fyri
fólkið, hann umboðaði, á allar
mátar. T.d. eru ikki nógvir
fyrilestrar í makrobúskapi farnir
framvið her, uttan at professarin í
onkrum samanhangi hevur víst á
sera positivu búskapargongdina,
meðan Clinton sat við valdið.
Amerikumenn hava nógv at
siga um mannin. Positivu
lýsingarorðini um fyrrverandi
forsetan fáa næstan ongan enda.
Men hóast hesi, stingur ein
heldur løgin tvídráttur høvdið
undan kavi, tá spurt verður eftir
heilt persónligu meiningini hjá
fólki um Bill Clinton. Nógv spurd
tykjast bæði at suffa av nøgdsemi
og nærum vamlast við mannin.
Orsøkin til vamlið er ikki ókend,
um enn hon viðhvørt verður
gloymd, tá tosað verður um
forsetaembæti Clintons. Landið,
har 76% játta seg kristin, hyggur
ikki við blíðum eygum at einum
manni, sum bókstavliga varð
úrlatin av kvinnuligum praktikanti
í húsunum, ið eru ímyndin av
heimsins máttmiklasta stati. Sum
mín heimsspekisprofessari
sorgtungur noyddist at viðganga:
“Tað ljóðar sum ein kliché, men
kann eg hava fult álit á einum
manni, sum brýtur lyfti sítt til
kvinnuna, hann eigur at elska
mest av øllum?” Við hesum
verður sipað til áhugaverda evnið
um, hvat mát eigur at verða nýtt,
tá ein statstænastumaður skal
dømast og vigast. Eg tori at siga,
at ‘moralski samleiki’ fyrrverandi
forsetans vigar nógv tyngri í
heildarmeting hansara í Amerika,
enn hann ger í Evropa, eisini í
Føroyum.
Havnandi alt hetta í huga er
løgið at hugsa sær, at forsetatíðin
hjá Bill Clinton ikki longur er
orsøkin til, navn hansara kemur
fyri í miðlum og millum manna.
Hann verður ikki nevndur
sjálvstøðugur, men sum helvtin av
einum hjúnum, har frúan fyllir
nógv meir enn maðurin sjálvur.
Hetta setir tó Bill í eina heilt
serliga støðu. Sannlíkt er, at Bill
Clinton gerst fyrsti ‘fyrsti maður’
(tað, sum vanliga eitur ‘first lady’)
í Amerikanskari søgu. Um 644
dagar hevur hann møguleikan at
gerast fyrsta mannfólk, sum
regluliga fer at verða sæddur
standandi lýðin aftanfyri maka
sín, forsetan, uttan at hava
formligt vald av nøkrum slag. Eftir
at hava tænt 8 ár sum forseti
kann Bill nú aftur sleppa inn í
Hvítu Húsini, men hesaferð
gjøgnum bakdyrnar.
Hetta ger óivað vitjanina í mai
enn meiri áhugaverda hjá Føroy
ingum. Maðurin, ið kemur til
landið, er ikki komin at enda í tíð
síni sum heimsmynd. Sjálvt um
hann neyvan verður eins
týdningarmikil aftur, sum hann
var, tá hann stóð á odda fyri
Sameindu Statunum, fáa Føroyar
tó at síggja mannin, meðan hann
enn hevur nógv ár eftir sum
týdningarmikil luttakari í altóða
viðurskiftum, møguliga enntá sum
helvtin av næsta forsetaparinum
á odda fyri einasta núverandi
heimsveldi.
Ein fyrrverandi Amerikanskur forseti
kemur til Føroya. Uttan iva
stórhending fyri land okkara.
Fyrrverandi valdríkasti maðurin í
heiminum hevur valt at koma til
evarska lítla blettin á heimskortinum,
ið fólk her, eg búgvi, halda líkjast
flugu, ið hevur sett seg á kortið at
hvíla veingirnar.
Føroyavitjan
Bjarni í Liða
lesandi
bjarni_i_l@hotmail.com
Bill til Føroya
Bjarni í Liða, sum lesur búskaparfrøði og heimspeki í Chicago, hugleiðir í sambandi við vitjan Bill Clintons í Føroyum
Bjarni í Liða lesur búskaparfrøði og heimspeki á Weaton College í Chicago
Føddur 22. mars 1985.
Lesur buskaparfrøði og
heimspeki á Wheaton
College i Chicago. Verður
liðugur í 2009.
Støddfrøðiliga students
prógv i 2004.
Tað honum dámar best við
Chicago er allur livetón
leikurin og hugnaliga
kafémentanin.
Fakta