fríggjadagur 16. februar 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 16. februar 2007
21
tíðindi
21
Nr. 228 - 24. november 2006
Í hesum døgum
rundar eitt gamalt
virkið í Vági tey 75
árini og 3. ættarlið
hevur tikið við.
Tangavirkið fyllir 75
ár og virksemi hevur
verið øll árini, síðani
Palli Mortensen,
Argja Palli, legði
lunnar undir virkið
Vinna
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Myndir; Finn Johannesen/
Dagfinn Olsen
Tangavirkið í Vági rundar
tey 75 árini í hesum døgum
og í hesum sambandi hevur
virkið móttøku tann 23.
februar.
Tað var Palli Mortensen,
nevndur Argja Palli, ið
legði lunnar undir virkið.
Hann flutti til Vágs í 1932,
men longu í 1928 varð
heitt á hann um at koma
suður at hyggja at einum
motori, ið skuldi setast í
stand. Hetta arbeiði megn
aði hann til fulnar, og tí
spurdi Magnus Dahl, um
hann vildi koma í Garða
smiðjuna at arbeiða. Eftir
tríggjar vetrar byrjaði hann
so sítt egna virksemi, sum
hevur hildið á til í dag.
Virksemið hevur verið
støðugt, men av skiftandi
slag.
Virksemið byrjaði við
umvæling av súklum og
øðrum smiðjuarbeiði.
Krígsárini høvdu hópin
av umvælingum av motor
um við sær og eftir kríggið,
umleið 1946, bleiv ein
korvett umbygd til trolara.
Arbeiðið var liðugt á
summri 1947 og nevndist
skipið Rodni.
Í 1950 var kreppa, og
bleiv tá farið undir at leggja
sentralhita í hús.
Í 1961 varð farið undir at
framleiða føroyskar ketlar
og hetta helt fram til 1978,
tá farið varð undir at gera
oljutangar og er hetta ein av
stóru framleiðslunum ídag,
og hesir eru sjálvandi
góðkendir.
Ættarskifti
Eftir fleiri ár, bleiv so fyrsta
ættarliðskiftið í Smiðjuni
hjá Argja Palla, tá ið sonur
in Bent tók yvir arbeiðið,
og bleiv smiðjan kallað
Smiðjan hjá Bent. Nú vit
skriva 2007, hevur triðja
ættarlið tikið við og
stjórnast fyritøkan nú av
Mortan Mortensen.
Um aldarmótið byrjaði
Tangavirkið eisini handil,
har útsøla er av baðirúms
tilhoyri, rørum, fittings, og
annað, ið hoyrir til virksem
ið.
Hóast virksemið hjá
Tangavirkinum mest er í
Suðuroynni, so eru sera
nógv specialarbeiðir um
biðin norðanfjørs. Eitt nú
s t á l k o n s t r u k t i ó n
ir, flutingstangar
og
besløg til alivinnuna, um
framt teir góðkendu olju
tangarnir, ið verða seldir
kring allar Føroyar.
Hóast nógv ár eru liðin
síðani virksemið byrjaði,
og hóast svárar krepputíðir,
so hevur smiðjan altíð
hórað undan, og hevur í dag
staðfest sítt virksemi.
Á Tangavirkinum starv
ast 13 fólk, herav eru 4
lærlingar. Eisini er eitt fólk
á skrivstovuni og eitt í
handlinum.
Mortan Mortensen,
stjóri, heldur, at útlitini eru
sera bjørt, tá ein hugsar um
flutningssambandið um
Suðuroyarfjørð er munandi
betrað, og at í næstum skulu
byggjast bæði skúli og
ellisheim í oynni. Við
hesum sær framtíðini ljós
út.
– Men tað, ið eisini er
sera gott fyri eina fyritøku
sum okkara er, at kundar
norðanfjørðs umbiðja alt
fleiri og fleiri arbeiðir, tí
teir vita, at vit kunnu veita
eina góða vøru til ein góðan
prís, sigur Mortan Morten
sen.
Tangavirkið 75 ár á baki
Tangavirkið (Smiðjan hjá Argja Palla, Smiðjan hjá
Bent).
Palli Mortensen flutti til Vágs í 1932 og byrjaði
smiðju.
Smiðjuarbeiðið í høvðusheitum:
stálarbeiði
góðkendir oljutangar
alminum, rustfrítt arbeiði
umvælingar
vanligt smiðju arbeiði
hita og sanitet
hydraulik
besløg til alivinnuna
serligir flutningstangar til alivinnuna
ymisk hús til el, spøl oa.
FAKTA
Mortan og Bent Mortensen, tvey ættarlið á Tangavirkinum
Tangavirkið rundar tey 75 árini í hesum døgum
Gomul mynd úr Vági, ið vísir Smiðjuna hjá Argja Palla
Eittnú serligir flutningstangar til alivinnuna eru partur av
framleiðsluni á Tangavirkinum
Fyri fyrstu ferð í
Føroyum letur ein
banki upp eina
ungdómsdeild, ið
bert er fyri tey, sum
eru millum 18 og
25 ár. Tænastur,
ráðgeving, tiltøk,
kundaráðgevar og
høli eru skræddara
seymað til ung í
Føroyum. Deildin
hjá Eik letur upp
í dag, og opið hús
verður frá kl. 15 – 17
BANKI
Eirikur Lindenksov
eirkur@sosialurin.fo
Nú verður øðrvísi at fara
í bankan!
Í dag letur Eik upp eina
ungdómsdeild, ið tekur
sær av bankaørindum og
ráðgeving til teirra, sum
eru millum 18 og 25 ár.
Hetta er fyrsta banka
deildin av sínum slag í
Føroyum, og hon er
skræddaraseymað til
ung.
Ungdómsdeildin er á
Tinghúsvegi 49, beint
yvir av SMS.
- Ráðgevararnir á ung
dómsdeildini eru ungir
og duga væl at seta seg
inn í støðuna hjá teimum
ungu. Ert tú millum 18
og 25, og hevur tú brúk
fyri at gera álvara av
avbjóðing og dreymum,
er hetta deildin fyri teg.
Eik-deildin fyri ung
hjálpir tær at fáa gongd á
tínar ætlanir og hevur
eisini eina røð av tæn
astum, t. d. ungdómslán
og lestrarkreditt, eins og
góða ráðgeving um upp
sparing og íløgur, sigur
Eik í tíðindaskrivi.
Deildin er innrættað av
nýggjum og líkist í
grundini ikki einum
banka. Í Eik vóna tey, at
tey ungu skulu kenna seg
meira heima á nýggju
deildini enn á øðrum
bankadeildum og í øðrum
bankum.
Eingin avgreiðslukassi
er, men í staðin er ein
sjálvtøka og tvær teldur,
har tú sjálv/ur fært
avgreitt tíni bankaørindi.
Spennandi tiltøk verða
á nýggju ungdómsdeildini
í vár. Fyrstu tiltøkini eru
hesi: »Ung & uppspar
ing«, »Lærlingar & peng
ar« og »Ung & íløgur«.
- Á móttøkuni í dag
hevur tú kjansin at síggja
deildina, heilsa upp á ráð
gevarnar, hoyra tónleik,
fáa okkurt lekkurt at eta
og annars hitta fólk.
Tey fyrstu 160, sum
eru í aldrinum 18-25 ár,
fáa hvør sítt atgongu
merki til frumsýningina
av filminum »Ghost
Rider« í Havnar Bio,
sigur Eik.
Eik letur upp ungdóms
banka í Havn