fríggjadagur 16. februar 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 34 - 16. februar 2007 ]
Miðjan verður
avgerandi
- Boban er sterkasti vápnið hjá ÍF, so
honum skulu vit steðga. Hetta sigur
Eyðstein Elttør hjá Mjølni. Hann væntar
eisini, at miðjan hjá Mjølni kann blíva sera
avgerandi í steypafinaluni
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Mjølnir hevur stórar traditiónir innan flogbóltin, har
bæði kvinnur og menn hava nógv góð úrslit at vísa á.
Í ár er tað tó serliga menninir, sum hava bitið frá sær,
og hetta hevur givið úrslit í bæði landskappingini og í
steypakappingini.
Í landskappingini hava verið tvey oddalið frá fyrsta
umfari, og serliga ÍF hevur sett dagsskránna í bestu
mansdeildini. Teir hava ligið á odda allan vegin, men
Mjølnir hevur alla tíðina hingið væl í teimum. Í løtuni
er munurin bert eitt stig ímillum hesa bæði liðini, so
enn er einki avgjørt, hvat av liðunum fer avstað við
meistaraheitinum.
Ikki var nógv liðið av kappingarárinum, áðrenn
menninir hjá Mjølni høvdu tryggjað sær pláss í steypa
finaluni. Teir vunnu nevniliga FK-kappingina, sum
var í oktober mánaða, og nú bíða størstu kappingar
neytarnir, ÍF, í finaluni.
– Teir kempa væl
Hjá Mjølni eru eisini allir mans tøkir til dystin, og
Eyðstein Elttør sigur, at vísir liðið eitt sindur betri
spæl, enn tað vísti í seinasta dystinum ímóti ÍF, so skal
tað nokk ganga.
– Seinast vit møttu fuglfirðingum, tá taptu vit 3-0.
Vit vóru tó rættiliga væl við, og spæla vit eitt vet betri
enn tá, so ivist eg ikki í, at vit saktans kunnu vinna
dystin.
Hann væntar tó ikki nakran lættan dyst, og metir, at
ÍF hevur eitt sera gott lið á fleiri økjum.
– ÍF er eitt lið, sum kempar ótrúliga væl. Teir geva
ikki upp, og serliga í gólvinum eru teir ótrúliga sterkir.
Teir fáa nógvar ómøguligar bóltar upp aftur, og hetta
er kanska størsta styrkin hjá teimum. Teir hava eisini
Boban, sum er ein sera góður leikari. Hann er helst
sterkasta vápnið hjá teimum, so honum skulu vit
steðga.
Skulu fáa miðjuna við
Eyðstein heldur, at Mjølnir hevur góðar møguleikar at
vinna dystin ímóti ÍF, og hann væntar, at miðjurnar
kunnu fáa ein avgerandi leiklut í hesum dystinum.
– Vit hava tvær sera sterkar miðjur, og her eru vit
helst sterkast í landinum. Fáa vit miðspæli at koyra,
so vænti eg, at tað verður trupult hjá ÍF. Hetta krevur
tó eisini, at móttøkurnar eru góðar, soleiðis at Bogi
fær møguleikan at geva miðjunum góðar bóltar at
spæla við. Bogi verður eisini ein týdningarmikil leik
ari henda dagin, tí hann hevur rutinu, og hann er helst
besti hevari í landinum í løtuni.
– So hava vit eisini Vladi. Hann er ein sera góður
leikari, og tað verur altavgerandi hjá okkum at fáa
hann við í spælið leygardagin, leggur Eyðstein aftur
at.
Ein vika til Dráttur-kappingina
Flogbóltsfelagið Dráttur skipar komandi vikuskiftið fyri síni árligu
kapping fyri yngri lið. Spælt verður leygardagin, og verður hetta
gjørt á Giljanesi og í Høllini í Kollafirði. Spælt verður í bæði
gentu- og dreingjarøðunum, og fevnir kappingin um allar
aldursbólkar upp til og við unglingar.
Andrew hevur skotið
seg heitan
Fremad Amager spældi týskvøldið venjingardyst
ímóti AB70, og liðið av Amager vann dystin 4-3.
Andrew av Fløtum sat á beinkinum í fyrra hálv
leiki, men kom inn í hálvleikssteðginum. Hóast
hann bert spældi 45 minuttir, skoraði Andrew tvey
mál. Hetta var annan venjingardystin á rað, at
Andrew av Fløtum skoraði tvey mál fyri Fremad
Amager.
Hetta sigur Jan Áki
H. Olsen hjá ÍF, sum
væntar ein harðan og
spennandi dyst ímóti
Mjølni. Hann sigur
eisini, at fuglfirðingar
mugu royna at leggja
stórt trýst á við
servunum
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
ÍF hevur verið eitt av
fremstu feløgunum í før
oyskum mansflogbólti
síðstu árini. Bæði í lands
kappingini og í steypakapp
ingini hava teir sera góð
úrslit at vísa á, og árið í ár
er einki undantak í so
máta.
Í landskappingini hava
teir ligið á odda alt kapp
ingarárið, og einasta veru
liga hóttan er komin frá
Mjølni, sum hevur roynt at
fylgt við fuglfirðingum. ÍF
er enn á odda, men munurin
niður til Mjølnir er bara eitt
stig, so meistaraheitið verð
ur helst avgjørt í síðsta inn
anhýsis dystinum ímillum
hesi bæði feløgini.
Í steypakappingini hevur
eisini gingið eftir ætlan. Í
FK-kappingini megnaði ÍF
ikki at leika seg í steypa
finaluna, men í Mjølnir-
kappingini eydnaðist betri.
Tá vann ÍF kappingini, og
sostatt gjørdist greitt, at teir
skuldu møta Mjølni í steypa
finaluni.
Skulu steðga Vladi
Hjá fuglfirðingum stendur
væl til við fólki til dystin
leygardagin. Allir mans eru
tøkir, og Jan Áki heldur, at
liðini í steypafinaluni eru
tey røttu.
- Fleiri av hinum liðunum
hava bitið frá sær í onkrum
dysti, men sum heild haldi
eg, at vit og Mjølnir hava
havt tey mest støðugu
úrslitini í ár, so ein finala
ímillum hesi liðini er helst í
lagi.
Jan Áki sigur seg eisini
vænta ein sera spennandi
dyst leygardagin, og hann
heldur, at ÍF má halda eitt
serliga vakið eyga við
útlendska leikaran hjá
Mjølni, Vladi.
- Dystirnir millum ÍF og
Mjølnir eru næstan altíð
spennandi, og tað verður
hesin helst eisini. Eg haldi,
at vit mugu ansa sera væl
eftir Vladi. Hann er ein
ómetaliga góður leikari, og
hann hevur nógv at siga
fyri teir. Teir eru tó eisini
sterkir á miðjuni, so her
mugu vit eisini vera klárir.
- Vit eru sterkir
í gólvinum
Jan Áki og hansara lið
felagar í ÍF hava havt eitt
avbera gott kappingarár,
men seinast teir vóru á vølli
num gekk ikki so væl.
- Eg veit ikki, hvat hendi,
tá vit taptu ímóti Fram. Vit
hava vunnið næstan allar
dystirnar, og møguliga
hildu vit, at hetta bara fór at
ganga. Hetta kemur tó bert
at ávirka rætta vegin í
steypafinaluni, tí hetta hev
ur givið okkum eitt ordiligt
spark í reyvina.
Jan Áki heldur eisini, at
ÍF hevur tað, sum skal til
fyri at vinna steypafinaluna
leygardagin.
- Vit hava eitt sera gott
lið, og tað verður týdning
armikið at fáa blokkin at
rigga móti Mjølni. Í gólvi
num eru vit tó eisini sera
sterkir, og her fáa vit nógvar
ómøguligar bóltar upp, og
hetta kann ofta virka rætti
liga drepandi fyri hitt liðið.
- Eg meti eisini, at servur
nar hjá okkum vera týdn
ingarmiklar leygardagin.
Vit skulu leggja teir undir
trýst í servunum, so hevarin
ikki fær so góðar bóltar at
heva, segði Jan Áki at
enda.
Blokkurin hevur
stóran týdning
Dystirnir millum ÍF og Mjølnir eru næstan altíð spennandi. Undan mansfinaluni tykjast báðir
leggja nógv fyri til tess at steðga útlendsku profilunum hjá mótstøðuni