Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 • 16. - 18. februar 2007 Vikuskifti 20 Forsetaskeiðið hjá Vladimir Putin er farið at styttast, og nógv bendir á, at honum nýtist ikki at fara langt fyri at finna tann rætta eftirmannin. Í hvussu er tykist tað alt meiri sjónligt, at Putin longu hevur gjørt av, hvør skal seta seg í forserasessin, tá hann fer úr honum. Hesin maðurin eitur Sergej Ivanov. Hann er verju­mála­ ráðharri í russisku stjórnini, og nógv bendir á, at hann hevur fingið rættiliga rúmar ræsur til at fyrireika seg og Russland til forsetaskiftið. Sergej Ivanov hevur ongantíð dult fyri, at eftir hansara tykki var tað eitt mistak, tá Mikhail Gorba­ tjov skrivaði undir semjuna við Ronald Reagan um at beina fyri teimum langtberandi kjarnorku­ rakettunum fyri 20 árum síðani, og hesa áskoðan hevur hann enn. – Avtalan gjørdi, at í dag eru tað bara Russland og USA, sum ikki kunnu hava slík vápn, sjálvt um tey kundu verið gagnlig fyri okkum, segði Ivanov fyri átta døgum síðani. Dubbing Síðani Sovjetsamveldið datt sundur, hevur russiska hermegin havt trong kor at virka undir. Vanlukkur hava avdúkað, at her­ megin var í vánaligum standi, og í Kekenia hevur herurin havt stórar trupulleikar við at basa upp­ reistrarmonnunum. Tí hevur russiska hermegin verið roknað sum ein viðfáningur av tí, sum hon gav í gomlu sovjettíðini. Men nú er vent í holuni. Tær ovurstóru inntøkurnar frá gassi og olju hava givið teimum ráðandi høvi til at brúka pengar upp á hermegina, og á fíggjarlógini fyri árið í ár eru 860 mia. rublar ella umleið 200 mia. krónur settar av til hernaðarmál. Tað er heili 23 prosent meiri enn í fjør og 19 prosent av allari fíggjarlógini. – Herurin og herflotin hava ongantíð verið so væl fyri sein­ astu 20 árini sum nú. Okkara upp­ gáva er at tryggja, at hermegin verður uppaftur sterkari, enn hon var í sovjettíðini, segði Sergej Ivanov í einari røðu í tjóðar­tingi­ num herfyri. Málið hjá verjumálaráðharra­ num er, at í 2015 skal Russland verða ført fyri at svara hvørjari einastu avbjóðing, men longu nú eru broytingarnar sjónligar. Hernaðarfrøðingar siga, at russiska hermegin hevur verið fyri stórum broytingum tey seinastu árini við nýggjum rakettum, flogførum, tyrlum, kavbátum og stríðsvognum. Alt er fyrsta floks útgerð við allari nútímans tøkni. Fjølbroytt Tað eru ikki vápn av tí lætta ella veika slagnum, sum standa ovast á skránni. Í ár fær herurin 14 nýggj­ar kjarnorkurakettir av slag­ Russararnir k Fyri oljupengar eru russar í ferð við at menna hermegina og tað í stórum. Málið er, at í framtíðini skal eingin vinna Russlandi neisur uttan at fáa sviðan av tí Hernaðardubbing Árni Joensen arni@sosialurin.fo