fríggjadagur 16. februar 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 34 - 16. februar 2007 ]
Tað mesta kann
avgerast hetta viku
skiftið í Sunset kapp
ingini hjá kvinnum.
Heili fýra dystir vera
á skránni, harav
tveir teirra eru
sannir toppdystir.
Leygardagin tekur
VB ímóti Neistanum
og sunnudagin skal
sama neistaliðið til
Klaksvíkar at møta
Stjørnuni
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Komandi vikuskiftið verður
eitt spennandi vikuskiftið í
bestu kvinnudeildini í
hondbólti. Heili fýra dystir
vera á skránni hetta viku
skiftið, so ikki er óhugsandi,
at tað mesta kann vera
avgjørt, tá vikuskiftið er av.
Leygardagin vera tveir
dystir á skránni. Í øðrum
teirra skal liðið á øðrum
plássi, Neistin, á vitjan í
Vági, har VB tekur ímóti
teimum, meðan hin dysturin
verður á Skála, har StÍF
tekur ímóti Stjørnuni.
Sunnudagin vera eisini
tveir dystir á skránni. Annar
teirra verður ein rættiligur
toppdystur, tá tey bæði
ovastu liðini møtast í Klaks
vík. Her tekur Stjørnan
nevniliga ímóti Neistanum.
Í hinum dystinum sunnu
dagin skal VB norður til
Havnar at spæla ímóti
Kyndli í høllini á Hálsi.
VB má royna at vinna
Um VB ætlar sær longur
upp eftir stigatalvuna í
bestu kvinnudeildini,
áðrenn liðini fara í gongd
við hálvfinalurnar, so skulu
tær helst vinna sínar dystir
hetta vikuskiftið. VB er
longu nú fimm stig aftanfyri
Neistan á øðrum plássi, og
tí er umráðandi hjá teimum
at vinna sínar dystir kom
andi vikuskiftið.
Fyrri dysturin hjá teimum
verður í Vági leygardagin,
tá tær taka ímóti júst Neist
anum. Her skal VB vinna
dystin, um tær ætla sær at
fanga Neistan aftur. Vinna
tær henda dystin, so vera
bert trý stig á muni millum
liðini.
Seinni dysturin hjá VB
verður sunnudagin í Havn,
tá tær vitja hjá Kyndli. Um
tær vinna heimadystin
ímóti Neistanum, so er
hetta eisini ein dystur, sum
skal vinnast, um tær skulu
halda fast í vónini at fanga
Neistan aftur. Leggjast skal
tó afturat, at tað ikki endi
liga er so neyðugt hjá VB
at fáa Neistan aftur, tí at
liðini í bestu kvinnufinaluni
spæla hálvfinalur, og her
hevur VB so at siga tryggja
sær pláss á hálvfinaluni.
Neistin má
vinna í Vági
Um Neistin ætlar sær at
vinna endaspælið hjá kvinn
um, so skulu tær fyrst og
fremst vinna fyrra dystin
um vikuskiftið. Her fara
tær til Vágs at vitja hjá VB,
og hetta verður als ikki
nakar lættur dystur. VB er
eitt sera gott heimalið, men
um Neistin sksl hava nakran
møguleika at fáa Stjørnuna
aftur, so skal hesin dysturin
vinnast.
Neistin hevur verið í Vági
einaferð fyrr hetta kapp
ingarárið, og tá var eingin
slingur í neistavalsinum.
Tær vunnu ein sannførandi
31-18 sigur, so hetta er
helst gott fyri teirra sjálvs
álit, áðrenn túrin suður til
Vágs leygardagin.
Kapping um seinasta
hálvfinaluplássið
Eru trý tey fyrstu hálv
finaluplássini funnin, so er
kappingin um seinasta
plássið í hálvfinaluni rætti
liga stór. Í løtuni liggur
StÍF á fjórða plássi við fýra
stigum, meðan Kyndil
liggur aftast við tveimum
stigum. Hesi bæði liðini
skulu eisini í dyst hetta
vikuskiftið.
Leygardagin tekur StÍF
ímóti oddaliðnum, Stjørn
uni, í høllini á Skála. Eingin
ivi er um, at Stjørnan er
stórfavorittur at vinna
henda dystin, men seinast
liðini møttust á Skála var
líka við, at StÍF fór avstað
við báðum stigunum.
Tíggju minuttir áðrenn tíð
førdu tær við trimum mál
um, men síðstu løtuna setti
Stjørnan alt uppá pláss, og
so vunnu tær dystin.
Sunnudagin skal hitt
botnliðið, Kyndil, so í dyst,
tá tær taka ímóti VB. Kyndil
hevur fleiri ferðir í ár verið
nær við at steðga topplið
unum, og nú fáa tær so ein
nýggjan møguleika. VB
hevur vunnið allar dystirnar
ímóti Kyndli higartil í
landskappingini í ár, men
munurin hevur ikki verið
stórur, so kanska sunnu
dagurin verður dagurin, tá
Kyndil fær fyrsta sigurin í
landskappingini á VB.
Kyndil-H71:
Sigur er krav
hjá Kyndli
Kyndil hevur ikki ráð at tapa dystin, tá teir
taka ímóti H71 sunnudagin. Ætla teir sær í
finaluna um meistaraheitið, so er sigur eitt
krav hjá kyndilsmonnum
UPPTAKT
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Kyndil fekk eina alt annað enn góða byrjan uppá lands
kappingina í bestu mansdeildini í hondbólti í ár, og
stóran part av árinum hava teir eisini ligið og rótað í
botninum. So við og við eru teir tó komnir fyri seg,
og nú endaspælið er hálvrunnið, liggja teir brádliga og
spæla við um eitt finalupláss.
Hjá hoyvíkingum hevur heldur ikki gingið so væl.
Teir liggja niðast í bestu mansdeildini, men úrslitini
hava slett ikki verið so galin. Fleiri feðir hava teir
lopið hvøkk á oddaliðini, og við eitt sindur av hepni
kundu teir eisini vunnið seinasta dystin ímóti Neista
num. Teir hava tó ikki tað stóra at spæla fyri. Møgu
leikin at røkka heiðursmerkjum er mest sum farin,
men einki er at ivast í, at teir ætla at savna so nógv stig
sum yvirhøvu møguligt.
Seinast liðini møttust, vunnu hoyvíkingar við tveim
um málum, men einki er at ivast í, at Kyndil fer at
leggja nógv fyri í teirra royndum at vinna henda
dystin.
SÍ-TB útsettur
Av givnu umstøðunum hevur Flog
bóltssambandið tikið avgerð um,
at dysturin í meistaradeildini hjá
kvinnum millum SÍ og TB verður
útsettur. Enn er ikki greitt, nær
dysturin verður ásettur av nýggj
um.
Kvinnufótbóltur á breddan
Komandi fríggjadag verður fundur í FSF-húsinum, har
kvinnufótbólturin er á dagsskrá. Øll feløgini eru boðin
við, og er endamálið fyrst og fremst at fáa eitt orðaskifti
um kvinnufótbóltin. Umframt eftirmeting av árinum í
fjør, verður eisini tosað um kappingina fyhri 2007, eins
og lutakast verður til steypakappingina.
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Stjørnan
4
4
-
0
-
0
304
244
60
14
2 Neistin
4
3
-
0
-
1
321
255
66
13
3 VB
4
2
-
0
-
2
296
295
1
8
4 StÍF
4
1
-
0
-
3
266
341
-75
4
5 Kyndil
4
0
-
0
-
4
278
330
-52
2
Atlantic Airways-kappingin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 VÍF
5
2
-
1
-
2
456
419
37
14
2 Kyndil
5
3
-
1
-
1
434
420
14
11
3 StÍF
5
2
-
0
-
3
403
396
7
11
4 KÍF
5
3
-
2
-
0
403
413
-10
11
5 Neistin
5
1
-
1
-
3
456
442
14
9
6 H71
5
1
-
1
-
3
413
475
-62
6
Sunset kappingin:
Alt kann fella uppá pláss
Dystir um vikuskiftið
HONDBÓLTUR
Sunset-kappingin
Dagur
Kl.
Dystur
17.02
15.00
StÍF-Stjørnan
17.02
15.00
VB-Neistin
18.02
14.30
Kyndil-VB
18.02
15.00
Stjørnan-Neistin
Atlantic Airways-kappingin
18.02
16.00
StÍF-VÍF
18.02
16.00
KÍF-Neistin
18.02
16.00
Kyndil-H71
FLOGBÓLTUR
Steypafinala kvinnur
17.02
14.30
KÍF-Dráttur
Steypafinala menn
17.02
16.00
Mjølnir-ÍF
Heili fýra umfør vera á skránni í bestu kvinnudeildini um vikuskiftið, so nógv kann vera avgjørt,
tá vikuskiftið er komið at enda.