fríggjadagur 16. februar 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 34 - 16. februar 2007 ]
Skulu fram við
blokkinum
- Blokkurin er teirra sterkasta síða. Sleppa
vit fram við honum, so er nógv vunnið.
Hetta sigur Torgunn Jónsdóttir hjá Drátti.
Hon heldur tó, at liðið hjá Drátti er meir
fjølbroytt, og hetta ger, at tær kunnu leypa á
frá øllum síðum
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Dráttur hevur klárað tað væl í kvinnuflogbólti síðstu
árini. Bæði í landskappingini og í steypakappingini
hava úrslitini verið góð, og sjálvt um alt ikki hevur ging
ið eftir vild alla tíðina í hesum kappingarárinum, so
hava úrslitini tó verið á góðari leið.
Í landskappingini lógu tær leingi á odda í grundspæl
inum og eitt skifti í endaspælinum, men síðstu dystirnar
hevur ikki gingið so væl. Tær liggja nú á triðja plássi,
og vónirnar at vinna meistaraheitið eru ikki tær stóru
longur.
Í steypakappingini hava tær tó megna at leikt seg
fram í sjálva finaluna. Í januar mánaða vunnu tær nevni
liga Mjølnir-kappingina, og tá var greitt, at tær skuldu
møta KÍF í steypafinaluni.
Tær hava ein fyrimun
Torgunn Jónsdóttir hjá Drátti væntar ein spennandi
dyst, men hon heldur, at KÍF kanska hevur ein lítlan
fyrimun undan dystinum.
- Gongdin hjá KÍF hevur verið sera góð síðstu dystir
nar. Tær hava spælt væl, og hetta hevur rættiliga givið
úrslit hjá teimum. Hjá okkum hevur hinvegin ikki
gingið so væl, so kanska hava tær ein lítlan fyrimun.
Eingin skal tó ivast í, at vit ætla okkum at vinna dystin
leygardagin.
Hon sigur eisini, at leikararnir hjá Drátti hava lagt sær í
geyma, at blokkurin hjá KÍF er sera sterkur.
- Teirra sterkasta síða er uttan iva blokkurin. Seinast vit
spældu ímóti teimum gav hesin okkum stórar trupul
leikar. Sleppa vit fram við blokkurin, so er nógv vunnið,
so hetta verður umráðandi.
- KÍF hevur eisini fleiri góðar leikarar á liðnum, sum
vit skulu ansa eftir. Bæði Hjørdis Johannesen og Guðrið
Syderbø eru góðir leikarar, sum kunnu nógv, so teimum
skulu vit halda eitt vaki eyga við, sigur Torgunn.
Fjølbroytt lið
Torgunn metir tó, at liðið hjá Drátti er minst líka gott
sum liðið hjá KÍF.
- Vit hava eitt fjølbroytt lið, og tí kunnu vit eisini
leypa á frá øllum síðum. Hetta er sjálvsagt ein av okkara
stóru styrkjum. Um vit faá okkara spæl at koyra, so
ivist eg ikki í, at vit fara at vinna steypafinaluna.
- Tað verður tó eisini týdningarmikið, at okkara kantar
klára at sláa ígjøgnum blokkin hjá KÍF. Raka tær dagin,
so stendir væl til.
Seinast hesi bæði liðini møttust vann KÍF rættiliga
sannførandi, og Torgunn sigur eisini at enda vóna, at
hesin dysturin verður heilt øðrvísi.
- Vit hava hugt eftir tí dystinum á bandi, og tá spældu
vit ikki alt ov væl. Vit mugu sjálvandi rætta uppá feilir
nar frá tí dystinum, men eg vænti, at dysturin leygar
dagin verður heilt øðrvísi.
Dráttur hevur bussar við
Nógv verður lagt fyri, nú flogbóltsfinalan stendur
fyri framman. Tey fýra feløgini í finaluni hoyra øll
heima uttan fyri høvuðsstaðin, og tí verður frá
onkrum teirra eisini skipað fyri bussferð. Tað gera
tey eisini hjá Drátti, har felagið hevur boðið áskoð
arunum ókeypis bussferð. Felagið heitir á áskoðarar
um at møta kl. 12.15 við Høllina á Giljanesi. Koyrt
verður klokkan 12.30.
Fyrsta FIFA-uppgávan
til Petur
Petur Reinert, sum nú er altjóða dómari, skal tann
24. mars undir fyrstu altjóða uppgávuna. Talan er
um elitukapping fyri U-17 lið, sum verður hildin í
Italia. Liðini, sum taka lut í hesi, eru Kekkia, Italia,
Slovakia og Ukraina.
Umframt Petur Reinert, skal Jón Kári í Brekkuni
eisini við á ferðini sum hjálpardómari.
- Vit eru størri enn
tær, og hetta skulu
vit gera okkum dælt
av, sigur Angilie
Johannesen hjá
KÍF. Hon væntar,
at blokkurin hjá
kollfirðingum fer at
hava nógv at siga í
steypafinaluni ímóti
Drátti
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
KÍF hevur ongantíð áður
roynt at vunnið nakað í
bestu kvinnudeildini í flog
bólti. Tær hava eitt rættiliga
nýtt felag í hesum høpi,
men nógvu tey seinastu
árini hava yngru liðini víst,
at okkurt spennandi hevur
verið á veg í Kollafirði.
Úslitini hjá besta liðnum
eru eisini blivini betri og
betri, sum árini eru liðin,
og árið í ár hevur higartil
verið tað besta í søguni.
Kappingin var ikki meir
enn farin í gongd, so hevði
KÍF tryggja sær luttøku í
síni fyrstu steypafinalu nak
rantíð. Tær vunnu nevniliga
FK-kappingini, sum var
heilt afturi í oktober mán
aða, men eftir hetta steðgaði
upp hjá KÍF.
Í landskappingini gekk
aftur á bakka, og ikki fyrr
enn tær komu til endaspælið
byrjaði aftur at bragda. Sein
astu fimm dystirnir hava
ført fýra sigrar við sær, og
nú vóna kollfirðingar, at
kvinnurnar skulu halda
fram við góða spælinum, tá
tær møta Drátti í steypa
finaluni.
Kempa væl
KÍF hevur alt fólki tókt til
dystin ímóti Drátti leygar
dagin, og Angilie Johanne
sen væntar heilt víst ein
javnan dyst.
- Dráttur er helt favorittur
undan dystinum. Tær liggja
betur fyri í landskappingini
og hava roynt hetta fyrr, so
tað er heilt víst ein fordeilur
hjá teimum. Vit ætla tó at
kempa til tað síðsta, tí hesin
dysturin skal vinnast.
Angilie sigur eisini, at
leikararnir hjá Drátt ikempa
væl, og at KÍF skal royna at
steðga miðjuni.
- Dráttur hevur eitt gott
lið, og serliga miðjan royn
ist sera væl. Tær kempa eis
ini ótrúliga væl á gólvinum,
og tí verður týdningarmikið
hjá okkum at avgera bólt
arnar beinanvegin.
- Tær hava eisini fleiri
góðar ungar leikarar. M.a.
hevur Ruth Thomsen spælt
væl í fleiri dystum. Hon er
tó ikki so stór, so vónandi
fær blokkurin fatur á henni
leygardagin.
Blokkurin verður
avgerandi
Angilie heldur eisini, at
blokkurin fer at hava sera
stóran týdning fyri KÍF í
steypafinaluni.
- Blokkurin hjá okkum
hevur verið sera góður
síðstu dystirnar, og hesin
kemur heilt víst at vera
avgerandi í dystinum ímóti
Drátti. Vit eru væl størri
enn tær, so hetta skulu vit
gera okkum dælt av. Eg
meti tað eisini vera týdning
armikið, at vit megna at
steðga teirra álopum yvir
miðjuna, tí klára vit tað, so
stendir væ ltil.
At enda spurdu vit Angi
lie, um royndirnar komu at
hava nakran týdning í hes
um dystinum.
- Tað er sjálvandi ilt at
meta um. Tær hava roynt
hetta fyrr, so hetta er kanska
ein lítil fyrimunur hjá teim
um, men eg vænti ikki, at
hetta fer at merkjast so væl.
Har verður nógvur larmur í
høllini, so vit mugu bara
fara út á vøllin og tosa sam
an og stóla uppá hvørja
aðra, so skal alt nokk
ganga, segði Angilie at
enda.
Fyrsta ferðin í
steypafinaluni
Bæði liðini tykjast samd um, at høgu spælararnir kollfjarðamegin netið kunnu gerast avgerandi fyri finaluna