Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 • 16. - 18. februar 2007 Vikuskifti 21 koma – aftur num Topol-M, og tað eru 10 fleiri, enn herurin fekk í fjør. Í dag hevur Russland 40 rakettir av hesum slagnum. Í ár koma fýra hernaðar­ ligir fylgisveinar afturat umframt rakettir til at skjóta teir út í ring­ rás um Jørðina, og á russiskum skipasmiðjum hevur herflotin bílagt 31 herskip umframt átt kavbátar, sum verða útgjørdir við rakettum. Flogvápnið fær eisini sítt. Innan 2015 skal flogvápnið fáa 50 bumbuflogfør afturat av slagnum Tu-160 og Tu-95, og harumframt skulu allar deildirnar hjá flog­ vápninum hava nýggj jagara­ flogfør og nýggjar tyrlur. Herurin skal eisini hava nýggja útgerð. Burtur av játtanini í ár fáa sjey stríðsvognadeildir og 13 aðrar deildir nýggja útgerð so sum kanónir, rakettir og akfør og alt av nýggjasta slagi. Harafturat skulu hermenninir fáa betri umstøður. Fyri bara fáum árum síðani ætlaði russiska leiðslan at seta verjuskylduna úr gildi, men tann ætlanin er nú slept. Ístaðin fyri er avgjørt at skerja herin, so hann fer at telja eina mió. hermenn ella 130.000 færri enn nú. Aftur ein hóttan Sum ein av grannunum hjá Russlandi hevur Noreg fylgt væl við teirri nýggju dubbingini hjá russum, og norska blaðið Aften­ posten avdúkaði nú um dagarnar, at norskir politikarar og verju­ leiðslan eru farin at brúka eitt øðrvísi orðalag um Russland nú enn fyri bara fáum árum síðani. Tá var vanligt at hoyra norskar politikarar siga, at Russland var ikki tann hóttanin, sum Sovjet­ samveldið eina ferð var, men røður, sum Aftenposten hevur kannað, vísa týðiliga, at upp­fat­ anin er ein onnur í dag. Í einari frá­ greiðing um norskan verju­politikk tey næstu fimm árini verður Russland fyri fyrstu ferð í mong ár umrøtt sum ein hernaðar­lig hóttan. Síðani Sovjetsamveldið fór í upploysn, og tann hernaðarliga hóttanin eystaneftir hvarv, er norski verjupolitikkurin nógv broytt­ur. Fleiri støðir eru lagdar niður, og hermannatalið er skert munandi. Men nú siga bæði Anne Grete Strøm-Erichsen, verju­mála­ ráðharri, og Torgeir Hagen, verju­ ovasti, at Noreg má laga sín verju­ politikk eftir tí, sum grannin ger. Aftur á pallin Skrivarin í norska verjumála­ráð­ num, Esben Barth Eide, heldur, at Russland roynir at endurvinna sær sæti sum ein virkin leikari á altjóða pallinum, og at tær ovur­ stóru inntøkurnar frá oljuni og gassinum hava gjørt, at landið hevur fingð høvi til at útvega sær virðing og ávirkan. – Vit tosa ikki um eit nýtt Kalt kríggj, men at tað russiska stórveldið er á veg aftur á pallin eftir at hava verið áskoðari í nøkur ár. Hjá okkum ræður um at reka ein politikk, sum byggir á samstarv og fastleika ísenn. Ja, tað hevur ongantíð verið so umráðandi at reka ein politikk, ið byggir á samskifti og samstarv - ikki bara við Russland, men eisini onnur, sigur Esben Barth Eide. Hann vísir á, at Noreg hevur økt játtanina til at nútímansgera verjuna, nú Russland dubbar sína hermegi. Ætlanin er at nútím­ ansgera fleiri skipanir og at geva hermegini meiri fólk. Vladirmir Putin, forseti, og Sergej Ivanov, verjumálaráðharri, skoða eitt av teimum nýggju akførunum hjá russiska herinum Vladirmir Putin við einum modelli av einum nútímans russiskum bumbuflogfari