fríggjadagur 16. februar 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 • 16. - 18. februar 2007
Vikuskifti
18
– Tað eru bara nøkur ár síðani eg
fekk at vita, at tað búðu fólk í
Føroyum, og at tað er eitt virkið
samfelag, sigur Noomi Riedel.
Hon heldur, at hon er eitt gott
dømu um, hvussu lítið sviar vita
um Føroyar og føroyska sam
felagið.
Føroyar eru nakrir prikkar á
kortinum, ið lærarar og onnur ikki
festa stórt virði við, tá tosað
verður um Norðurlond í skúlanum.
Noomi Riedel er virkin mynda
kvinna, og Rasmus Borg er
tónleikari. Tey eru 21 og 22 ár og
lesa bæði á skúlum í svenska
høvuðsstaðnum Stockholm.
Noomi verður liðug við sína list
útbúgving í summar, og Rasmus
gongur annað árið á Tónleika
háskúlanum.
Í Føroyum er tað meiningin, at
tey skulu vera í 10 dagar og
ferðast runt. Noomi hevur ætlanir
um hvønn dag at gera eina
myndarøð, og Rasmus skal gera
tónleik til myndarøðina.
Ta vitan, tey hava um Føroyar,
hava tey nomið sær gjøgnum
internetið. Og bæði eru samd um,
at myndin, ein fær av Føroyum
har, er ikki tann tey vilja geva.
– Tað sýnist sum um sam
felagið og tíðin stendur still í
Føroyum. Tað mesta sum er at
lesa og síggja eru vakrar nátturu
myndir og ikki so nógv um fólkið,
ið har býr, sigur Rasmus Borg.
– Vit vilja tosa við fólk, av
mynda tey og ikki bara taka
nátturumyndir, sigur Noomi.
Hon hevur higartil tikið nógvar
andlitsmyndir, og hava hennara
myndir verið at sæð bæði í
myndabløðum, plakatum og
fløguhúsum í Svøríki og øðrum
londum.
Føroyingar vil hon gjarna fanga
í teirra dagligdegi og vísa, hvussu
tað er at liva í einum slíkum
samfelagi.
Rasmus, ið er klaverspælari og
komponistur, hevur lurtað eftir
kvæðatónleiki og væntar, at tað
verður ein partur av íblástrinum
til hansara tónleik úr Føroyum.
– Meiningin er, at eg skal gera
eitt stykki av tónleiki hvønn dag
til tær ymisku myndarøðirnar.
Men helst skulu vit ikki verða ov
fest at hvørjum øðrum, men bara
lita hvønn annan við okkara listi,
sigur Rasmus Borg.
Tá tey koma aftur til Svøríki er
ætlanin at hava eina framsýning
við myndum og tónleiki úr
Føroyum. Til hetta endamál hava
tey fingið hølini hjá ”Norden i
Fokus” í Stockholm. Og um áhugi
er fyri tí, vilja tey eisini fegin
koma aftur til Føroyar og vísa síni
avrik.
Tá hesin partur av verkætlanini
er liðugur, skal teirra verk savnast
í einari bók, ið vónandi skal
brúkast til at vekja størri áhuga
fyri Føroyum millum sviar.
ES: Noomi og Rasmus vilja fegin
koma í samband við fólk, ið kunnu
hjálpa teimum, og hava hugskot
til teirra verkætlan.
E-postadressan til Noomi er:
noomi.riedel.gotland@folkbildning.net
Mentan
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Nú skulu sviar ku
Myndakvinnan Noomi Riedel og tónleikarin Rasmus
Borg býta Stockholm um við Føroyar í august
Í august mánað kunnu føroyingar
fyrireika seg til vitjan av tveimum
sera forvitnum svium.
Tað eru tey bæði Noomi Riedel
og Rasmus Borg, ið ætla at læra
seg so nógv sum gjørligt um
føroyingar og Føroyar og síðani
føra hetta víðari til heimland
teirra Svøríki