fríggjadagur 16. februar 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 34 - 16. februar 2007
tíðindi
Minni enn 17 ár
eftir at felagið varð
stovnað, verður
spakin settur í til
nýggja bygdarhúsið í
Árnafirði leygardagin.
- Hetta er ein
ótrúligur lætti, nú vit
eru komin so langt,
sigur formaðurin
í Báruni, Atli S.
Justinussen
Bygdarhús
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Árnafjørður: Hóast bert
60 limir eru í bygdarfelag
num Báruni, hevur felagið
havt eina sera virkna og
visjonera nevnd.
Felagið varð stovnað í
1990 við ætlan um eitt bygd
arhús í Árnafirði, har ikki
meiri enn eini 50 fólk
búgva, - tey allarflestu kom
in væl til árs.
Ikki øll hava trúð at ein
nakrantíð fór at koma so
langt. Men leygardagin kl.
16 verður ein stór løta í
Árnafirði, tá spakin verður
settur í fyri nýggjum bygd
arhúsi í bygdini.
Tað verður borgarstjórin
sjálvur, Steinbjørn O. Jacob
sen sum fer at gera hetta á
økinum, ið felagið hevur
fingið til endamálið, beint
við tunnilsvegin oman til
bygdina.
- Ja, hetta er ein stór løta
fyri okkum, kanst tú ætla,
sigur Atli Justinussen við
Sosialin. Ætlanin er at
byggiarbeiðið skal byrja
beinanvegin.
Tvey feløg eru komin við
tilboðum um útgrevsturin,
og fer hann væntandi at
byrja um mánaðarskiftið
mars/apríl.
Greitt er longu nú, at tað
verða handverkarar hjá fyri
tøkuni Buison í Klaksvík
sum standa fyri byggingini
og teir hjá Norð-El sum
leggja elektrisitetið inn.
Enn er ikki greitt, nær
bygdarhúsið verður liðugt.
Góðir vinningar
Síðani bygdarfelagið Báran
sá dagsins ljós fyri 17 árum
síðani hevur nevndin arbeitt
fyri at útvega bygdini eitt
bygdarhús.
Hetta hevur millum ann
að verið gjørt við ymiskum
peningasavnandi tiltøkum,
bæði í Klaksvík men eisini
á øðrum støðum, til dømis í
ítróttarhøllini á Kambsdali.
Sigast kann at tey eyð
kendu Báru-bingo’ini hava
verið væl móttikin, serliga
tí at vinningarnir vóru so
góðir og serstakir, m.a. við
bilum, motorsúkklum og
øðrum vinningum.
Við øllum hesum tiltøk
unum hevur tað eydnast
felagnum at savna so mikið
av peningi inn, at tey í dag
fara at standa fyri einum
fjórðingi av byggikostnað
inum.
- Lat meg bara sláa fast,
at tað eru ikki øll hesi til
tøkini sum hava givið pen
ing í kassan. Summi góvu
undirskot, meðan onnur
hava kastað væl av peningi
til felagið, sigur formaðurin
í Báruni, sum fær roknskap
sín gjørdan hjá skrásettum
grannskoðara.
Ongatíð mist vónina
Tey fyrstu árini varð skipað
fyri 12-14 peningasavnandi
tiltøkum um árið, meðan
talið er fækkað nakað tey
seinnu árini.
Hetta hevur kortini ikki
merkt, at Atli og hansara
fólk hava mist vónina um
at fáa heimbygdini eitt vala
bygdarhús.
- Nei, vit hava ongatíð
mist vónina, hóast forðingar
av ymiskum slagi hava
verið á vegnum.
- Nú, borgarstjórin fer at
seta fyrsta spakan í leygar
dagin, eru vit sera glað,
sigur Atli Justinussen.
Nevndarlimirnir hava við
gleði kunnað staðfest, at
bygdarfólkið og fólk aðra
staðni hava tikið sera væl
undir við ætlanum felag
sins.
Størri pláss
Eftir at felagið var stovnað
í 1990, eydnaðist tað longu
felagnum at fáa eitt grund
øki árið eftir har suðuri í
bygdini.
Felagið metti hinvegin, at
best varð at byggja eitt slíkt
hús uttanfyri bygdina, mill
um annað fyri at ein kundi
útvega nóg nógv bilpláss,
eins og tørvur var á størri
plássi, um tað skuldi verðið
Fyrsta brúdleypið bílagt
Tíðindini um at spakin nú fór at verða settur í fyri nýggjum bygdarhúsi í Árnafirði,
komu út fyrr í vikuni.
Hesi vórðu ikki meiri enn útkomin, tá telefonin ringdi hjá formanninum í Báruni,
Atla Justinussen.
Eitt par ætlar at gifta seg í framtíðini, og tey vildu spyrja seg fyri um gjørligt var at
halda brúdleypið í nýggja bygdarhúsinum í Árnafirði.
- Tey ringdu til mín fyri lítlari løtu síðani, og tey fingu sjálvandi játtandi svar, sigur
Atli, nú vit hitta hann á staðnum, har bygdarhúsið skal liggja seinnapartin í gjár.
Enn er ikki avgjørt, nær húsið verður liðugt. Men ein kann í øllum førum staðfesta,
at tørvur er á einum slíkum í Árnafirði.
Nú kemur stó
”
Jú, vit hava brúk
fyri bæði Kapp
róðrarneystinum
og Bygdarhúsi
num í Árnafirði.
Faktiskt verður
tað til fyrimunar
fyri allar partar!
Bingo!